Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-29, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. mai 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 100 - 29. mai 2007 Ímóti floghavn Grønlendski politikarin Aqqaluk Lynge leggur seg nú út í orðaskiftið í Bretlandi um at útbyggja ta stóru Stansted- floghavnina í London. Aqqaluk Lynge, sum er formaður í altjóða inuittafelagsskapinum, sigur, at tað fer at seta uppaftur meiri ferð á hitavøksturin á Jørðini, um Stansted-floghavnin verður bygd út. Við bretska blaðið Sunday Times sigur hann, at útbyggingin fer serliga at ávirka umstøðurnar í póløkinum og fólkið har. Tað var týðiligt, at Randi Ward hevði sett seg ógvuliga væl inn í alt viðvíkjandi lívinum hjá Olevinu Joensen, ið var evni, sum hon hevði valt at skriva sína høvuðsuppgávu um FYRILESTUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Gott og væl hálvthundrað fólk vóru møtt upp í Roynd­ arhúsinum í Nólsoy fríggja­ kvøldið at lurta eftir fyri­ lestri, sum amerikanska les­ andi við Søgu- og Sam­fe­ lagsdeildina á Fróðskapar­ setri Føroya, Randi Ward, helt við støði í høvuðs­upp­ gávu síni. Og tey fóru vælnøgd – og ikki minst – ógvuliga impo­ nerað avstað aftur tveir tím­ ar seinni. Sjálvt fólk, sum meiri ella minni vóru vaksin upp við Olevinu, vistu ikki so nágreiniliga og djúpt, hvussu lív hennara var farið fram. Tað var líka týðiligt, at Olevina – millum manna nevnd Vina – hevði latið full­komiliga upp fyri Randi og sagt henni sínar mest inniligu og privatu tankar. Í fyrilestrinum sjálvum var Randi meiri «generell«, men aftaná var møguleiki at spyrja, og tað vóru fleiri, sum nýttu høvið til tað, og tá fór hon niður í smálutir sum vístu, hvussu væl hon var vitandi um tað, hon tos­ aði um. Okkum, sum dagliga búgva í Nólsoy, er greitt, at Vina hevur verið ógvuliga hart rakt av lagnuni. Hon hevði ógvuliga stórt stríð við manninum, tá hesin gjørdist sjúkur av Parkinson sjúk­uni. Vitanin var ógvu­ liga avmarkað um hesa sjúk­ una tá, og læknarnir royndu enntá at skurðviðgera mann­ in í eini roynd at gera hann frískan. Í dag vita vit, at tað als ikki ber til at skurð­við­ gera fyri Parkinson. Mist tveir synir Men hóast hetta, so hevur Vina altíð verið eitt satt lívs­ stykki, altíð glað og positiv, og hevur í ríkiligt mát tikið lut í bygdalívinum, ikki minst sum kokkur til bæði gaman og álvara. Longu sum átta ára gomul tór hon út at arbeiða, fyri at hjálpa familjuni. Hetta var heldur ikki nakað óvanligt tá, tí tíðirnar gjørdu, at øll máttu hjálpa til í húsar­hald­ inum. Seinni mátti hon sum tólv ára gomul ansa yngru syskjunum, nakað, sum held­ur ikki var óvanligt tá á døg­um. Hóast Vina soleiðis er lítil av vøkstri, so hevur hon eitt ógvuliga stórt hjarta, so tað var heilt náttúrligt fyri hana at taka ommusystir sína inn, tá hendan gjørdist húsvill. Hon tók sær av henni til hennara doyggjandi dag, sum kom, tá Vina sjálv mátti til Havnar á sjúkrahús at føða yngstu dáttrina – sum hon valdi at kalla upp eftir ommusystrini, Helena, vanliga nevnd Lena. Vina virkaði sjálv sum jarða­móðir, eitt starv, sum meiri ella minni gekk í arv. Men tá lógaráseting kom um at møður skuldu eiga á sjúkrahúsunum, fall hetta serliga bygdastarv burtur. Seinni í lívinum skuldi Vina so eisini kenna sorgina av at missa ikki bert ein, men tveir synir á sjónum. Báðir druknaðu við Føroya strendur, hóast báðir høvdu mangan brattan farið á lang­ferð við fiskiskipum við New Foundland og aðrar fjar­­ skotnar strendur. Villy druknaði í Vágs­ botni, meðan navnframi Ove Joensen sum vit minn­ ast druknaði á Skála­fjørð­ inum í blikastilli á heysti 1987. Fyrilesturin ber boð um, at Randi hevur sett seg rættiliga væl inn í føroysk viður­skifti og inn í lívsháttin hjá konu­ fólki í Føroyum FYRILESTUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Jóhan Hendrik Winther Poul­sen er ikki hvør sum helst, tá tað kemur til før­ oyska mentan. Tað var tí ógvuliga áhugavert, at hann var millum teirra, sum vóru komin til Nólsoyar fríggja­ kvøldið at lurta eftir fyri­ lestrinum hjá Randi Ward um lívið hjá Olevinu Joen­ sen. Hann heldur tað er merkis­ vert, sum hon hevur fingið nógv burturúr tíðini, hon hevur lisið í Føroyum. - Eg haldi, at hon hevur verið sera nærløgd, tá ið ræð­ur um at seta seg inn í før­oyska mentan og ment­ anarlív í breiðum høpi. Fyri­ lesturin ber boð um, at Randi hevur sett seg rætti­ liga væl inn í føroysk viður­ skifti og inn í lívsháttin hjá konufólki í Føroyum. Hon hevur eisini livað seg sera væl inn í bygdalívið og hev­ ur fatað føroyska mentan ógvuliga væl. Tað er áhuga­ vert, at hon er komin heilt úr USA og higar til lands at kunna seg um fólkalív og mentan, segði Jóhan Hendrik W. Poulsen. Sera áhugavert Randi Ward nevndi, tá hon varð spurd, at hon nú fer til Spania at arbeiða og seta seg inn í teirra metnan og mál. Og hon vísti á, at hon ætlaði sær at nýta ta vitan, hon hevði fingið í Føroyum sum grundarlag fyri kom­ andi uppgávum. Jóhan H. W. Poulsen var rættiliga bergtikin av tí, sum Randi hevði fingið burt­ur úr her heima. Hann sigur, at hann hevur hitt Randi áður, men hevur ikki havt nógv við hana at gera sum so. Eg helt, at eg mátti fara út at lurta eftir fyrilestrinum, sum eg haldi var sera áhuga­ verdur. Tað er eisini áhuga­ vert, at Randi ætlar at nýta ta vitan, hon hevur nomið sær í Føroyum, í einum størri høpi, segði Jóhan Hendrik Winther Poulsen. Egon Hansen er nóls­ oyingur og uppvaksin í oynni. Hann hevði leitað sær til Nólsoyar hetta kvøldið, og hann var ógvuliga bergtikin av fyrilestrinum hjá Randi Ward FYRILESTUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Ein av fróðarmonnunum, Nólsoy hevur fostrað, er Egon Hansen. Egon er kend­ ur fyri millum annað at hava skrivað bókina um kirkj­una í Nólsoy, »Kirkjan á tanganum«. Í dag býr Egon Hansen í Havn, og hann var ein av teimum um fimtan fólkun­ um, ið høvdu lagt leiðina til Nólsoyar fríggjakvøldið at lurta eftir fyrilestrinum hjá Randi Ward. Og hann var avgjørt væl nøgdur, tá vit hittu hann eftir fyrilesturin. Egon Hansen sigur, at Randi í sínum fyrilestri nam við viðurskifti, hann ikki væntaði, at hon fór at umrøða. - Eg væntaði, at hon fór at lýsa Vinu, sum eina vanliga fiskimannakonu við kúgv í kjallaranum. Men lýsingin var nógva meira neyv og djúp. Hon lýsti Vinu sum eina sálar­ sterka og sera raska kvinnu, sum hevur verið ígjøgnum nógv í lívinum, bæði gleði, stríð og sorg. Tá ið stríðið var mest og sorgin størst, Randi Ward í fyrilestri: Kvinnan stýrdi arbeiðinum Jóhan Hendrik Winther Poulsen: Randi hevur verið sera nærløgd Egon Hansen: Lýsingin neyv og d Ólógliga garnaveiðu Leygarnáttina varð garnaskipið Vesturland tikið fyri ólógliga veiðu á Ytrabanka. Tað segði Útvarpið í morgun. Tjaldrið tók skipið um eitttíðina leygarnáttina, tí skipið setti gørn á einari leið, sum er grynri enn 380 metrar, sum ikki er loyvt. Útvarpið skrivar á heimasíðu sínari, at Fiskiveiðueftirlitið á sattelitti sær, hvar skipini liggja, og tí varð farið at kannað, hvat Vesturland tókst við. Mett verður, at Vesturland hevði sett 888 gørn, tá ið Tjaldrið kom á staðið, og veiða og reiðskapur eru gjørd upp til 255.000 krónur. Báðir skipararnir fáa bót. Skiparin, sum setti gørnini, fær eitt sektarkrav, sum ljóðar á 120.000 krónur, og hin skiparin fær 52.000 krónur í bót. Jóhan Hendrik Winther Poulsen var hugtikin av fyrilestrinum Fleiri enn 50 fólk vóru og lurtaðu eftir fyrilestrinum hjá Randi Ward fríggjakvøldið