Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-29, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. mai 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 100 - 29. mai 2007 Býráðið hevur sam­tykt at seta hálva millión av til projektering av nýggjum grund­ stykkjum Millum Gilja ÚTSTYKKING Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tørvurin á grundstykkjum í Tórshavn er eyðsýndur. Bíði­listarnir eru langir, men nú ætlar býráðið at bøta eitt sindur um hetta. Samtykt er at seta hálva millión av til projerkering av 30 grund­ stykkjum í Djúpagili, Mill­ um Gilja. Útstykkingin liggur í náttúru­vøkrum umhvørvi við áum og gilum, sum seinni blíva størri við Djúpa­ gil. Ætlanin er, at avkoyring skal verða frá nýggja sam­ bindingarvegnum til út­stykk­ingina. Útstykkingin skal halda fram við verandi útstykk­ing­ ar fram við gilinum, niðan til nýggja sambindingar­ vegin og harvið eisini binda økini á báðum síðum av sambindingarvegnum meiri saman. Pláss verður fyri 30 grund­stykkjum til samans og møguleika fyri stovns­ bygging eystanfyri. Hetta fer tó helst at krevja eina íbinding afturat í sambind­ ingarvegin. Sum nakað nýtt ætlar kommunan at gera grund­ økini púra klár, tað vil siga at tey verða seld liðugt planer­að. Stykkini verða 300 fermetrar við felags par­keringsøkjum, gøtusam­ bondum og skipaðum frí­ økjum. Klárt til projektering: 30 nýggj grundstykkir í Djúpagili Eik Banki hev­­ur keypt SkandiaBanken, sum er størsti danski internetbankin við fleiri enn 115.000 kundum FÍGGJARVIRKSEMI Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Eik Banki víðkar alsamt um sítt virksemi. Nú hevur samtakið keypt størsta danska internetbankan, SkandiaBanken. Talan er um internetbanka burturav, og størsta av sín­ um slag í Danmark. Skandia­Banken skal leggj­ ast saman við Eik Dan­ mark, og fer framyvir at eita Eik.dk. Kundarnir í nýggja Eik. dk er fyri tað mesta vællønt fólk, og bankin hevur størri innlán enn útlán. Hetta pass­ar væl til eina saman­ legging við Eik Danmark, tí har er talan um størri útlán enn innlán. Við hesum keypinum veksur Eik samtakið mun­ andi og telist nú millum 15 teir størstu bankarnir í danska ríkinum. - Saman við virkseminum í dóttirbankanum Eik Danmark og øðrum týðandi íløgum í Danmark, styrkir keypið av Skandia­Banka­ num munandi okkara fóta­ festi á danska fíggjarmarkn­ aðinum. Vit eru aktivt til staðar í Danmark, og nú økja og spjaða vit virk­sem­ ið upp aftur meira, sigur Marner Jacobsen, forstjóri í Eik Banka. Brúkaravinsamur Innlánini í nýggja Eik.dk eru 5,9 milliardir, meðan útlánini liggja á 4,3 milli­ ardum. Við økta virksemi­ num økist javnin í Eik sam­ takinum úr 12 heilt upp í 18 milliardir. Bankin verður rikin víð­ ari eftir sama leisti sum higartil, og upplýst verður, at brúkaravinsemi og kapp­ ingarføri eru hornasteinar, sum bankin er kendur fyri. Hann er eisini fleiri ferðir kosin fremsti internetbanki í ríkinum, umframt at hann í 2005 var kosin bíligasti bankin, tá um ómaksløn ræð­ur. Higartil hevur Eik ikki havt privatkundavirksemi í Danmark, men við keypi­ num av SkandiaBanken fær Eik fótafesti á hesum økinum eisini. Vakstrarmøguleikarnir eru stórir. Bankin stendur sterkur millum kundarnar, og saman við góðu roynd­ unum frá privatkunda­virk­ semi úr Føroyum, verður SkandiaBanken rikin víð­ ari eftir sama góða leisti, sigur Brian Toft, stjóri í Eik Bank Danmark. fekk hon hjálpandi hond, segði Egon Hansen. Blíð og lættsint Vina hevur verið ein útat­ vend kvinna, blíð og lætt­ sint. Hon hevur ikki sæð myrkt upp á tilveruna og hevur hetta ivaleyst havt sín týdning fyri, at hon hevur megnað alt tað, hon hevur verið ígjøgnum. Vina læt seg ongantíð sláa út, men dugdi at »takla« tingini, tá tey komu. Egon sigur, at hon er um­tókt og er fólkakær. Tað sigur eisini nakað um Vinu, at hon tók sær av Pobbalenu, ið var systkinabarn til Mart­ in bónda, sum aftur var abbi Vinu. - Eg má siga, at hóast eg eri uppvaksin í Nólsoy, hevði eg ikki ímyndað mær hesa síðuna av Vinu. Frá­ søgn­in hjá Randi prógvar, at Vina var ein sterk kvinna – bæði til likams og sálar, segði Egon Hansen. m Eik víðkar um virksemið: Størsti internetbanki nú føroyskur djúp Sjálvt dagin í dag er Vina – hóast árini eftirhindini eru farin at tyngja eitt sind­ ur – ótrúliga lívsglað, og tað er helst eisini orsøkin til, at hon hevur latið Randi Ward sleppa so nær inn at sínum lívi. Undir øllum umstøðum ein fyrilestur, sum bergtók fólk og sum vísti, at tað á ongan hátt var av tilvild, at Randi Ward fekk eitt 11-tal fyri høvuðsuppgávu sína. Smyril siglir til Italia-dystin Komandi vikuskiftið hevur Strandferðslan broytt ferðaætlanina hjá Smyrli, so lagaligari er hjá suðuroyingum at koma til landsdyst. Broytingin ger tað møguligt hjá suðuroyingum at ferðast aftur og fram á dystardegnum. Klokkan 17 verður siglt av Krambatanga, og klokkan 22 verður loyst av Havnini. Í tíðindaskrivi verður sagt, at hetta stig er tikið, tí dysturin hjá fótbóltslandsliðnum má sigast at hava serliga stóran áhuga kring alt landið. - Eg má siga, at hóast eg eri uppvaksin í Nólsoy, hevði eg ikki ímyndað mær hesa síðuna av Vinu. Frásøgnin hjá Randi prógvar, at Vina var ein sterk kvinna – bæði til likams og sálar, segði Egon Hansen Vina Joensen og Randi Ward Soleiðis fer ætlaða útstykkingin í Djúpagili at síggja út Kaldbaksvegurin stongdur Kaldbaksvegurin er stongdur fyri allari ferðslu frá í morgun klokkan níggju, og til seinnapartin mikudagin klokkan fýra. Landsverk skrivar soleiðis á heimasíðu sínari: “Vegna arbeiði hjá Fjarhitafelagnum verður vegastrekkið frá Sundi til íbindingina í Kaldbaksbotni stongt fyri allari ferðslu frá týsmorgni, 29. mai kl. 09.00 til mikudagin, 30. mai kl. 16.00.”