týsdagur 29. mai 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
[ Nr. 100 - 29. mai 2007 ]
Skotsku
skjúttarnir
burtur
Tveir
av
vandamestu
skotsku
áleyparunum
verða ikki við í hópinum,
sum fer til Føroya. James
McFadden, sum spælir
við enska Everton, hevur
tvær ferðir áður skorað
móti Føroyum, men hann
hevur brotið eitt bein í
fótinum.
Hartil
fekk
Kenny Miller ein vødda
skaða í læarið, tá Celtic
spældi steypafinalu.
Enn
hevur
skotski
landsliðsvenjarin tó bert
tikið Garry O’Connor út
fyri McFadden.
- Vit hava longu mist
McFadden, og tí er
Kenny enn meira týdning
armikil hjá okkum. Hann
hevur skotið nógv mál
fyri Skotland og hevur
ein sera sterkan vinnara
hugburð, og vilja vit
royna alt tað, vit eru
mentir, fyri at fáa hann
tøkan til dystin, sigur
hjálparvenjarin
hjá
skotska
landsliðnum,
Roy Aitken, við skotska
Daily Record.
Celtic-venjarin, Gord
on Strachan, ivast tó í,
um tað verður gjørligt
hjá Miller at spæla.
- Eg meti ikki, at hann
fær spælt. Talan er tíverri
um ein rættiliga álvars
ligan skaða, sigur Strac
han við Daily Record.
Við Kris Boyd, Craig
Beattie, Shaun Maloney
og Gary O’Connor í hópi
num hevur Alex McLeish
tó framvegis fleiri streing
ir at spæla upp á í álopi
num.
-mørk
Alina Olaru til Tjaldrið
Alina Olaru fer komandi kappingarár at spæla hondbólt við
Tjaldrinum, eftir at hava verið í Klaksvík í nøkur ár. Í tíðindaskrivi,
sum Tjaldrið sendi leygardagin, verður sagt, at sáttmáli er skrivaður
við spælaran, sum seinnu árini hevur verið ein tann fremsta í føroysku
kvinnudeildini. Tjaldrið spælir í 1. deild komandi kappingarár, men
málið hjá felagnum er at koma upp í SunSet-kappingina. Og fyri at
røkka hesum málsetningi hevur felagið nú styrkt seg við Alinu Olaru.
Týskur landsliðsleikari til
Real Madrid
Tað hevur leingi verið greitt, at Christoph Metzelder ikki fór at leingja
sáttmála sín við Dortmund. Og sum gitingar hava verið um seinastu tíðina,
fer týski landsliðsverjuleikarin til spanska Real Madrid. Hetta váttaði
venjarin hjá Dortmund, Thomas Doll, fyri týskum sjónvarpi í leygardagin.
26 ára gamli Christoph Metzelder hevur leikt í Dortmund síðan 2000, har
hann frá lítla týska felagnum, Preussen Münster.
Blackpool skal kom
andi kappingarár
spæla í enska Champ
ionship. Sunundagin
vunnu teir 2-0 á
Yeovil í play-off dysti
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
- Hetta er størsta upplivingin
í mínum lívi. Heilt fantast
iskt.
Soleiðis tók Claus Bech
Jørgensen til við bold.dk,
eftir at hann og Blackpool
framman fyri 59.313 áskoð
arum á Wembley høvdu
bast Yeovil í dystinum um
seinasta uppflytaraplássið
til næst bestu ensku deild
ina.
Sigurin kom til høldar
við málum frá Robbie Willi
ams og Keigan Parker, sum
skoraðu stutt fyri og stutt
eftir steðgin. Talan var um
tíggjunda sigurin á rað hjá
Blackpool, og hetta er met í
felagnum. Nakað sum av
gjørt ikki gjørdi dagin verri.
Og sum vera man skuldi
hetta feirast á fýra tíma
longu bussferðini heimaft
ur.
- Eg dugi slettis ikki at
siga frá, hvussu hetta kenn
ist. Tað er fyrsta ferðin, at
eg eri fluttur upp við einum
liði, og at tað skuldi henda
á einum nærum fullsettum
Wembley er bara heilt, heilt
ótrúligt. Tað er eins og at
síggja Chelsea, tá teir
vunnu FA-Cup finaluna. Eg
rokni í øllum førum ikki
við, at gleðin hjá teimum
var minsta pettið størri, enn
hon var tað hjá okkum,
sigur Claus við bold.dk.
Tá vit í farnu viku prátaðu
við Claus undan dystinum
á Wembley segði hann, at
hann metti liðið hava møgu
leikan at standa seg í
Championship, har Claus
eisini áður hevur spælt.
- Sjálvandi verður málið
fyrst og fremst at halda sess
in í deildini, og til tess verð
ur hópurin helst eisini
styrktur. Hinvegin rokni eg
við, at tað eru verri lið enn
vit, sum áður eru flutt upp,
so vit hava avgjørt møgu
leikan at bíta okkum fastar,
segði hann.
Claus vann á Wembley
Fimm spælarar frá
Champions League
vinnarunum, Milan,
eru við á Føroya-
ferðini hjá Italia.
Teirra millum tvífaldi
málskjúttin, Filippo
Inzaghi
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hóast nøvn sum Nesta,
Toni og Totti ikki standa á
listanum, sum italska fót
bóltssambandið hevur latið
UEFA undan Føroya-ferð
ini, so er talan kortini um
eina ríkiliga stóra uppgávu
hjá føroyska landsliðnum.
Frá hópinum, sum sein
asta summar var við til at
tryggja sær HM, eru 13
spælarar, og tað í sjálvum
sær borgar væl fyri einum
ávísum kvaliteti. Og teir,
sum síðani eru komnir aftur
at, eru nú heldur ikki vána
ligir spælarar. Snøgt sagt,
so er talan um sanna stjørnu
kavalkadu,
sum
kemur
hendanvegin, har lið sum
Real Madrid, Barcelona,
Inter,
Milan
og
Roma
standa á visit-kortunum hjá
spælarunum. Teir trettan
heimsmeistaranir
eru
Amelia, Buffon, Barzagli,
Cannavaro,
Materazzi,
Oddo, Zambrotta, De Rossi,
Gattuos, Perotta, Pirlo, Del
Piero og Inzaghi.:
13 heimsmeistarar til Føroya
Claus Bech Jørgensen fekk sína nógv størstu fótbóltsuppliving
nakrantíð, tá hann framman fyri nærum 60.000 áskoðarum
var við til at vissa Blackpool uppflyting til næst bestu ensku
deildina
Mynd: Polfoto/AP
Italski hópurin
Málverjar
Spælari
Felag
Landsdystir/mál
Marco Amelia
Livorno
3/0
Gianlugi Buffon
Juventus
73/0
Christian Abbiati
Torino
4/0
Verjuspælarar
Andrea Barzagli
Palermo
13/0
Fabio Cannavaro
Real Madrid
106/1
Marco Materazzi
Inter
36/2
Massimo Oddo
Milan
26/1
Gianluca Zambrotta
Barcelona
63/2
Allessando Gamberini Fiorentina
0/0
Manuel Pasqual
Firorentina
2/0
Max Tonetto
Roma
0/0
Miðvøllur
Daniele De Rossi
Roma
26/4
Stefona Aimo Diana
Palermo
12/0
Gennaro Ivan Gattuso Milan
51/1
Simone Perrotta
Roma
34/2
Andrea Pirlo
Milan
36/5
Massimo Ambrosini
Milan
23/0
Álop
Cristiano Lucarelli
Livorno
3/1
Antonio Di Natale
Udinese
9/2
Tommaso Rocchi
Lazio
3/0
Alessandro Del Piero
Juventus
81/27
Filippo Inzaghi
Milan
53/23
Fabio Quagliarella
Sampdoria
1/0
Alessandro Del Piero er við 27 landsliðsmálum tann spælarin
hjá Italia, sum oftast hevur skorað á landsliðnum. Í júst lidna
kappingarári var hann toppskjútti hjá Juventus, sum eftir stóru
gøluna aftur hevur vunnið seg upp í italsku seriu A
Mynd: Polfoto/AP