týsdagur 29. mai 2007síða 32
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
[ Nr. 100 - 29. mai 2007 ]
Oddaliðið B68
hevur fýra umfør
at geva av, og tað
skulu í hvussu so
er trý umfør til fyri
at koppa FSV04 av
uppflytingarplássi
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað leingist millum tey
bæði toppliðini og hini. Í
11. umfari vunnu bæði
B68 og FSV04, meðan ÍF,
sum framvegis er á triðja
plássi, einki fekk burturúr.
Harvið er munurin frá
B68 og aftur til ÍF tíggju
stig.
Tað vil við øðrum orð
um siga, at tað í hvussu so
er skulu fýra umfør til fyri
at fáa B68, sum enn ikki
er farið stigaleyst av vølli,
av uppflytingarplássi, og
at tað skulu í hvussu so er
trý umfør til fyri at fáa
FSV04 av uppflytingar
plássi.
Toppuppgerðin var í
Fuglafirði, har tað var tætt
og spennandi. Heimaliðið
gav ikki gestunum av Toft
um nakað eftir, men tofta
menn høvdu marginalirnar
á sínari síðu. Í einari støðu
í 2. hálvleiki bjargaðu teir
fleiri ferðir á málstrikuni,
og í evstu løtu eydnaðist
tað teimum at fáa sigurs
málið.
Jann Ingi Petersen gjørd
ist púra leysur innanfyri
ÍF verjuna í høgru. Í staðin
fyri at royna sjálvur ímóti
málinum, spældi hann
skilagott upp á tvørs til
Alexandro, sum var púra
blankur, tá ið hann trillaði
bóltin í tóma ÍF málið.
Í Leirvík eydnaðist tað
endiliga LÍF aftur at fáa
stig burturúr. Teir næst
bestu í NSÍ vitjaðu, og tað
var rættiliga spennandi.
NSÍ var fyrstu stóru løtuna
leikliga omaná, men teir
fingu ikki mál. Seinna
partin av 1. hálvleiki ment
ist heimaliðið, og tá skor
aði Adrian Joensen tvey
mál.
Í fyrra førinum stýrdi
hann við høvdinum bóltin
í málið eftir innlegg úr
vinstru frá Magnusi Skora
líð, og í seinna førinum
skoraði Adrian eftir inn
legg úr høgru frá Sølva
Vatnhamar.
Spenningur kom í aftur,
tá ið ein tími var farin.
Øssur Dalbúð sesndi við
høvdinum bóltin í LÍF
málið, men heimaliðið
megnaði at halda tørn um
tepru leiðsluna.
Í Sandavági megnaði
FSV04 í tættari granna
uppgerð at vinna 1-0.
Einsamalla málið skoraði
Hilmar
Sveinbjørnsson
tíggju
minuttir
undan
steðginum. Fríspark úr
stórari fjarstøðu rakti í
handara stólpan og í høvd
ið á annars óføra SÍ mál
verjanum, áðrenn bólturin
fór í málið.
Sørvingar eru niðarlaga
á støðutalvuni, men teir
góvu
heimamonnunum
ein skarpan gang – serliga
í 2. hálvleiki.
Niðast av øllum er B36.
Hesa ferð var árstalsfelagið
partur av grannauppgerð í
Gundadali. Unglingaspæl
arin Jóhan Petur Olsen
legði HB framum, men
Jóhan Ellingsgaard svar
aði aftur undan steðginum,
og í 2. hálvleiki kom einki
mál.
Fimm ferðir á rað hevur
tað ikki eydnast TB at
vinna fulla úrtøku. Hesa
ferð gekk betur. 2. hvítu
sunnudag vann TB 2-0 á
Sevmýri ímóti teimum
næstbestu í KÍ.
Einki mál kom í 1. hálv
leiki. Eftir steðgin skoraði
Allan Poulsen beinanvegin
við góðum skoti úr brots
teiginum, og miðskeiðis í
2.
hálvleiki
økti
Óli
Johannesen, eftir at hann
hevði fingið tamarhald á
langari sending frá mál
verjanum, Ivan Stojkovic.
Hesa ferð var Óli Johanne
sen alla tíðina í TB álopi
num.
Nú verður steðgur í
landskappingini inntil ann
an leygardag. Tá sær skrá
in soleiðis út: TB-LÍF,
HB-ÍF, FSV04-B68, B36-
NSÍ og KÍ-SÍ. Talan verð
ur altso um toppuppgerð á
Valloyrini í Sandavági.
Tour de France hóttir CSC
Eftir útsagnirnar hjá Bjarne Riis um doping, verður nú sett
spurnartekin við, hvørt Bjarne Riis skal hava loyvi at standa á odda
fyri Team CSC, tá liðið tekur lut í stóru súkklukappingini. – Skal
hann hava loyvi til tað. Hann var jú eisini stjóri hjá Ivan Basso í
fjør, tá hesin hevði samband við Eufemio Fuentes. Er samband
millum hetta og tað, sum Riis nú viðgongur? Tað er neyðugt, at
sannleikin nú kemur á borðið, so vakra ítróttargreinin kann bjargast,
sigur Christian Prudhomme, stjóri fyri Tour de France.
Gascoigne undir
skurð
Paul Gascoigne varð um vikuskiftið innlagdur
á sjúkrahús, har hann fekk akutta viðgerð fyri
magasár. Jane Morgan, sum er umboðsmaður
hjá fyrrverandi enska landsliðsspælaranum,
sigur við BBC, at spælarin er komin væl fyri
seg, men at hann skal verða verandi á
sjúkrahúsinum í nakrar dagar.
Fyrimyndin hjá so
nógvum súkklarum
var í veruleikanum
eingin fyrimynd.
Bjarne Riis var nevni
liga fyltur av doping,
tá ið hann í sínum
gyltu árum vann seg
fram til nógvar stórar
sigrar
Súkkling
Pætur Albinus
patur@sosialurin.fo
Fríggjadagin kl.15.30 kall
aði Bjarne Riis til tíðinda
fund í heimbýi sínum, Hern
ing. Luttøkan á fundinum
var ovurstór, og fjølmiðla
fólkini fingu tað, ið tey
komu eftir. Nevniliga eina
viðurkenning.
Viðgekk doping
misnýtslu
Tíðindafundurin
byrjaði
við at talsmaðurin hjá hon
um greiddi uppmøttu tíð
indafólkunum frá manna
gongdini, og síðan fekk
høvuðspersónurin
orðið.
Frágreiðingin var ikki kom
in langt, tá ið hann viðgekk
dopingina. Hann var týði
liga rørdur, og tárini vóru
um at trilla niður eftir kjálk
anum.
- Eg eri her í dag fyri at
fáa sannleikan fram, sam
stundis við at fáa lagt tað
býtta aftur um bak. Hetta
hevur ikki verið torført. Eg
havi tikið doping, og eg
havi tikið EPO, ljóðaði tað
frá Bjarne Riis, sum í dag
er eigari og venjari hjá
heimsins besta súkkluliði,
Team CSC.
Bjarne var sum vera man
keddur um svikið, ið hann
hevur skuffað allan súkklu
heimin við.
- Eg havi logið fyri øllum,
eisini mær sjálvum. Eg vil
hervið siga orsaka, men eg
kann hinvegin frøast yvir,
at tey, ið kenna meg, fram
vegis hava álit á mær. Eins
og øll onnur, havi eg gjørt
mistøk í lívi mínum. Hetta
var mítt val og mítt mistak,
helt Bjarne Riis fram.
Basso setti hol á
Viðurkenningin kom ikki
púrt av ongum. Fyri trimum
vikum síðan traðkaði italska
súkklustjørnan, Ivan Basso,
fram, og viðgekk sína skuld
í dopingmisnýtsluni. Rokn
að varð við, at hetta var byrj
anin til fleiri viðurkenningar
- og soleiðis bleiv.
Týska
Team
Telecom
tykist at vera fyrsta liðið,
sum av álvara traðkar fram,
og leggur sonnu kortini ár
borðið. Júst hjá Team Tele
com var Bjarne Riis súkkl
ari hjá gjøgnum 90’ini.
Undan viðurkenningini hjá
Riis fríggjadagin, høvdu
longu fimm súkklarar á
Team Telecom viðgingið
dopingmisnýtsluna.
Teir
vóru Rolf Aldag, Udo
Bölts,
Christian
Henn,
Brian Holm og Erik Zabel.
Tískil kom tað ikki heilt
óvæntað á, at Bjarne Riis
fríggjadagin mátti skuffa
súkkluheimin við beiska
sannleikanum.
Nú verður sett stórt spurn
artekin við, um tann stóri
Lance Armstrong eisini
hevur verið dopaður. Hann
hevur ikki heilt óundrunar
vert vunnið heimsins størstu
súkklukapping, Tour
de
France, heili fimm ár á rað.
Fær ikki heiðurin
frátiknan
Bjarne Riis vann í 1996
Tour de France. Tá var dop
ing eftir øllum at døma ein
partur av súkklingini, og tí
var einki løgið í, at Bjarne
eisini var dopaður. Revsing
in fyri doping er sum vera
man hørð, men í hesum før
um er ikki lógligt at revsa
hann.
Fremsti súkklarin í súkklu
kappingini súkklaði í eyð
kendu gulu føraratroyggjuni,
sum Bjarne eftir súkklu
kappingina vann til ognar.
Ein troyggja, ið einki hevur
at siga fyri hann longur.
- Eg eri errin av heiðri
num, sum eg bardist hart
fyri. Eg var tó ikki ein rætt
ur vinnari. Troyggjan liggur
heima í bilhúsinum, og dop
ingvaldið er vælkomið eftir
henni. Hon hevur ongan
týdning fyri meg longur,
segði Bjarne Riis at enda.
Heiðurin verður tó ikki
tikin frá honum, av tí at tað
eru heili 11 ár síðan hann
vann heiðurin. Eftir átta ár
sum eigari av gulu troyggj
uni, hevur eingin myndug
leiki rætt at taka hana frá
honum.
Gevst ikki so
Bjarne Riis hevur framvegis
eitt súkklufelag og súkklulið
at standa fyri, og hetta ætlar
hann at halda fram vð.
- Um nakar vil hava meg
at gevast, so kann eg gera
tað. Men eg haldi fast við,
at súkkluheimurin hevur
tørv á einum sum mær, sig
ur Bjarne Riis, sum fram
vegis má sigast at vera mill
um hægst virdu monnunum
í súkkluheiminum. Fram
brótandi úrslitini skuldu
ikki spátt iva um stóru evni
hansara.
Bara botnurin
at spæla um
Danska
súkklu
stjørnan
viðgekk
doping
misnýtslu
Bjarne Riis hevði ilt
við at halda eyguni
turr, tá ið hann
fríggjadagin skuffaði
allan súkkluheimin
við at viðganga
beiska veruleikan
Mynd: Polfoto/Jens
Dresling