Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-29, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. mai 2007síða 35

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 100 - 29. mai 2007 35 Frá Fuglafjarðar býráð Feløg og einstaklingar, sum hava ætlanir um at nýta fimleikarhøll skúlans vetrarhálvuna 2007-2008 verða biðin um at senda menta- málanevndini skrivliga umsókn í seinasta lagi fríggjadagin 08. juni 2007 kl. 15.00. Fuglafjørður, tann 22. mai 2007 Fuglafjarðar býráð Mentamálanevndin Fuglafjarðar Býráð Hús í Vági til sølu Sethúsini – Toftalíð 24, matr. nr. 92 – til sølu, um hóskandi boð fæst. Tlf. nr. 373044 - 583044 Pedagogur søkist Pedagogar søkjast til Dagstovnin í Gøtu. Til at byrja 6 august 2007. 1 Avloysari til arbeiðið í Dagstovninum tá starvsfólk eru sjúk og í feriu. At byrja skjótast tilber. Í dagliga arbeiðnum leggja vit m.a. dent á: • at børn og starvsfólk trívast og eru í menning. • at hava gott samstarv við foreldur og starvsfólk. • at skapa álit og tryggleika, bæði fyri foreldur og børn. • at virða tað einstaka barni í bólkinum. Vit ynskja: • at tú hevur góð samstarvsevnir. • at tú hevur hug og áðræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerðandisdag. • at vera við til at mynda og menna tað pedagogiska umhvørvi. Dagstovnurin lat upp 1 februar 2000, og liggur í hugnaligum og barnavinaligum umhvørvi, við Gøtugjógv. Lønin er sambart sáttmála ímillum Føroya Peda­ gogfelag og Føroya Kommunala Arbeiðsgevara­ felag. Nærri upplýsing um størvini fáast við at venda sær til Torgerð Hansen leiðara, fartlf. 771008. Skrivlig umsøkn við avrit av prógv og ummælum skal sendast okkum í seinasta lagi 15 juni 2007 kl.10.00. Bygdaráðið tekur sær rætt til frítt at velja ímillum umsøknirnar ella ongan at seta. Dagstovnurin í Gøtu postboks 32. Vaktarhúsvegur 1. 511 Gøtugjógv. Deildarleiðari til MRCC Tórhsavn Tilbúgvingarstovnur Føroya søkir eftir deild­ arleiðara til virkisøkið MRCC Tórshavn. Deild­ arleiðarin fær dagligu leiðsluábyrgdina av virkisøkinum, sum fevnir um neyð­ og trygdar­ radiotænastu, leiting og bjarging á sjónum og sjótilbúgving í breiðari merking. Høvuðsuppgávur Leiða og samskipa arbeiðið á MRCC Tórshavn, herundir • tryggja at leiti­ og bjargingarátøk lúka fyrisett mát og betrast • tryggja fullgóða neyð­ og trygdarradiotænastu • seta í verk menningartiltøk fyri starvsfólk og samstarvspartar í sjótilbúgvingini • samstarva um tvørgangandi uppgávur á stovninum • virka fyri og tryggja gott samstarv við MRCC­støðir í grannalondunum • umboða stovnin í føroyskum sum útlendskum samstarvsfora • skiftast við varaleiðaran um at røkja uppgávuna sum bakvakt • tryggja fullgóða umsiting av ISO 9001­ góðskustýrisskipanini Almenn førleikakrøv Umsøkjarar skulu hava hægstu nautisku út­ búgving og minst 5 ára siglingstíð sum yvir­ stýrimaður ella skipari við handilsskipi ella aðra hægri ástøðiliga útbúgving og royndir innan eitt nú frálandavinnu. Drúgvar royndir við heilsu­, trygdar­ og umhvørvisarbeiði ella royndir við leiti­ og bjargingararbeiði eru ein treyt fyri at kunna røkja starvið. Innlit í góðskustýrisskipanir eru somuleiðis ein treyt. Umsøkjarar skulu hava viðkomandi leiðslu­ royndir, góð evni at fyriskipa og samstarva umframt duga at arbeiða sjálvstøðugt. Neyðugt er at hava hollan telduførleika og málkunnleika til føroyskt, danskt og enskt. Setanarviðurskifti Starvið er tænastumannastarv og lønt í 35. lønarflokki í lønartalvu millum Tænastu­ mannafelag landsins og Fíggjarmálaráðið. Lønin pr. 1. okt. 2006 er tilsamans 34.859,86. Afturat lønini verður viðbót fyri bakvakt goldin eftir stig 3, sum er kr. 2.986,47 um mánaðin. Starvsheitið er deildarleiðari og tann, ið settur verður, hevur beinleiðis tilvísing til stjóran á Tilbúgvingarstovninum. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og stovnar undir tí, umframt hini stjórnarráðini. Tænastustaðurin verður Til­ búgvingarstovnur Føroya. Umsóknir Umsóknir við upplýsingum um útbúgving, royndir og møgulig tilmæli skulu sendast Til­ búgvingarstovni Føroya, Anni á Hædd, stjóra, Tinghúsvegur 64, 100 Tórshavn, í seinasta lagi 20. juni 2007. Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Anni á Hædd, stjóra, á telefon 356610. Tilbúgvingarstovnur Føroya Tilbúgvingarstovnur Føroya fevnir um virkisøkini sjóbjarging, neyð- og trygdarradiotænastur, brunaumsjón og tilbúgving í breiðari merking. Høvuðsuppgávurnar hjá stovninum eru at samskipa leiting og bjarging á sjónum, tilrættalegging og samskipan av tvørgangandi tilbúgvingaruppgávum í samfelagnum, umsita brunaumsjónar¬mál, luttøka í norðurlendskum, millumlanda og altjóða samstarvi umframt at vegleiða myndugleikar, stovnar og kommunur í tilbúgvingarligum spurningum. Heimasíður: www.mrcc.fo og www.brl.fo Hógv Handilsvirki Oman á Sand 15 · FO-660 Søldarfjørður Tel 470 400 · Fax 470 401 · hogv@hogv.fo Lærlingar Vit søknast eftir lærlingum til rørsmíð at byrja sum skjótast. Í sambandi við, at Torre Rasmussen, skúla­ stjóri, og Jóannis Petersen, lærari, fara úr starvi, verður almenn móttøka í fimleikarhøll Sørvágs skúla, fríggjadagin, 1. juni frá kl. 17. 00 til 19.00. Ætlanin er, at fólk samstundis kunnu nýta høvið at síggja skúlan. Frukt, pinnamatur, kransakøka og leskidrykkir verða at fáa. Fyrireikararnir vóna, at nógv fólk koma til tiltakið. Øll eru hjartaliga vælkomin. Skrá: kl. 17.00 – 18.00: Næmingar úr 8. flokki syngja og spæla á ljóðføri. kl. 17.30: Borgarstjórin, Jákup Suni Lauritsen, og formaðurin í skúlastýrinum, Sigrun Mikkelsen, halda røðu. kl. 18.00: Sørvágs tónleikarfelag spælir á nýggj ljóðføri. SørvágS Skúli og SørvágS kommuna Sørvágs Kommuna www.sorvag.fo Almenn móttøkA V a R ð a g Ø Ta 8 · F O ­ 3 8 0 S Ø R V á g u R S O R V a g @ S O R V a g . F O · T e L 3 3 2 0 0 4 Eykaaðalfundur verður í VB-Húsinum sunnudagin tann 03. juni kl 17.00. Skrá sambart lógum felagsins. Um ikki nóg nógvir limir møta á fundi til at skipa nevndinar verður felagi avtiki. Vinarliga komi á fund og stuðli fjølment VB-Hondbóltur Frá Vágs Bóltfelag