Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-18, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. mai 2007síða 5

‹ fyrra síða allar 176 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 5 Nr. 94 • 18. - 20. mai 2007 Hans Arna, sum er trúboðari í Afrika. - Tað var eitt gott upplivilsi at vera í Afrika. Líka síðani eg var 10 ára gamal, havi eg kent meg kallaðan til at vera trúboðara. Men tað er sjálvandi torført at fara burtur frá øllum. Eg eri eisini stakur, so eg havi ongan at fara við. Men eg hevði ynskt at verið trúboðari, men nú má tíðin vísa, hvat tað verður til. Um eg varð kallaður nú, hevði eg farið avstað. So má svimjing vera svimjing, sigur Kristian, sum gongur í Betesda. - Eg royni at vera á ungdóms­ møti og til mikukvøldsmøti. Eg havi tó ikki verið so raskur í sein­astuni, tí at eg havi verið so troyttur, sigur ein erligur Kristian. - Trúgvin á Jesus hevur nógv at siga fyri meg, slær Kristian fast. Græt av gleði Tað var sjálvandi eitt stórt stig og ein góð kensla hjá Kristiani at klára metini í 50 og 100 metrar frí. - Eg fór at gráta báðu ferð, eftir at eg hevði betrað um metini. Eg eri sera sárbærur, og eg fari heilt vist eisini at gráta av gleði, um eg vinni á Oyggjaleikunum í summar, sigur hann. Málið hjá honum er at vinna gull á Oyggjaleikunum. - Tað eru ikki nóg nógvar avbjóðingar, men tað er eitt stórt stig rætta vegin, at vit fara at luttaka til HM og EM. Annars kann eg royna at klára danska metið í 50 metrar frí, men so skal eg betra mína tíð við einum heilum sekundi, sigur Kristian. Svimjing er ósosialt - Eg eri helst ov gamal til at fara uttanlands at royna meg. Eg eri eisini alt ov ”lokalur” til at rýma. Men eg vil fegin hjálpa yngri svimjarum til at klára langt innan svimjing. Eg fekk kanska mítt gjøgnumbrot ov seint, tí at avbjóðingarnar vóru ikki nóg stórar, og eg byrjaði ikki at venja miðvíst, fyrr enn eg var 16 ára gamal. - Trupulleikin er, at tú mást eisini hava eitt arbeiði við síðuna av, og so fært tú ikki vant nóg mikið. Kristian visir á, at tað er hart at svimja og til tíðir sera óinteresant. - Eg havi eisini spælt fótbólt, og svimjing er nógv harðari og eisini óinteresant til tíðir. Tú venur einsamallur, so tað er ikki serliga sosialt. Í fótbólti ert tú saman við nógvum undir venjing, og í so máta er tað nógv stuttligari, sigur Kristian, sum tó ætlar at kappast móti sær sjálvum fyri at betra enn meira um sínar tíðir. Skal trúgva á seg sjálvan Kristian hevur verið nógv frammi í miðlunum, og tað var eisini skipað fyri móttøku í samband við, at hann betraði um metið í 50 metrar frí. Kristian er errin av tí, sum hann hevur klárað, men hann er eisini eitt sindur flovur av øllum tí, sum verður gjørt burturúr. - Tað er eitt sindur flovisligt, at so nógv verður gjørt burturúr mær. Men eg eri sjálvandi eisini errin av tí, sum eg havi megnað, sigur Kristian, sum hevur upplivað, at fólk eru ørg um, at hansara persónur skal fáa so nógv ansni. - Summi fólk eru ørg um, at eg skuldi fáa eina móttøku og tílíkt, og tey halda meg vera stoltan í mær sjálvum. Ein svimjari skal trúgva uppá seg sjálvan og vera egoistiskur fyri at gerast betri. Men tær nýtist ikki at vera stoltur í tær sjálvum fyri tað. Tað er munur á, sigur Kristian og heldur fram - Eg síggi ikki nakað stórt í mær sjálvum. Eg eri einans eitt menniskja sum øll onnur. Eg dugi bara eitt sindur betri at at svimja enn tey flestu. Onnur duga okkurt annað, sum eg ikki dugi, sigur Kristian Olsen at enda Kristian um politikk - Eg haldi, at vit skulu hava loysing, men eg veit ikki uppá hvønn máta, tað skal gerast. Eg var tjóðveldismaður inntil €266b. Nú verður tað helst Miðflokkurin og Karsten Hansen í staðin. Eg haldi, at Jenis er eitt sindur býtissligur av og á, men Miðflokkurin umboðar best tað, sum eg standi fyri Kristian um føroyskan mat - Mær dámar sera væl føroyskan mat. Serliga grind og ræst kjøt. Størsta frítíðarítrivið hjá mær er at fara í grind. Tá ið grind er, verður alt annað lagt til síðis. Pápi er útróðrarmaður, so vit eta nógvan fisk og eisini annan føroyskan mat jari vil vera trúboðari Kristian Olsen Føddur 6. mars 1985 Foreldrini eita Henny og Óli Karl Olsen Systkini eita Margith, Sára og Martin Stakur Arbeiðir hjá Norðhús Føroyskt met í 50 metra frísvimjing og 100 metra frísvimjing Fakta