fríggjadagur 18. mai 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 176 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 94 • 18. - 20. mai 2007
Vikuskifti
10
36 ára gamli danski sjónleikarin Nicolaj Coster Waldau kann rokna við
at gerast landskendur í USA í næstum. Hann hevur nevniliga fingið
høvuðsleiklutin í eini nýggjari sjónvarpsrøð, sum hevur fingið heitið New
Amsterdam. Í røðini spælir Waldau ein løgreglumaður, sum hevur livað í 400
ár og ikki kann doyggja.
Tað er felagið Fox, sum framleiðir nýggju røðina, og hon hevur nógv at liva
upp til, tí hon skal avloysa Prison Break, sum hevur verið sera vælumtókt.
Roknað verður við, at danska TV3 fer at sendi New Amsterdam í heyst.
Dani fær stóran
leiklut í USA
Tað verður
við spenningi
sæð fram til,
at Tintin fyri
fyrstu ferð
skal gerast
til veruligan
film.
Spenningurin
verður ikki
minni av, nú
tað er váttað,
at leikstjórarnir
fara at eita Steven Spielberg
og Peter Jackson. Ætlanin er
í fyrstu syftu at gera tríggjar
filmar um Tintin, og tann
fyrsta skal
Spielberg
leikstjórna.
Annan filmin
í røðini
skal Peter
Jackson so
standa fyri.
Eftir hetta
verður gjørt
av, hvør skal
gera tann
triðja filmin
um belgiska detektivin, sum
Spielberg og Jackson
gera Tintin
Dan Mazer, sum hevur skrivað leikritið til filmin um Borat, og Damian Jones, sum
framleiddi sama filmin, eru í holt við fyrireikingarnar til teirra næsta film. Hann fer at
snúgva seg um Melodi Grand Prixið, og ætlanin við nýggja filminum er at gera gjøldur
við sangkappingini, sum verður varpað í sjónvarpi kring alt Europa einaferð um árið.
Gera gjøldur við Grand Prixnum
Kalt
brúsubað
Brody er ein golden retriever,
og hann var blivin nakað
heitur nú um dagarnar, tá
ið hann hevði spælt sær í
eini park í Wyoming. Brody
hevur ikki vatnskrekk, so
hann brúkti eitt springvatn í
parkini til at køla seg av.
Raka tær so
Mangt og hvat verður gjørt av
kátum ítróttarfólki, tá ið teir fegnast
um ein góðan sigur. Á myndini
er tað Jesse Litch, sum spælir
baseball við Toronto Blues, sum
hevur fingið eina ordans sending av
barberskúmi í andliti. Hetta syrgdi
ein av liðfeløgunum fyri, eftir at
Tornoto Blues høvdu vunnið ein
dyst ímóti Orioles.
Lagt til rættis: Eyðun Klakstein
í stuttum