Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-18, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. mai 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 176 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 94 • 18. - 20. mai 2007 Vikuskifti 14 Á ferðini vitjaðu vit m.a bá­ta­verk­ s­mið­juna Sarin´s Båt­er, sum selur eitt sindur av bátum til føroyingar. Vit høvdu undan ferðini bið­ið stjóran, Thomas Sar­in, um eina samrøðu. Tann 19. apríl um 9 tíðuna settu vit honum stevnu á snotiligu verk­smið­ju hansara. Tá vit so koma inn í skriv­sto­ vu­na, kemur ein eldri ko­na ímóti okkum, “er dette fær­ing­er­ne?” spyr hon, og vit nikka. “Jag forstår, at i skal tala med chefen”, og við eitt er ein ungur maður har sum heils­ar uppá okkum. Vit høv­du næstan hug at spyrja hvar stjórin var, men við eitt sigur hann “dette er Tho­mas Sarin”, ein sera frynt­lig­ur maður, sum so av­gjørt ikki sá út til at hava “stjóra­nykk­ir”, nei, heldur tvør­t­ur­í­móti, hann var í kov­boy­ buks­um, ternutari skjúr­tu og einum svørtum tryg­dar­skóm. Stjórin er 37 ára gamal og hevur arbeitt her á verk­smið­ju­ni síðan 1997. Hann tók við sum stjóri í 2004. Thomas sigur, at Sarin´s Båt­er byrjaði so smátt í 1967, tá pápi hansara fór und­ir at gera ymiskt mon­ter­ing­s­arbeiði fyri aðrar. Ì ár eru tað eru sostatt 40 ár síð­ani vit byrjaðu, og tað hevur gin­g­ið ómetaliga skjótt við men­n­ingini av fyritøkuni, legg­ur hann afturat. Fyritøkan er enn í dag ein fam­ i­liu­fyritøka, tí umframt Tho­mas, sum er stjóri, so er mam­ma hansara á skriv­stov­uni og ein yngri beiggi, sum er tekniskur leiðari. Tvey onnur syskin eru ei­si­ni eigarar, men arbeiða ikki á verksmiðjuni. Pápin, sum settið fyritøkuna á stovn, er farin uppá pensjón. Í 1969 fór pápin sjálvur und­ir at gera lítlar seglbátar úr glasfiburi, og sum ískoyti til ta framleisluna gjørdið hann eisini lítlar jollur. Het­ta vant skjótt uppá seg, tí í 1975 byrjaði framleislan av bát­ um við motori, sum vit ken­na tað í dag. Rættuliga ferð kom á teir heilt flottu frítíðarbátarnar í 1977, og framleislan bara vek­­s­ur, sigur Thomas við ein­um smíli. Tað er so stór­ur eftirspurningur í løtuni, at bíðitíðin er uppí eitt heilt ár eftir teimum stórstu bát­ un­um, men fólk bíða gleði­li­ga, sigur hann. Á sama hátt sum um allan knøtt­in, so eru lág- og há­kon­ juk­tur­ar eisini í Fin­lan­di, sigur Thomas, t.d. var tíðin í byrjanin av 80´unum sera tung fyri ok­k­um, og tí ansa vit nú sera væl eftir ikki at vit ikki gera ov stórar íløgur, sum kunnu ko­ma at “kvala” okkum í síðs­ta enda. Hann sigur, at Sarin´s Båt­er hevur í dag ein um­setn­ing uppá á leið 6 mill. og tað er hann sera væl­nøg­d­ur við, tí fram­leiðs­lan er uml. 80 bátar árliga . Vit gera allar støddir av bát­ um, men serliga eru tað stødd­­ir­­nar 21 fót til 37 fót ið selja best. Umleið 85 pro­sent av framleisluni fer til út­flut­n­ings og marknaðurin er serliga Svøríki, Norra, men vit selja eisini til Russ­land, Japan, Grønland og sjálv­an­di til Føroyar. Fyri uml. 15 árðum síðani sel­du vit ein politibát til Svø­r­ík­is, men seinastu árð­ini hava vit selt 14 po­li­ti­bát­ ar til Týsklands og fyri kort­um hava vit fingið ein ordra upp­á tveir slíkar til Rom­en­ia, so ordrar uppá sergjørdar bát­ ar fáa vit av og á, sigur Tho­mas. Sum nevnt, so hava vit selt nakrar bátar til Før­oy­ing­ar gjøgnum áðrini. Hvus­su nógvar veit eg ikki her og nú, men vit hava eitt eina­­standandi samstarv við før­oy­ing­ar, tá teir keypa bát, sigur Thomas. Tað liggur ein serlig veiðu­men­ tan í føroyingum, tí hóast teir keypa ein ein flott­an t.d. 34 fót bát, sum vit her í Finlandi helst vildu brúkt til sól og summar og t.d. bátastevnur, so er spurn­ing­ ur­in altíð hjá føroyingum, hvus­­s u stórt dekkið er, so teir kunnu fáa fiskin til høld­ar. Eitt sum teir altíð spyr­ja um, er, hvar teir kun­nu standa tá teir skjóta fugl ella fara Sosialurin í Finlandi Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Føroyingar keypa bátar úr Kokkula í Finlandi Sosialurin var tann 18. til 24. apríl á ferð í Finlandi. Vit vóru í býnum Kokkula í Botnisku víkini, har teir eru serliga kendir fyri sítt bátabyggjarí