fríggjadagur 18. mai 2007síða 30
‹ fyrra síða allar 176 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 94 • 18. - 20. mai 2007
Vikuskifti
22
Sosialurin, London: Tony
Blair var ikki høgt í metum,
nú hann legði frá sær sum
forsætisráðharri Bretlands, og
Gordon Brown fer at hava torført
við at endurreisa flokkin, sum rør
tungan andróður í hesum døgum.
Á kommunuvalinum fyrst í
mai mánaði gjørdist Labour tann
stóri taparin um so at siga alt
landið. Á tjóðartingsvalunum
í Wales og Skotlandi høvdu
tjóðveldisflokkarnir stóra fram
gongd, meðan teir Konserva
tivu fingu stóra undirtøku í
kommunuvalinum í Englandi.
Skotski tjóðveldisflokkurin, SNP,
gjørdist enntá størsti flokkur
norðanfyri markið, og tað er ein
sera dyggur smeitur fyri Labour,
hvørs háborg altíð hevur verið í
Skotlandi.
Hetta var ein seinasta heilsan
frá veljarunum, og boðskapurin
var ikki til at fara skeivur av:
Labour hevur rent seg í ein
tronga, og Blair er ikki maðurin, ið
skal fáa flokkin aftur á rættkjøl.
Hagtølini tala sítt
greiða mál
Eingin ivi er um, at kríggið í Irak
kastar ein myrkan skugga yvir
eftirmælið hjá Blair, og at júst
hetta er ein av orsøkunum til,
at Blair og Labour hava so lítla
undirtøku í hesum døgum.
Á so at siga øllum økjum er
Bretland betur fyri í dag enn fyri
tíggju árum síðani. Støðugur
búskaparvøkstur hevur betrað
livistøðið hjá vanliga bretanum.
Skúlar og sjúkrahús eru í betri
standi, eftir at Blair-stjórnin hevur
økt játtanina til almannaverkið
munandi. Harumframt hevur
minstalønin og skattalætti til
láglønt minkað um gjónna millum
rík og fátøk, sum vaks undir
teimum Konservativu.
Umframt at nevna øll búskapar
ligu og sosialu vísitølini, ið tala
sítt greiða mál til fyrimuns fyri
Blair, velur The Economist eisini
at vísa á tey viðurskifti, sum ikki
kunnu mátast av hagfrøðingum.
- Á økjum, ið ikki kunnu mátast
og vigast, hevur Tony Blair eisini
staðið fyri stórum frambrotum.
Gamla Bretland er í dag eitt
altjóða fyrimynd, tá talan er
um opinleika, og landið er sum
heild meira altjóðakent og
kosmopolitiskt enn áður, skrivar
The Economist í sínum leiðara.
Blaðið vísir á mannarættinda
lógina, lógina um skrásett
parlag og økt sjálvstýri í Wales,
Skotlandi og Norður Írlandi.
Harumframt leitar eitt stórt tal
av innflytarum sær til Bretlands
úr Eysturevropa, og tað hevur
stuðlað búskaparvøkstrinum
sambært The Economist.
Blaðið gevur sum heild
Tony Blair eitt gott skoðsmál,
hóast funnist verður at fleiri
viðurskiftum. Serliga er tað
tað progressiva og liberala
sinnalagið, ið er orsøkin til, at
blaðið hevur stuðlað honum øll
árini.
Konservativur
kritikkur
Høgrasinnaða blaðið, The Daily
Telegraph, hevur ikki nógv gott
at bera Tony Blair. Í leiðaranum
fokuserar skribenturin á ta verju
kendu røðuna, sum Blair helt, tá
hann kunngjørdi sína afturtøku.
Sambært blaðnum hevur
embætistíð Blairs verið eyðkent
av veikari leiðslu, sum ikki hevur
rokkið teimum málum, ið sett
vórðu út í kortið.
- Fremsta málið hjá Labour
hevur verið at varðveita valdið.
Øll uppskot, sum kundu komið
stjórnini í vanda, hava verið
kveistrað til viks, og tí hevur
Labour-stjórnin ført ein sera
varnan innanríkispolitikk, ið
hvørki hevur verið djarvur ella
radikalur. Ferð eftir ferð hevur
stjórnin runnið undan ábyrgd og
hevur valt lættastu loysnina av
ótta fyri at missa valdið, skrivar
The Daily Telegraph í sínum
leiðara.
Labour hevur oyðslað ovur
stórar upphæddir av peningi
skattaborgarans, sum hevur
fingið lutfalsliga lítið afturfyri í
betraðum vælferðartænastum.
Úrslitið av hesum politikki er, at
Bretland hevur eitt afturútsiglt
heilsuverk samanborið við onnur
evropeisk lond.
Harumframt er skúlaverkið
niðurslitið, og ov nógv børn koma
úr skúlanum uttan at duga nóg
væl at lesa og skriva. Harumframt
er sosiali mobiliteturin ikki øktur
nóg nógv, og fátækradømið
millum børn er ikki minkað nóg
nógv.
Blaðið vísir eisini á, at grovur
harðskapurin er nógv øktur, og at
Bretland hevur mist tamarhaldið
á innflytingini, nú útlendingar
floyma inn yvir landið.
Hesi álvarsmál hevur stjórnin
ikki tikið í nóg stórum álvara og
hevur ikki rætt hond frá síðu fyri
at bøta um hesi viðurskifti.
Lemjandi dómurin frá The Daily
Telegraph er, at Tony Blair var ein
fantastiskur sjónleikari, men bert
ein hampuliga góður statsleiðari.
Blairisman
hevur sigrað
Vinstravenda blaðið The Guardian
fagnar Tony Blair fyri at hava
moderniserað Bretland og leggur
dent á, at Blair veruliga hevur
arbeitt fyri at betra umstøðurnar
hjá teimum, ið ikki høvdu nógv at
liva fyri frammanundan.
The Guardian rósar serliga Blair
fyri, at tey lágløntu hava fingið
eitt skump rætta vegin, og sjálvt
katastrofala støðan í Irak skal ikki
oyðileggja hetta eftirmælið Blairs
(blaðið hevur annars funnist
hvassliga at Blair fyri at hava
tikið undir við innrásini í Irak).
- Blairisma er vorðin tann
nationala trúarjáttanin, har
sosialt rættvísi gongur hond í
hond við búskaparvøkstri. Tann
Triði Vegurin (The Third Way)
er vorðin tann einasti vegurin,
og Labour hevur vunnið sær
fullkomið politiskt og intellektuelt
einaræði, skrivar The Guardian í
síni forsíðusøgu.
Orsøkin er hon, at Labour hevur
megnað at kombinera óvanliga
stóran búskaparvøkstur við um
fatandi betringar av almennum
vælferðartænastum.
Blaðið vísir víðari á, at eftir
Blair-tíðina verða allir flokkar
noyddir at taka tann progressiva
sosialpolitikkin hjá Blair til sín.
Allir flokkar mugu raðfesta hægri
játtanir til heilsu- og skúlaverkið,
Vaktarskifti í Do
Loksins kunngjørdi bretski forsætisráðharrin, at
hann leggur árarnar inn eftir tíggju ár í heita
sessinum sum landsins ovasti leiðari. Meðan Gordon
Brown ger seg tilreiðar at flyta inn í Downing Street
nr. 10, stríðast fjølmiðlarnir um eftirmælið hjá Blair.
Teir vinstravendu rósa honum til skýggja fyri tann
progressiva sosialpolitikkin, meðan teir konservativu
fella ein lemjandi dóm. Í hesi grein hyggja vit nærri
at tí, sum teir politisku viðmerkjararnir í Bretlandi
skriva í sínum eftirmetingum av Tony Blair
Stóra Bretland
Stefan í Skorini
stefan_skorini@hotmail.com
Trupulleikin hjá Gordon Brown,
ið er prestasonur úr Skotlandi,
verður at skapa sær eitt nýtt
image. Hann hevur altíð
verið tann turri talknúsarin
í fíggjarmálaráðnum, men
nú skal hann venja seg við
leiklutin sum ovasti politiski
leiðari fyri tjóðini. Mynd:
Polfoto