Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-18, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. mai 2007síða 31

‹ fyrra síða allar 176 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 94 • 18. - 20. mai 2007 Vikuskifti 23 wning Street pensjónir, barnaansing og familju­ politikk. - Blair hevur sett nøkur mál, ið eingin stjórn torir at forkasta í framtíðini, skrivar The Guardian. Og hetta er hansara veruligi arvur. Hann hevur flutt Bret­land av tí høgravendu, konserva­tivu kósini yvir á ta sosialdemokratisku leiðina. - Konservativi leiðarin, David Cameron, fer ikki at lyfta arvin eftir Blair, men hvørt orð, hann mælir, er eitt prógv um, at Blair hevur sigrað. Her verður sipað til, at tann Konservativi flokkurin hevur flutt seg rættiliga nógv inn á miðjuna í bretskum politikki. Hóast bløðini eru ymisk á máli um arvin eftir Blair, so eru so at siga øll samd um, at fyrsta valskeiðið var burturspilt, og at Labour-stjórnin als ikki visti nágreiniliga, hvørji átøk skuldu setast í verk, tá flokkurin endiliga hevði fingið valdið eftir 18 ára oyðimarkargongd. Ein orsøk var, at ræðslan fyri at missa valdið sat ov djúpt í arbeiðaraflokkinum. Tað var ikki fyrr enn í næsta valskeiðnum, at verulig gongd kom á reformpolitikkin, sum Blair hevði lovað til valið í 1997. Brown hevur eina torføra uppgávu Í vikuni gjørdist greitt, at Gord­on Brown verður nýggjur forsætisráðharri. Einki mótvalevni hevði nóg stóra undirtøku fyri at stilla upp á komandi floksfundi, og tí fellur valið á mannin, ið hevur verið fíggjarmálaráðharri seinastu tíggju árini. Umframt at vera arvafíggindi Blairs innanfloks í Labour eigur Brown stóran lut í teimum úr­ slitum, ið hendan Labour-stjórnin hevur skapt. Trupulleikin hjá Brown, ið er prestasonur úr Skotlandi, verður at skapa sær eitt nýtt image. Hann hevur altíð verið tann turri talknúsarin í fíggjarmálaráðnum, men nú skal hann venja seg við leiklutin sum ovasti politiski leiðari fyri tjóðini. Spunasmiðir Browns eru longu farnir til verka at geva Brown eina nýggja ímynd, so at hann kann vinna valið ímóti tí unga og populera konservativa leiðaranum, David Cameron. Í løtuni bendir nógv á, at Labour má taka til takkar við einum sæti í andstøðu eftir komandi val. Spurningurin er, um Brown megnar at venda gongdini ella um Labour loksins má siga valdinum farvæl.