mikudagur 9. mai 2007síða 3
‹ fyrra síða allar 110 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Hóskvøld:
Einsljóðandi skrá
Sum ein grønur og óroyndur blaðmaður á síni
fyrstu missón sat undirritaði klárur við blokki
og penni longu hálvan tíma, áðrenn hol skuldi
setast á Ljómandi Kuldabrúnna. Tíggju spennandi
nøvn úr útnorðri og Danmark skuldu í tríggjar
dagar framføra sín tónleik á Norðuratlants
Bryggjuni.
Hølini á ovastu hædd á Bryggjuni, sum nýliga
vórðu sett í stand, egnaðu seg sera væl sum karm
ur um tiltakið. Gamla pakkhúsið frá 1700-talinum
klæddi væl nýggju andlitslyftingina, sum sera
hóskandi hevði latið nógv av gamla bygninginum
verið eftir. Gamalt og nýtt flættað snøgt saman
í eina væleydnaða eind.
Gamlir sangir úr
hjartanum
Hetta, og mangt annað, fekk ein tíð at hugsa um,
meðan ein sat og bíðaði. Ein tíma og tveir kaffi
koppar seinni kundi Dennis Mejdal, sum hevði
tvífalda leiklutin sum vertur og framførari,
bjóðað teimum umleið 100 áhoyrarunum vælkomnum
til Ljómandi Kuldabrúnna.
Eftir eina stutta framløgu av skránni byrjaði
hann sína framførslu, gittarin og hann tveirein
ir. Góðir sangir og fangandi melodiir eyðkendu
hansara tónleik, og hetta skuldi vísa seg at
vera gjøgnumgangandi fyri alt kvøldið.
Hann spældi seks sjálvskrivað løg, sum hann
eisini sang sera væl. Viðhvørt leiddi hann
tankarnar til Chris Cornell, sum er kendur úr
Soundgarden og Audioslave. Hann sang púra reint
og hevði fullkomið tamarhald á røddini.
Inniligur Angu
Aftaná hann kom eitt av nøvnunum, sum uttan iva
mong saman við mær høvdu glett seg til at hoyra.
Angu kom á pall og byrjaði at spæla sín vakra
og inniliga tónleik. Sera sterk og vælskrivað
løg, sum vórðu eins væl sungin.
Ungi grønlendingurin greiddi frá, at síðani
hann flutti til Keypmannahavnar fyri at liva av
tónleikinum, var hann farin frá at skriva beint
úr hjartanum til at skriva tónleik, sum hann
væntaði fór at tekkjast øðrum. Men hetta kvøldið
hevði hann valt at framføra gomul løg, sum vóru
skrivað, meðan hann enn búði í Grønlandi.
Sum sagt, so vóru hetta góð løg, og tá ið
ein hugsaði um heitið ‘grønlendski Teitur’,
ið hann fekk, tá ið hann vitjaði Føroyar fyri
tíð síðani, so kundi tú ikki annað enn nikka
játtandi.
Men meðan Teitur hevur serlig evni at fáa
samband við áhoyraran og draga hann við inn í
sínar framførslur, so var Angu ikki sørt svin
nur og afturhaldin. Áskoðarin gjørdist ongantíð
meiri enn akkurát tað; ein áskoðari.
Lívligir tónar
Harafturímóti var talan um ein sera vælupplagdan
og lívligan Høgna Lisberg, sum eftir steðgin
átti tørn. Bæði Mejdal og Angu høvdu sitið niðri
undir sínari framførslu, og hetta var eisini
hóskandi til teirra tónleik. Men Høgni stóð
uppi og hevði, umframt gittaran, munnharpuna
við, sum hann eisini spældi yvirraskandi væl
á. Uttan mun til um hann spælir við ella uttan
bólkin hjá sær, so verður spælt við innliving.
“Morning Dew” og aðrir ljómaðu, og í mun til
onkra aðru ferð, hann hevur framført, dugdi
hann hetta várkvøld væl at práta við áhoyrara
rnar og greiða frá.
Síðst á skránni var Pétur Ben, ið eisini verður
eitt av nøvnunum á ársins G!festivali. Pétur Ben
er best kendur úr bólkinum hjá Mugison, ið var
eitt av nøvnunum á G!-festivalinum í fjør.
At Pétur Ben hevði framført fyrr, var sjónligt.
Íslendingurin dugdi væl at fáa fólkið við og
prátaði enntá við áhoyrararnar. Í mun til hinar
báðar fyrru, sum báðir spældu stillisliga og
róliga á gittaran, spældi Pétur (eins og Høgni)
Ljómandi Kuldabrúgv:
Glógvandi tónlist úr útnorðri
Norðuratlants Bryggjan var herfyri karmur um ein festival, har nøkur av fremstu tónlistafólkunum
úr útnorðri innan singer/songwriter stílin sýndu sínar dygdir.
Ummæli
Petur W. Háberg
Tónleikainnrás07
Í samstarvi við danska plátu- og
bookingfelagið Artiscope skipar
Norðuratlants Bryggjan fyri fleiri
smáum festivalum í ár, ið hava
fingið felagsheitið Tónleikainnrás07.
Endamálið er at bróta landamørk
og varpa ljós á tónleik úr útnorðri.
Ljómandi Kuldabrúgv er annar
festivalurin í røðini. Fyrsti festivalurin
var Isslag, har m.a. føroyski Thor
Simonsen luttók. Tónleikastílar á
komandi festivalum verða m.a.
elektronika og tungmálmur.
FAKTA
Talan var um ein sera væl
upplagdan Høgna Lisberg, sum
framførdi á Norðurbryggjuni
mynd: a Jóanesarson