Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-03, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 3. juni 2007síða 5

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 103 - 1. juni 2007 Atlantsflog søguliga stórt virksemi Partafelagið Atlantic Airways hevði aðalfund í gjár. Har kom fram, at virksemið í felagnum vaks nógv í 2006. So nógv, at tað ongantíð hevur verið størri. Sjálvur umsetn­ingurin vaks úr 379,5 milliónum upp í slakar 519 milliónur krónur í 2006 – ein vøkstur uppá 139,4 milliónur ella 36,7 %. Størsti partin av vøkstrinum kemur frá virksemi uttan­fyri Føroyar. Nakrar tillagingar í viðtøkunum vóru eisini samtyktar. Hesar eru gjørdar til tess at búgva felagið til skráseting á partabrævamarknaðinum. Somuleiðis var í gjár ein endaligur sáttmáli, um keyp av tveimum flogførum við Swiss, gjørdur. hátíðarhald Rigmor Dam Leygarmorgunin verður eitt stórt tjald sett upp í túninum hjá Di­anu og Finn í Punta­byrgi, tá vin­ir, bú­ felagar og starvsfelagar hjá teim­ um báðum kendu systkj­un­­um, Tór­ ur (40) og Ann (45), eru væl­kom­in til opið hús í Blómubrekku. - So nú er bert eftir at vóna, at veðrið lagar seg, sig­ur páp­in, sum ikki hevur av­­dúkað fyri Ann og Tóri, hvat verður á skránni stóra dagin. - Tað er eitt yvirraskilsi, siga tey bæði vaksnu børn­ini, sum eis­ ini sjálvi hava boð­ið nógvum fólki í føðingar­­dag. Krossar í gávu Tað er ein errin Tórur, sum tekur ímóti heima í durinum í morgun. Hann hevur akk­urát pakkað føðingar­dags­gávuna upp frá foreldrunum - ein vakur svartur og silvur­littur krossur í einari hál­ s­ketu. - Eg havi leingi ynskt mær hendan krossin, sum eg havi sæð í 3’aranum í SMS, har eg ofta gangi og hyggi, sigur hann. - Um eg verið nervøsur, so taki eg bara í krossin. So veit eg, at Harrin er hjá mær, sigur hann skila­góður. Systurin Ann hevur eisini fing­ ið ein kross í føðingar­dagsgávu í Systir og beiggi Tvær sólir hava føðingardag, og mong munnu leggja sær leiðina framvið Blómubrekku fyrrapartin leygardagin at gratulera føðingardagsbørnunum Mynd: Jens Kristian Vang Leygarmorgunin halda systkini Ann og Tórur í Puntabyrgi 45 og 40 ára føðingar­dag . - Ofta ringi eg til beiggja frá fartele­fon­ ini. So biði eg hann ringja meg upp, og tað ger hann altíð. So práta vit í telefon saman, sigur Ann Skrímsl á Barna­ bókasavninum Í samband við mentanarnáttina í Havn í morgin, verður tiltak á Barnabókasavninum. Birita Mohr lesur virðis­løntu bøkurnar um stóra skrímsl og lítla skrímsl, og tey sum koma at lurta fáa møguleika at vinna eina skrímslabók. Tiltakið byrjar kl. 16.00 og er ókeypis.