sunnudagur 3. juni 2007síða 12
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 103 - 1. juni 2007
13
viðmerkingar
Tveir meir og minni virkn
ir persónar í politikki hava
í hesum døgum skift flokk.
Báðir eita Heðin.
Heðin Mortensen varð
av sambandsfólki í Havn
valdur inn í býráðið, men
valkvøldið breyt hann
avtaluna við floksfelagar
sínar í býráðnum um kom
andi samgongu, tí hann
hevði fingið ”tilboð” frá
Javnaðar- og Tjóðveldis
flokkinum um at gerast bý
ráðsformaður í høvuðs
taðnum. Tað hevði ikki ver
ið møguligt í avtaluni við
Fólkaflokkin. Og hvør
hevði ikki slept hugsjónini
fyri eitt so gott tilboð við
tilsvarandi prestigu?
Við at fylgja við í pol
itiska arbeiðnum, so kann
neyvan vera talan um, at
Heðin er ”headhunt-aður”
fyri síni politisku evni,
men heldur eitt taktiskt
spæl hjá Javnaðar- og Tjóð
veldisflokkinum fyri at
skipa stjórn í býráðnum.
Hetta er ikki ókent í poli
tikki.
Heðin D. Poulsen hevur
verið limur í Fólkaflokki
num, men hevur nú meldað
seg úr felagi floksins í suð
urstreym.
Hann hevur upplýst sam
bært Dimmalætting, at
stevnuskrá floksins er
besta skráin, men av teim
um valdu verður hon ikki
fylgd sambært hansara
hugsan. Nágreiniliga er
ikki upplýst neyvt um ein
støku málini, men sagt hev
ur verið, at serlig ynski
broytingar í jarðarlógini
ikki eru í uppskotium frá
landsstýrinum. Fyri mær er
óvist, um hetta snýr seg
um betri umstøður hjá jarð
arbrúkinum, ella tað snýr
seg um egináhugamál.
Eg kenni ikki mannin í
politiska arbeiðinum, men
Dimmalætting upplýsir, at
Heðin hevur verið uppstill
aður til val, men hevur fing
ið alt ov fáar atkvøður fyri
at verða valdur.
Ivaleyst hevur Heðin
evni til at greiða frá polit
isku ætlanini sambært
góðu stevnuskrá Fólka
floksins, men hví fekk
hann so ikki størri undir
tøku?
Mín niðurstøða er tí, at
feilurin, at Heðin ikki varð
valdur, liggur ikki hjá Fólk
aflokkinum, men feilurin
er hjá veljarunum!
So nú kann Heðin siga
við veljararnar, sum mað
urin segði á sinni: Ró nú
Snopprikkur!
Sambært Dimmalætting
ætlar Heðin ikki at gevast í
politiskum arbeiði, men
nevnt var ikki hvar. Blaðið
nevndi um møguleikan fyri
Sjálvstýrisflokkinum.
Mong misnøgd fólk eru
farin úr øðrum flokkum og
í Sjálvstýrisflokkin, men
uttan at nakað er spurt burt
urúr. Mær kemur henda
flokk vera eins og ein kom
postkassi. Lívrunnið tilfar
verður koyrt í hann, men
tað so tekur langa tíð, áðr
enn hetta aftur kann verða
til nyttu, at tíðin longu er
farin frá hesum føðsluevn
um!
Annars er at siga, at tann
sum vil fram í politikki,
má hava sjónligar ambiti
ónir, men eitt mark átti at
verið fyri, hvussu illa ein
vil meinsla sítt eginvirði!
Mangan kann tað undra
hvussu máttleyst vit bera
okkum at, tá støða skal
takast til teir týdningar
miklastu spurningarnar í
tilverunu.
Hugsi um ta viðgerð
yvirtøkan av fólkakirkj
uni hevur fingið og fær.
Í løtuni tykist mest sann
líkt at fólksins kirkja
bara skal avreiðast til
hægstbjóðandi.
Í Føroyum er fólka
kirkjan og hennara læra
høvuðsgrundarlagið und
ir siðalags- og mentanar
tilvitanini hjá einum stór
um meirluta av fólki
num, enntá so nógvum,
at vit kanska hava kvali
ficeran meiriluta, tá til
stykkis kemur
Hóast hetta sýnist sum
innan løgting og millum
onnur, ið taka avgerðir,
eru holdningarnir sera
jánkasligir, fyri ikki at
siga líkasælir. Eitt
skirvni, ið einki hevur
við tolsemi at gera, og at
halda at tolsemi loysir
spurningin, so øll verða
nøgd, kann tykist avbera
fávitskut.
Hví ikki ásanna at
evstu áhugamálini hjá
fólkakirkjuni og fríkirkj
unum eru beinleiðis
øvugt av hvørjum øðr
um.
Mær tykir nærum, at
okkara politikkarar, sita
á oyrunum, tá harðmælt
ir fríkirkjumenn royna at
sannføra um sínar bíb
ilsku kunngerðir og reli
giøsa orðabrask.
Fólkakirkjan hevur
havt brúk fyri hvørjum
einstøkum okkara uttan
treytir, og hevur tikið
ímóti okkum í tí støðu,
vit nú einaferð eru stødd
í, uttan mun til hvat
umheimurin annars
skuldi ditta sær at hildið
um okkara religiøsa
habitus og etiska forfall.
Verða hesi viðurskifti
broytt í yvirtiknu kirkj
uni, er helst betur at taka
hana av beinanvegin,
nýta peningin til okkurt
annað skilabetri og lata
fríkirkjurnar orðna rest
ina.
Tala hagtølini rætt so
eru 4 av hvørjum 5 før
oyingum limir í fólka
kirkjuni, og tað eiga poli
tikkarar at hava fyrilit
fyri, tá teir taka avgerð
irnar. Á ongan hátt eigur
at verða samanborið við
fríkirkjurnar, tær tæna
heilt einfalt ikki sama
endamáli sum fólkakirkj
an, og tí mugu tey, sum
varða av henni, skilja og
samtykkja innihaldið í
hugtakinum “fólka
kirkja”, so einfalt, men
at vísa seg sera trupult at
seta í verk.
“Blokkstuðulin fær alsamt
minni týdning í Føroyska
búskapinum”, stendur í
eini blaðlýsing, sum Mið
flokkurin hevði í Sosiali
num tann 11. mai. Undir
yvirskriftini “Tøl ið tala”,
verður víst á, at blokkstuð
ulin var 27% av samlaðu
inntøkum landskassans í
2001, 16% í 2005 og 14%
á fíggjarlógini fyri 2007.
Tað sum Miðflokkurin
við hesum roynir at siga, er
at blokkstuðulin og ríkisfel
agsskapurin hava ongan
nevniverdan týdning long
ur. Hetta skal so brúkast
sum undanførsla fyri, at
flokkurin hevur lagt seg
ytst út á loysingarveingin.
Men her er vert at hava í
huga, at um vit taka blokk
stuðulin burtur av inntøku
síðuni hjá landskassanum
hetta nevnda tíðarskeiðið,
so sær úrslitið hjá lands
kassanum soleiðis út:
Tilsaman hevur undir
skotið hesi árini verið
4.043 mió. krónur, um vit
ikki telja blokkstuðulin
við.
Um vit skuldu fíggjað alt
hetta undirskotið við økt
um skatti, so skuldi hvør
einasti føroyingur goldið
11.946 krónur meira í
skatti um árið (tá eru bæði
børn og pensjónistar írokn
að).
Siga vit at 5 fólk eru í
einum meðal føroyskum
húski, so skuldi hvørt
húski goldið umleið
60.000 krónur meira í
skatti um árið. (5.000 krón
ur um mánaðin).
Ein annar møguleiki
hevði verið, at skatturin
ikki hækkaði so nógv, men
at almenna tænastustøðið
eisini lækkaði. Til dømis
kundi skattarokningin
hækkað við helvtini av
60.000 krónum, og so
kundi ein verri tænasta klár
að restina. Í øllum førum
hevði talan verið um okk
urt slag av “øvugtum fam
iljupolitikki”.
So avtakið tit bara blokk
stuðulin. Úrslitið verður
ein nógv hægri skattur og
ein munandi verri almenn
tænasta. Tað stendur rimm
ar fast.
2001
2002
2003
2004
2005
2006
2007
-298 mió.
-438 mió.
-610 mió.
-785 mió.
-836 mió.
-493 mió.
-583 mió.
Øvugtur familjupolitikkur
Helgi
Abrahamsen
Politiskir flytifuglar
Eyðun Mohr
Viderø
Fólksins kirkja
Súsanna
Dam
Fyrrapartin mót
mæltu musikklær
ararnir uttan fyri
Løgtingshúsið fyri at
vísa sína misnøgd við
umstøðurnar hjá lær
arum, ið undirvísa á
bygd
MÓTMÆLISGONGA
Rólant Waag Dam
roland@sosialurin.fo
Landsins musikklærarar
eru sera misnøgdir við við
ferðina, teir lærarar, ið
ferðast millum fleiri skúl
ar, hava fingið. Í meir enn
10 ár hava musikklærarar,
ið undirvísa á fleiri skúl
um, fingið tímapening fyri
tíðina, teir eru burtur í
arbeiðsørindum. Hetta er
ikki ein heilt týdningarleys
upphædd fyri einstaka lær
aran. Í meðal einar 8000
skattafríar krónur um árið.
Samlaða játtanin til hetta
endamál er á leið 200.000
krónur um árið, men
hendan játtan er ikki til
longur.
Musikklærarafelag Før
oya hevur fleiri ferðir gjørt
vart við, at um munandi
bati ikki verður gjørdur
hesum viðvíkjandi, verður
gongdin tann, at musikk
lærarar flyta alt sítt yrki til
Havnar, tá ið høvið býðst.
Hetta hevur verið týðiliga
gongdin seinastu fimm
árini, vísir felagið á.
- Við hesum eru landsins
myndugleikar við til at
máa støðið undan høvuðs
tankanum við Musikkskúl
alógini. Nevniliga, at allir
føroyingar skulu fáa møgu
leika til tónleikafrálæru á
høgum støði, sigur Musikk
lærarafelagið.
Musikklærarar mótmæla vánalig viðurskifti
Ljóðførini vóru tikin fram í morgun, tá limir í Musikklærarafelagnum mótmæltu versnandi viðurskiftunum hjá musikklærarum á bygd
Mynd: Jens Kristian Vang