Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-03, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 3. juni 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 103 - 1. juni 2007 15 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Kistan við Theodor Samuelsen, fer úr kapellinum á Klaksvíkar sjúkrahúsið heim í Christianskirkjuna fríggjadagin klokkan 19. Jarðarferðin verður úr Christianskirkjuni leygardagin klokkan 12. Andlát og jarðarferðir nøvn Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, ið vístu samkenslu, tá kæri maður mín, pápi, verfaðir og abbi okkara Sverri Jacobsen Húsavík andaðist og varð jarðaður. Tøkk fyri blómur, kransar og heilsanir. Takk til Jákup Reinert, prest, kirkjutænarar, sangarar, berarar og tykkum, ið hjálptu til við jarðarferðini og ervinum. Takk til starvsfólkið á B7 og G1 fyri røkt og umsorgan hansara seinastu viku. Takk til Hera Joensen fyri vælvald orð í kapellinum. Takk til tykkum, ið vóru um hann í tí dagliga. Takk til tykkum, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Hjartans tøkk øll somul Elsubeth Helena, Heri og Fríðbjørg v/fam. Her ein mynd av trimum kvinn­um, sum vit hava gjørt eina roynd at stað- og tíðar­ festa. Í bókini “Tíðarhvarv – Elis­­heimið í Havn”, sum Ják­up Lindenskov hevur skri­v­að, hava vit funnið fram ymiskar upplýsingar. Myndin er tikin í garð­in­ um hjá Jóannesi á Fossinum, yvirav Ellisheiminum í Havn. Meta Danielsen (v.m.) og Elsa Isaksen, nevnd Huld- Elsa (h.m.), búðu báðar á Ell­ is­heiminum. Í miðjuni situr Ida Didriksen (1911-2002) úr Vest­manna, sum var fyrsta arbeiðs­kona har, tá ellis­heim­ ið læt upp í aug­ust 1935. Ida giftist Sonna Mørkøre úr Havn og var mamma eitt nú Jákup Mørk­ø­re, kemi­verk­ frøð­ing, og Hera Mørkøre lands­­apotek­ara. Meta Danielsen andaðist 31. oktober 1937, 77 ára gom­ul, og Elsa Isaksen and­ aðist 29. august 1940, 86 ára gomul. Tær vóru báðar, hvør á sín hátt, kend andlit í Havn. Ida Mørkøre andaðist í 2002, 91 ára gomul. Ida arbeiddi á Ellis­heim­ inum í tvey ár, so eftir tí at døma er myndin tikin mill­ um 1935 og 1937. Um onkur veit meira um hesa myndina, er við­kom­ andi vælkomin at kontakta Annfinn Danielsen, sum eigur myndina, á telefon: 224124. Tíðarmynd frá 30-unum Mánadagin 4. juni verður Palma Dal- Christiansen í Havn 80 ár. Palma, ið er fødd Ras­mussen, er ættað av Skála. Hon var yngst av 13 systkjum, har bert hon og beiggin Kristian Rasmussen á Skála eru eftir á lívi. Sum 15 ára gomul kom Palma til Havnar at tæna og at ganga á handils­ skúla um kvøldið.  Hóast hon hevur búð í 65 ár í Havn, so er hon enn líka góð við heim­ bygdina. Eingin sum prátar við Palmu ivast í at hon er av bygd, tí at dialektin er hin sama sum áðrenn hon flutti av Skála Palma giftist Bjarna Dal-Christi­an­ sen nýggjársaftan 1950, og hava tey sostatt verið gift í 56 ár, tey eiga børn­ ini Annelin og Kára, seks ommubørn og eitt lang­ommubarn. Palma er sera góð við ommu­børnini og elskar at hugna um tey. Børnini trív­­ast sera væl heima hjá ommu og abba - tað er fáur dag­ur har ongin teirra vitjar.  Palma hevur altíð verið handilskona, og hetta starv dámdi henni ógvuliga væl. Henni dámdi væl at hava við fólk at gera og dugdi væl at vegleiða kund­ un­um ið t.d. skuldu keypa gardinur til nýggj hús. Kundarnir komu altíð aftur at keypa, so hon var nokk eisini væl dámd av teimum. Sum heilt ung var hon í handlinum hjá Hans Joen­sen, seinni í Smæruni, hjá Katrinu Christiansen og í mong ár sum leiðari í Litbrá.  Í nøkur ár hevði hon sjálv klæðna­ handilin ”Hjá Palmu” í J. Paturs­sonar­ gøtu í Havn, og hon ferðaðist sum um­boð fyri danskt klædna­merki í 20 ár.  Í eitt tvey ára skeið, fyrst í sjeytiár­ un­um, búði fam­ilj­an í Keypmannahavn, tá ar­beiddi Palma í einum skógvahandli í Hvidovre. Palma er sera lívsglað og altíð í góð­ um lag, hon er ágrýtin sum fáur, so hó­ast árini nú eru 80, merkist ikki nógv til aldurin. Hon heldur sjálv, at tað gongur nakað seint, men er kanska nakað ótolin, ella dámar henni best at ferð er á.  Føðingardagurin verður hildin við einum nátturða­bita leygarkvøldið 2. juni heima í J. Paturssonargøtu 30, har øll eru hjartaliga vælkomin. Palma Dal-Christiansen 80 ár Kunngjørt verður, at okkara elskaða kona, mamma, vermamma, omma og langomma Lydia Margretha Larsen Porkeri andaðust á Suðuroyar Sjúkrahúsi onskvøldið 30. mai, 84 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Betania í Porkeri sunnudagin 3. juni kl.13.00. Familjunnar vegna Pidda, Per, Ansa, Kaj, John og Heri Tey, ið vilja minnast Lydiu, kunnu lata eina gávu til Betania í Porkeri. Dagurin 2. juni. Marcellinus, prestur í Róm, sum varð háls­ høgdur umleið ár 300 3. juni. Erasmus, deyður umleið ár 300. Biskupur í Anti­ okia. Fleiri ferðir varð lagt eftir honum, og hann varð illa píndur, men komst undan og doyði í friði og náð­um. Navnið kemur av grikskum orði, ið merkir elskar. 4. juni. Obtatus, deyður umleið ár 390. Var upprunaliga heiðin maður, sum gjørdist kristin og endaði sum bisk­ upur í Milevis í Numidiu. Hann doyði strádeyðan. www.sosialurin.fo