Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-03, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 3. juni 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 [ Nr. 103 - 1. juni 2007 ] SAMBAND jákup mørk jakup@sosialurin.fo tlf. 341800 ítróttur - Vit skulu tora at spæla fótbólt. Eisini tá vit spæla móti Italia Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari Tað spældi so ham­pu­ li­ga friðarliga av, tá it­als­ku stjørnurnar í gjárkvøldið komu við leiguflogfari úr Fir­en­ ze Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Nýggi fíggjarmálaráðharrin man vera lættur um hjartað, at virðið á italsku fótbólts­ bein­un­um ikki telur við á hand­il­s­javnanum. Um so var, so hevði hesin versna við milliardatølum. Neyvt hand­il­s­virði kann neyvan set­ast á allan italska hópin, men fleiri av spælarunum ha­va eitt søluvirði upp á hund­r­aðtals milliónir á al­tjóða fót­bólts­mark­nað­in­ um. Tað kundi tó verið hu­ga­ ligt, um sami fígg­jar­mála­ ráð­har­ri setti krav um, at so­mu spælarar skuldu rind­ að skatt av teirri upphædd , sum teir forvinna á Føroya- ferð­ini, tí við vikulønum í mil­li­óna­flokkinum hevði het­ta eisini kastað nakað av sær. Eisini hóast steðgurin bert er fáar vikur. Upphædd irnar, sum eru nevnd­ar omanfyri, vísa ei­si­ ni, at talan er um nakrar av heimsins bestu fót­bólts­spæl­ ar­um. Og tí var einki for­ gjørt í, at fleiri ungdómar høv­du leitað sær á flogvøllin í vónini um at fáa ein auto­ graf á blokkin. Ella kanska ba­ra sleppa at síggja stjørn­ ur­nar, sum vanliga bert sígg­ jast á sjónvarsskíggjanum, tá altjóða stórdystir eru á skrán­ni. Tað spældi tó bara heilt frið­ar­liga av, og scenurnar vó­ru á ongan hátt eins óg­vus­ligar, sum tær vóru tað, tá franska landsliðið á sin­ni vitjaði. Hesa ferð varð held­ur ikki á sama hátt al­man­na­kunngjørt, júst nær heims­meistararnir komu til land­ið, og tí vóru bíði­røð­ir­ nar minni. Men tað er tó lít­ ið at ivast í, at bíðirøðirnar utt­an fyri Tórsvøll verða stór­ar, tá Italia fríggjadagin hev­ur sína fyrstu – og ein­as­ tu – venjing á ferðini. So er spurn­ing­urin, hvørji kynstur teir megna at vísa, tá sjálvur dyst­ur­in skal spælast. Og tað verða teir vónandi ikki eins­a­mall­ir um at gera av. Tað er undir øllum um­støð­um greitt, at okkara fa­ra at stríðast fyri hvørjum tí einasta bólti í hesum mø­gu­lei­ka, sum helst er teir­ra størsti nakrantíð. Um tað røkkur til sensatiónina, sku­lu vit lata vera ósagt. Men royndin skal gerast – ei­si­ni hóast leggirnir hjá nøk­r­um av spælarunum eru eins virðismiklir sum nær­ um heil Norrøna. Milliardir á flogvøllinum Telji ikki longur Hóast dysturin móti Italia ætlandi verður numm ar 50 hjá Jákupi á Borg fyri føroyska landsliðið, so heldur hann ikki, at hetta hevur nakað at siga Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo - Tað merkir ikki so ø­gi­li­ga nógv hjá mær, at eg raki dyst nummar 50, um eg eri við ley­ gar­dag­in. Tað er kans­ ka meira nakað, sum tú hugsar um aftaná. Tú fært sjálvandi eina gull­nál, og tað í sjálv­ um sær er sjálvandi. Eg vil heldur siga tað so, at tú telur teir fyrstu 25, og so hugsar tú ik­ki so nógv um tað. Men sjálvandi fert tú at hugsa eitt sindur, tá tal­ið er hálvthundrað. Tað eru so hóast alt nakr­ir dystir, sigur Já­k­ u­p á Borg. Enn kanst tú illa rokn­ast sum nakar gam­al spælari. Verður tal­an eisini um aðrar 50 landsdystir? - Tað veit eg ikki. Nú byrja skaðarnir spak­u­li­ga at koma, so teir kunnu í sjálvum sær gerast ein forðing. Men eg ætli mær so at halda á fram, so leingi sum eg tími og verði út­tik­in. Og í løtuni er hug­ur­in til lands­ liðs­fót­ bólt í øllum førum øg­i­ li­ga góður, sigur Ják­ up. Spenningurin um sjálvt dystartalið var størri fyrstu árini, heldur Jákup á Borg, sum tó kortini er errin um at fara um 50 dystir Mynd: Álvur Talan var ivaleyst um dýrasta førning, sum nakran tíð er komin um flogvøllin, tá italsku heimsmeistararnir í gjárkvøldið komu til Føroya Mynd: Jens Kristian Vang