Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-07, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. mars 2001síða 13

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 46 - 7. mars 2001 25 24 Nr. 46 - 7. mars 2001 ÍBÚÐ YNSKIST til leigu frá um. 1. mai til ikki roykjara. Tlf. 316347 ÍBÚÐ YNSKIST Friðarligt fólk søkir íbúð í Havn. Tlf. 224553 ella 351122 GÓÐ SUMMARHÚS við Limfjørðin til leigu í tíðarskeið- num 14. apríl til 14. juli og frá 11. august. (15 min. til miðbýin í Ålborg). Tlf. 315813 ÍBÚÐ TIL LEIGU Stór íbúð til leigu. 4.500,- kr. + el og hita. Sosialurin Box 76 110 Tórshavn Bill.mrk. 104170 STÓR ÍBÚÐ TIL LEIGU Um tú vilt deila hana saman við øðrum. Tlf. 213570 TIL LEIGU Í TÓRSHAVN Kombinerað stova og kamar við atgongd til køk og bað, nærhendis handilsskúlanum, er til leigu til friðarligan ikki roykjara. Sosialurin Box 76 110 Tórshavn Bill. mrk. 10411 Dýr HUNDAHVØLPAR Border Collie hundahvølpar, ein tík og tveir hundar, verða latnir. Tlf. 361539, e. kl. 15 LABRADORHVØLPAR til sølu. Kunnu latast um tvær vikur. Tlf. 250939 SKJALDBØKUR Tríggjar stórar skjaldbøkur til sølu. Tlf. 441294 ella 442070 eftir kl. 17 HUNDAHVØLPAR Sera fittir hundahvølpar latast djóravinum um fimm vikur. Vælkomin at hyggja eftir teimum. Tlf. 312155 Fundir AÐALFUNDUR Í ROYN Ársaðalfundurin hjá Bóltfelagnum Royn verður í Roynhøllini óns- kvøldið 14. mars kl. 19.00. Skrá eftir lógini. Nevndin PENSIONISTAFELAGIÐ Í HAVN hevur fund í Losjuni, Tinghúsvegur 18, hósdaign 8. mars kl. 19.00. Guttorm Zachariasen fortelur. Nevndin Húsarhaldstól TIL SØLU Eitt Zanussi køliskáp við lítlum frystirúmi, ein Figar frystiboks og ein Zanussi vaskimaskina. Tlf. 313291 TIL SØLU Brúktur Gorenje komfýrur til sølu. Tlf. 212753 TIL SØLU Ein el heitvatnstangi og ein Candy automatik vaskimaskina, 4 ára gomul, til sølu fyri sámuligan prís. Tlf. 421576 Innbúgv TIL SØLU Velour sofasett 3+2+1 til sølu fyri 1500 krónur. Teak hillasystem, 3 sektiónir, fyri 1000 krónur. Tlf. 456033 TIL SØLU Hvítt skrivaraborð við 3 skuffum, 150 kr, og boxmadrassa, 90x200, við náttborði. Tlf. 316227 TIL SØLU Stockholm sofasett, 3+2, fyri 6.500 kr. Næstan óbrúkt. Dupultsong, 180x200, við boxmadrassum og tveimum náttborðum, fyri 4.000 kr. Tlf. 443325 TIL SØLU Lenistólur, ið treingir til at polstrast um, til sølu fyri 500 kr. Hevur betrekk úr toyi. Tlf. 312602 3 MANS SOFA YNSKIST Helst úr leðuri, ynskist bíliga til keyps. Tlf. 321617 BOXMADRAS lítið brúkt boxmadras (140 x 200) bíliga til sølu. Tlf. 313799 SOFASETT 3+1+1 brúnt sofasett og borð til sølu fyri 800 krónur. Tlf. 455304 BORÐ VIÐ STÓLUM Nýtt brúnt beisað indiskt borð við seks stólum er bíliga til sølu vegna plásstrot. Borðið er 190 x 200, nýprísur 9.000 kr. Tlf. 318562 ella 314356 eftir kl. 15 Pløgg KONFIRMATIÓNSKJÓLI std. 34, modell Lilly, til sølu. Tlf. 316227 FØROYSKUR mannfólkabúni til miðal stóran mann til sølu. Silvur og alt fylgir við. Tlf. 373473 LEÐURJAKKI Svartur leðurjakki str. 40/42, lítið brúktur, bíliga til sølu. Nýprísur 2.700 kr. Tlf. 313799 KONFIRMATIÓNS-SKÓGVAR bíliga til sølu, brúktir eina ferð, av merkinum Top-Man str. 40, svartir, nýprísur 800 kr. Tlf. 313799 GER KVETTIÐ! Tvinnar deiliga slitnar Levis til sølu fyri 200,- parið. 555/31/34 og 532/30/34. Tlf. 311920 eftir kl. 18 Sjavs FRÁ B36 HM (Havnar meistaraheitið) í sjavs verður sunnudagin 11/03 í B36 húsinum kl. 1400. Kappast verður um stór steyp. Tekning á tlf:313769 eftir kl. 17.00. B36 ALMENN SJAVSKAPPING verður í Menningarfelagshølunum við Gøtugjógv, sunnudagin 11. mars kl.15. Kappast verður um steyp. Gøtu Menningarfelag SJAVSKAPPING FM kapping í sjavs verður í Ítróttar- høllini í Runavík leygardagin 10. mars kl. 15.00. Tilmelding ikki neyð- ug. Føroya Shell stuðlar kappingini. NSÍ og B68 SJAVSKAPPING verður í LÍF-húsinum fríggjakvøldið 9. mars kl. 18.30. LÍF Súkklur YNSKIST Motorsúkkla ynskist til keyps. Tlf. 220836 YNSKIST TIL KEYPS Knallert ynskist til keyps, max. 3.000 kr. Tlf. 316780 eftir kl. 16 YNSKIST Suzuki knallert ynskist til keyps fyri 2000 kr. Skal kunna koyra, men tað bilar ikki, um hon treingir til ábøtur. Tlf. 423551 KONDISÚKKLA YNSKIST Kondisúkkla í góðum standi ynskist til keyps. Tlf. 22 33 25 Teldur TELDA TIL SØLU Pentium III 700MHz 256MB Ram 35GB Harðdisk (7200 rpm) 64MB DDR RAM grafikkort 40x cd-rom, 1.44MB disklastøð Webcamera 17" Skerm 10/100 Mbit netkort Eksternt modem Lexmark Z32 litprintari Windows Millenium og nógv onnur forrit. Kostnaður 13.000,- Ring á tlf. 254124 PC-SPØL TIL SØLU Deus Ex, Colin McRae Rally 2, Carmageddon 3, Soldier of Fortune og Messiah. Prísur um kr. 149-199,- pr. stk. Tlf. 310441 og tab@post.olivant.fo YNSKIST TIL KEYPS Hevur tú hátalarar til eldu og/ella ein harddisk, ið tú vilt av við, so ring Tlf. 312602 CREATIVE Web Cam 3USB til sølu fyri 250 kr., í góðum standi. Tlf. 253950 ella 448220 Tónleikur TIL SØLU Carlsbro GLX40 40 watts forstyrkj- ari. Lítið brúktur 2 ára gamal guitar- forstyrkjari til sølu fyri 3100,- Tlf. 448018 eftir kl. 18.00 TIL SØLU Eitt 3 mánaðar gamalt Kenwood KDC 3080R bilstereo til sølu fyri einans 1400 krónur. Nýprísur 3200 krónur. Tlf. 456428 EL-BASSUR Ein 4-streingjaður Aria bassur við nýggjum Seymour Duncan mikrofonum til sølu fyri 4.500 kr. Tlf. 253319 ella 314618 EL-GUITAR TIL SØLU við kassa. Ibanez, Roadstar II series v/ Humbucker mikrofon, árg. 84, í góðum standi, 3.600,- kr. Tlf. 316027 lok. 405 eftir kl. 16 PIONEER STEREOANLEGG Dolby digital surround forsterkari, cd-spælari við 6 fløgum minidisc og tveir stórir JBL hátalarar til sølu. Tlf. 240346 EIN SERA vælhildin 5-streingja banjo av slagnum Washburn til sølu fyri 3500 kr. Nýprísur: 5.500 kr. Tlf. 252939 EG SELJI eitt par av bongo trummum, tær eru Ø 20 cm. kr. 900,-. Eg tosi enskt. Tlf. 252026 ORGUL Viscount Pastorale DK-400. Til sølu. 12 ára gamalt, sera lítið brúkt. Hevur staðið væl alla tíðina. Pedalir í fullari longd. Bonkur. Nýprísur uml. 35.000,-. Ring, so finna vit ein hóskandi prís! Tlf 442181 EG HAVI danskar og útlendskar fløgur, bæði brúktar og óbrúktar. Eg leiti eftir føroyskum fløgum. Tlf. +45 86428627 ella +45 26747474 fartlf. Út- & Sjónvarp LIMUM FELAGSINS verður bjóða á Tjaldurs Apotek týskvøldið 13. mars kl. 19 at hoyra um nýtt produkt til kroppin. Tilmeld- ing er á tlf. 341100 Kristina, í seinasta lagi 9. mars. Føroya Astma/Allergifelag DVD-SPÆLARI til sølu fyri 2300 kr. Tað er ein Nintaus og er kodufríur, spælur eisini MP3 fløgur. Hann er sum nýggjur. Tlf. 253950 ella 448220 Ymiskt TIL SØLU Ein Storno 6000 sendari við antennu og fýra metra kaðali til sølu fyri 1000 krónur. Møguleiki er at útvegað fleiri. Tlf. 289020 - 456760 KASTRUP-VÁGAR Einkult billet 10. mars til sølu fyri 500,- kr. Tlf. 422364 GSM TIL SØLU 2 mðr. gomul Nokia 5110 telefon til sølu fyri 1.300 kr. ella hægsta boð yvir. Tlf. 252345 BANKIMASKINA til turt flak til sølu. Tlf. 220756 - 371728 YNSKIST Brúkt seymimaskina í góðum standi ynskist til keyps fyri sámuligan prís. Tlf. 441656 FARTELEFON lítið brúkt Nokia NMT 450 fartelefon við vanligum og billøðara – nýtt battarí, til sølu fyri kr. 1.000,- Tlf. 212904 DAMUBORÐHALD Um nóg nógvar (min. 70) tekna seg, so verður árliga damuborðhaldið í VB-húsinum leygarkvøldið 10.3. kl. 20. X-Rays spæla til dans. Kostn- aður borðhald + dansur: 150,- kr. Dansur: 100 kr. Tekningarlistar liggja á Báruni, Statoil og Shell. Seinasta freist at tekna seg er tórsdagin 8.3. TIL SØLU Ein modellbátur, 4-mannafar, gamalt føroyskt modell, og ein 4 mastra skonnart, modellskip. Tlf. 313291 TIL SØLU Gangi-/renniband við bandspælara, hevur display, ið vísir m.a. tíð, ferð og avstand, til sølu fyri 1.800 kr. Tlf. 320317, e. kl. 17 FERÐAST SAMAN Eg fari úr Føroyum 14. mars og úr Keypmannahavn 19. mars. Tlf. 319979 SLØTT INNHURÐ við karmi, ið er 80 cm breiður, ynskist til keyps. Tlf. 421518 TIL SØLU Ein Nokia 32-10, 1/2 ára gomul, við tasku, headset, heimaladara og krom cover. Tlf. 221589 - 317507 MÁLNINGAR TIL SØLU Tveir málningar av Sigmundi Petersen til sølu fyri 3.000 kr. stk. 1. Kirkjubøur, Hestur, Koltur (1965). 2. Hoyvíkshólmur, Nólsoyggin (1964). Tlf. 212065 DUET CUP Suðringar og onnur áhugað! Innandura fótbóltskapping fyri børn og ung verður í Vágshøll 17. mars. Tilmelding áðrenn 12. mars á tlf. 374072 - 374600 - 373883. VB-ungdómsnevndin MOTOROLA FARTELEFONIR 3 X Motorola fartelefonir. 3 stk. Motorola CD 930 Dual-band GSM fartelefonir til sølu fyri kr. 400 pr.stk. Tlf. nr. (um dagin): 353213 Tlf. nr. (um kvøldið): 320014 E-post: RonnieH@fisk.fl.fo METALLDETEKTOR til sølu, til undirvatnsbrúk av merkinum »Garret« Sea-Hunter XL 500, amerik. Í sera góðum standi. Tlf. 311512 SLEPP AV VIÐ DELLURNAR Power Rider, ið er sera góður um ein brúkar hann, til sølu fyri 1.000 kr. Videoband fylgir við. Tlf. 333988 BÍLIGAN FERÐASEÐIL Fyri at fáa ein bíligan ferðaseðil sóknist eg eftir einum at ferðast saman við mær til Keypmannahavn tann 10. mars og uppaftur tann 25. mars. Tlf. 444069 FERÐAST SAMAN Eg fari úr Føroyum 23.3. og heim- aftur 26. ella 27.3. Ring 315867 eftir kl. 17 NOKIA 3310 til sølu, prísuppskot: 1500,- Tlf. 252962 YNSKIST Fitness/Ultra Toner við videobandi, fyri sámuligan prís, skal vera í góðum standi. Tlf. 213193 VINDEYGU 2 vindeygu 70 x 120 cm til sølu fyri 200 kr. hvørt. Tlf. 317528 TRAPPA Lakerað fura, hálvt sving, 242 cm hæg, 90 cm breið, til sølu. Tlf. 213571 HEILSANIR Gevið gætur Bert heilsanir, skrivaðar á henda lepan og goldnar frammanundan við 30,- kr. fáa innivist í blaðnum. Til ber eisini at lata okkum lepan og gjald í avgreiðs- luni á Argjavegi 26, millum kl. 8.00 og 16.00. Myndaheilsanir skulu vera okkum í hendi á mið- degi 2 dagar fyri útkomudag. Viðmerkið annars niðanfyri, um heilsanin ynskist í blaðið ávísan dag. Týsd. Mikud. Hósd. Fríggjad. Leygard. Tekstur:...................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... Myndina aftur: Minnist til at skriva navn og bústað aftanfyri á myndina og at leggja við ein frankeraðan brævbjálva við navni og bústaði. Um neyðugt fyri arbeiðsgongdina, taka vit okkum rætt til at fáa heilsanina í blaðið annan dag, enn tann ynskta. Sent hevur (skal fyllast út). Navn: ........................................................................ Bústaður: .................................................................. Bygd/býur: .................................... Tlf.: ................. Heilsanir 5 ferðir um vikuna 30,- kr. Sendið lepan, mynd og gjald til: Postsmoga 76 •110 Tórshavn Merkið bjálvan: »Heilsanir« Góða Irdi Hjartaliga tillukku við føðingardegnum 28.2. Alt tað besta í framtíðini. Ynskja vit uppi á Góði elskaði Fróði Emil Vit ynskja tær hjartaliga tillukku á 5 ára degnum. Alt tað besta í framtíðini. Ynskja mamma, babba og Irena Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi smápartafelag: Skrásetingar-nr. Sp/f 3128 Navn: Sp/f TN Bygging Adressa: Heimistovuvegur, 625 Glyvrar Kommuna: Runavíkar Kommuna Stovningardato: 08.02.2001 Viðtøkudato: 08.02.2001 Kapitalur: Kr. 100.000,00 Inngjaldingarháttur: : Kr. 100.000,00 í øðrum virðum til kurs 100. Stovnari: Torben Nielsen, 625 Glyvrar. Stjórn: Torben Nielsen, 625 Glyvrar. Tekningarreglur: Felagið verður teknað av stjóranum. Grannskoðari: : P/F Rasmussen & Weihe, á Glaðsheyggi, 100 Tórshavn. Roknskaparár: 01.01. - 31.12 Fyrsta roknskaparár: 01.01.2001 - 31.12.2001 Endamál: Endamál felagsins er at reka húsasmíð o.a. í hesum sambandi. Felagið er stovnað við umskipan av virki eftir umskipanarlógini Skráseting Føroya tann 5. marts 2001 Kristin Balle _____________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. Sp/f 1362, Sp/f Plan, 100 Tórshavn. Viðtøkur broyttar: 12.09.2000. Nevnd: Farin úr nevndini: Jóhannes Hellisdal, Smærugøta 9c, 100 Tórshavn (formaður), Helena Heidi Hellisdal, Smærugøta 9c, 100 Tórshavn og Rúna Franksdóttir Holm, Heiðagøta 2a, 160 Argir. Stjórn: Innkomin sum stjóri: Johannes Hellisdal, Smærugøta 9c, 100 Tórshavn. Endamál: Endamál felagsins er at reka maskinkoyring, handil, ídnað og annað virksemi í hesum sambandi. Skráseting Føroya tann 5. marts 2001 Kristin Balle _____________________ VIÐMERKINGAR Tjóðveldisflokkurin vil ikki vita av, at tað eru tvinnir partar, ið samráðast. Nevniliga Danir og Føroyingar Jógvan við Keldu Samgongutingmaður Einki er at taka seg aftur í, at samgongan hevur í landsstýrismanninum við sjálvstýrismálum leingi havt ein trupulleika at drag- ast við. Hansara kós hevur ferð eftir ferð verið ein sigling í vandasjógvi, ella sum onkur hevur tikið til, at hann »enntá hevur fleiri ferðir siglt fulveldisskútuna á land«. Tað er eitt undur, at ikki størri skaði er hendur. Hetta hevur við tíðini gjørt, at samstarvið millum skipara og stýrimann er versnað. Høgni spælir solo Hesaferð fór hesin óroyndi politikarin – eg vil ikki siga, at hann er ov ungur, men óroyndur – ov langt, og nú var løgmaður noydd- ur at steðga honum og seta hann »upp á pláss«. Vit finna okkum heilt einfalt ikki í hansara solospæli longur, og nú vóna vit, at hann og Tjóðveldisflokkur- in skilja støðuna. Tað stendur nú upp til teirra, um vit skulu sigra. At vinna fullveldi krevur meira enn bara sjónleik og manipulatión. Seinastu ár- ini hava ávís tjóðveldisfólk dyrkað hesi evni í so nógv. Eg eri eisini troyttur av, at tað vísir seg hjá øllum flokkunum – her er einki undantak – at tað er umráð- andi, »hvussu hann stendur seg«, ella hjá einkultum politikarum »hvussu teir standa seg«. Spurningurin vit eiga at seta okkum er: »Hvussu standa Føroyar og føroya fólk seg«? Tað er veruligi spurningurin vit skulu seta okkum sum politikarar, valdir av fólkinum. Hinvegin hevur Fólka- flokkurin ikki nóg væl dugað selt eina góða vøru. – Tað er munur á, hvussu fjølmiðlamaðurin Høgni Hoydal hevur duga at verið ein rættur sølumðaur. Tað eydnaðist kanska eis- ini hesaferð Tjóðveldis- flokkinum at gera hetta álvarsmálið til eina »proce- dure-bagatell« við tí »skeiva postberaranum«, og at fáa landsstýrismannin í sjálvstýrismálum at standa fyri fólkinum sum ein annan pínslavátt. Allur sjónleikurin á Vaglinum var settur upp til tað sama, og tað má sigast at vera meira enn heppi fyri »sjónleikin«, at tingfundurin kundi út- setast so leingi, meðan før- oyingar allir vendu eyguni og oyruni móti Høgna Hoy- dal. Sjálvandi átti løgmaður at koyrt Høgna Hoydal til hús beinanvegin Bíðaðu eftir Høgna At billa fólki inn, at bíðað var eftir løgmanni, er heilt burturvið. Løgmaður hevði í góðari tíð boðað lands- stýrismanninum frá, at tók hann ikki uppskotini aftur, varð hann loystur úr starvi, og løgmaður fór síðani at taka uppskotini aftur. Hetta uppsagnarbrævið var und- irskrivað og víst Høgna Hoydal – kortini valdi hann at spæla sín egna leik og kanska fáa persónligan vinning av leiklutinum sum pínslaváttur. Tá Høgni Hoydal tosar um, hvat umheimurin fer at siga nú, so vil eg svara, at føroyskur politikkur er álv- arsamari enn sum so. Høgni hevur kanska sjálvur sett seg í eitt ávíst ljós hjá útlendingum. Um hann kann liva upp til tað, er hansara søk. Vit í Fólka- flokkinum arbeiða til frama fyri ta føroysku tjóðina – líka mikið hvat so aðrir halda. Eg haldi eisini, at tað er rætt her at skoyta uppí, fyri at prógva vanvirðing tjóð- veldisfloksins fyri løg- manni, at løgtingsmaður tjóðveldisfloksins Páll á Reynatúgvu á samgongu- fundi tók brævið frá Føroya løgmanni, har m.a. varð sagt, »at vit ynkja onga fólkaatkvøðu«, meðan samgongulimirnir høvdu eyguni fest á hann, rukkaði tað saman, gjørdi tað til ein »bólt«, og kastaði hann í krókin. – Hetta er ov primitivt, og kann á ongan hátt góð- takast av Fólkaflokkinum. Eingin semja Lat meg enn einaferð sláa fast, at full semja var ikki í landsstýrinum um fullveld- isleistin, og tað var orsøkin til, at Løgmaður ikki vildi hava uppskotini niðan í Løgtingið. Hetta vitsti Høgni Hoydal og hinir tjóð- veldismenninir, og teir vita eisini, at uppskotini ikki fara niðan uttan at full semja er um tey í landsstýr- inum – at uppskotini hjá Høgna so heldur ikki bera juridiskt, sum onkur vil vera við, er ein onnur søga, sum bert styrkir okkara støðu. Tjóðveldisflokkurin vil ikki vita av, at tað eru tvinnir partar, ið samráðast. Nevniliga Danir og Føroy- ingar. – Danir við síni stjórn og so gott sum øllum tí danska fólkatinginum og næstan helminginum av føroysku tingmanningini. Hetta er veruleiki, sum eingin kann renna frá, men takast í álvara. Eiga vit ikki at minna okkum á úrslitið av fólkaat- kvøðuni í 1946 og fylgj- urnar av henni. Lat meg undirstrika, at eg fegnist um, at vit funnu stevið aftur á hesum sinni, men tjóðveldismenn eiga at duga sær hógv i hesum týð- andi samstarvinum um tað skal halda. Vit vilja tað besta fyri Føroya fólk. At okkara løgmaður og leiðari í landinum, sum leggur doyðin á júst hetta og ikki vil spæla hasard við fram- tíðini hjá Føroya fólki, skal verða spiltur út og vanvird- ur av tjóðveldisfólki í teirra villa rúsi, er Fólkaflokkin- um ovboðið. Allur hesin sjónleikurin á Vaglinum við geylandi tjóðveldismonnum minti meg so nógv á læknastríðið í Klaksvík, sum tjóðveldis- flokkurin avgjørt ongan heiður átti av, at tað varð loyst, men gjørdi sær dælt av hesum sorgarleiki. Eg vil geva Helena Dam á Neystabø, formanni Sjálvstýrisfloksins rætt í, at samgonguflokkarnir nú eru undir stórari ábyrgd at end- ur reisa álitið hjá føroyska fólkinum á samgonguna. Hetta kann bert gerast um Tjóðveldisflokkurin fæst at reka seriøsan politkkk, sum førir okkum fram móti endamálinum, vit hóast alt eru samdir um. Tað tykist, sum teir hóv- ligu tjóðveldismenninir sleppa ikki at bera seg at sum góðir politikarar, teir verða riknir við einum putti, so allir fáast at ganga í gásagongd. Eg eri troyttur av trútt- andi tjóðveldisfólki. Troyttur av trúttandi tjóðveldisfólki