sunnudagur 3. juni 2007síða 23
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 103 - 1. juni 2007
Søkt verður eftir
• fýra pedagogum til Dagstovnin á Flatinum
á Oyrarbakka til barnagarðsstovurnar og
frítíðarskúlan
• tveimum pedagogum til Barnagarðin við Kráir í
Hvalvík
• einum pedagogi til Frítíðarskúlan í Hvalvík
• tveimum pedagogum til Dagstovnin við Stórheygg
í Hósvík
at byrja eftir summarfrítíðina. Øll størvini eru 30 t/v
ella eftir nærri avtalu.
Vit ynskja, at tú hevur
• hug at skapa ein fjølbroyttan og tryggan
gerandisdag fyri børnini
• virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum og
teimum vaksnu
• hug til at skapa og seta dám á dagstovnin
• góð samstarvsevni og kann arbeiða sjálvstøðugt
Vit bjóða
• eitt spennandi arbeiðspláss, har pláss er fyri
ymiskleika
• ein stovn, ið er í støðugari menning
• eitt arbeiðspláss, har tú kemur at hava ávirkan
Setunarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya
Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Um pedagogar ikki søkja, verða hjálparfólk sett í
tíðaravmarkað størv
Meiri fæst at vita um størvini við at venda sær til
• Dagstovnin á Flatinum: Rosu Prestá, leiðara, á tlf.
771030 ella 471030
• Barnagarðin við Kráir: Nancy Poulsen, leiðara, á tlf.
772021 ella 422717
• Dagstovnin við Stórheygg: Honnu Thøgersen,
leiðara, á tlf. 772020 ella 472020
Umsóknir við avritum av prógvi v.m. skulu sendast til
Sunda kommunu
Oyrarbakkavegur 3
400 Oyrarbakki
ella við telduposti til: sunda@sunda.fo
Umsóknir mugu vera okkum í hendi í seinasta lagi
týsdagin 19. juni 2007
Í Sunda kommunu eru tríggir dagstovnar: Á Oyrarbakka, í Hvalvík og í Hósvík. Dagstovnurin á Flatinum á Oyrarbakka hevur
pláss fyri 108 børnum, og har starvast í løtuni 22 fólk. Barnagarðurin við Kráir í Hvalvík hevur pláss fyri 60 børnum, og har
starvast í løtuni 13 fólk. Dagstovnurin við Stórheygg í Hósvík hevur pláss fyri 58 børnum, og har eru í løtuni 11 starvsfólk.
Leiðararnir á teimum trimum dagstovnunum hava eitt gott og tætt samstarv í samráð við kommununa.
Pedagogar til dagstovnarnar
sansir.fo
Sosialurin
veitst tú ikki tað?
lýsingar
Fólksins flokkur
Sosialur
Familjuvinarligur
Grundfastur
Trúfastur
Verjir virðini
MIÐFLOKKURIN SJÁLVANDI
www.midflokkurin.fo
hvørt
vikuskifti í
Sosialinum
Profilurin
Navn:
Jaspur Langgaard
Aldur:
37 ár
Bústaður:
á Nesi, Eysturoynni
Maki:
Giftur við Oliviu Langgaard
Børn:
Remi 15 ár og Beinir 7 ár.
Ja
sp
ur
La
n
g
g
a
a
r
d
Hjartamál:
Eg havi frá heilt ungum árum haft stóran áhuga fyri
politikki. Eg havi altíð trúð, at tað hevði verið best
fyri okkum sum tjóð, um vit stóðu á egnum beinum
og at vit høvdu eitt gott samstarv við okkara grannar
á jøvnum føti.
Gjøgnum mítt arbeiði sum aðalskrivari í Bláa Krossi
Føroya, havi eg sæð at børn heilt á ungum árum
ynskja at royna rúsdrekka og rúsevnir. Gransking í
grannalondum hevur staðfest, at jú fyrr børn byrja at
nýta hesi evni, størri er vandin fyri, at tey seinni vilja
vera bundin at hesum. Miðflokkurin hevur sett sær
fyri, at børn og foreldur í Føroyum skulu vera meir
tilvitað um hesar vandar, og at vit sum samfelag eiga
taka hetta í fullum álvara.
Hví velur tú miðflokkin?:
Tað hevur glett meg, at búð í eini tjóð, sum hevur
virðismett tey átrúnaðarligu virðini sera høgt. Tíverri
upplivi eg at flestu flokkar siga, at politikkur og
átrúnaður ikki kunnu ganga hond í hond. Her hevur
Miðflokkurin melda greitt út, og tí havi eg valt at
blíva partur av hesum flokki.
Visti tú at?
• At Miðflokkurin í seinastu samgongu forðaði
liberaliseringum í rúsdrekkalógini, sum tíverri
eru framdar undir hesari samgonguni við
øktari nýtslu sum fylgju.
• At Miðflokkurin sum einasti flokkur vil
hækka aldursmarkið fyri keyp av rúsdrekka.
• At Miðflokkurin var við til at leggja uppskot
fram um eina rúsevnis-nullloysn fyri Føroyar.
• At Miðflokkurin aktivt virkar fyri at bøta um
umstøður teirra heimleysu.