Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-03, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 3. juni 2007síða 41

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 Nr. 103 - 1. juni 2007 Starvsfólk til: Tórshavn Søkt verður eftir lærlingi til Thomas Dam ítrótt í Tórshavn. Starvið fevnir um alt vanligt handilsarbeiði innan sølu av ítróttarútgerð. So ert tú ein m/k, sum hevur áhuga innan hetta økið, kunnu vit bjóða tær eina spennandi lærutíð hjá okkum Thomas Dam Ítróttur er partur av Intersport- og Sport Direct samtakinum og hava vit 3 ítróttarhandlar. Umframt handilin í Tórshavn hava vit eisini ein á Glyvrum og ein í Klaksvík. So ert tú ein fryntlig/ ur persónur við áræði og ikki ert bangin fyri at taka eina eyka hond í tá á stendur ert tú vælkomin at søkja hetta læru- pláss. Lærutíðin er 2 ár við HH prógvi og 3 ár við FHS prógvi. Umsóknir við prógvum og viðmælum verða at senda til: Thomas Dam Ítróttur Niels Finsensgøta 5 Boks 268 FO-110 Tórshavn Námsfrøðingur til Frítíðarskúlan í Fuglafirði Frítíðarskúlin í Fuglafirði søkir eftir náms­ frøðingi, at arbeiða 30 tímar um vikuna, frá 14 august 2007. Frítíðarskúlin heldur til í skótahúsinum »Kambur«, á Kambsdali og er ætlaður børn­ um, sum ganga í 1. og 2. flokki. Vit bjóða: • áhugavert og avbjóðandi starv • rúm fyri nýhugsan • náttúruvakurt umhvørvi Vit vænta at tú: • kann taka ábyrgd • dámar væl at vera úti • dugir væl at samskifta og samstarva Lønin verður sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgev­ arafelag Føroya. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jógvan Philbrow leiðara telefon: 73 77 91. Umsóknir saman við avritum av prógvum og viðmælum skulu vera býráðsskrivstovuni í hendi í seinasta lagi 15. juni 2007 kl. 10.00. Umsóknir skulu sendast til: Fuglafjarðar Kommuna, Norður í Gerði 10B, FO­530 Fugla­ fjørður. Býráðið skilir sær rætt til at velja millum inn­ komnu umsóknirnar ella onga at taka. Fuglafjarðar Kommuna Teknikkari Søkt verður eftir teknikara at byrja skjótast gjørligt. Førleikakrøv: Fyrimunur er um umsøkjarin er útbúgvin radiomekanikari, radioteknikkari ella hevur líknandi royndir. Hevur kunnleika til teldur og net. Kann arbeiða sjálvstøðugt. Koyrikort er ein treyt. Arbeiði umfatar: Uppsetan og tænastuveitan av: Navigatións-, fiskileiti- og samskiftisútgerð og fylgisveinatænastur til skip. Vestara Bryggja · Postsmoga 3033 110 Tórshavn · Tel. 352182 · info@vikmar.fo www.vikmar.fo L e i ð a r i til Látipípuna Hervið verður søkt eftir leiðara til dagstovnin Látipípuna í Vestmanna at arbeiða 40 tímar um vikuna. Leiðarin skal hava námsfrøðiliga útbúgving, og starvið verður sett frá 1. august 2007 at rokna. Látipípan er ein stovnur við 20 útibarnagarðs­ børnum í aldrinum 5 til 7 ár og frítíðarstovu við 25 børnum í 1. og 2. flokki. 8 starvsfólk eru tilsamans í Látipípuni. Útibarnagarðurin er í Miðalsbrekku – í vøkrum náttúruumhvørvi ímillum Hórará og Gjógvará og tætt við hagan. Í útibarnagarðinum leggja vit dent á: • gott foreldrasamstarv • virðing fyri tí einstaka barninum • upplivingar í náttúruni • at búgva børnini til at fara í skúla Frítíðarstovan heldur til í einum sethúsum Inni á Fjørð ­ tætt við Fossá, fjøruna og sandin. Í frítíðarstovuni leggja vit dent á: • gott foreldrasamstarv • virðing fyri tí einstaka barninum • upplivingar saman við javnaldrum • at læra tey at virða hvønn annan • at hava tað stuttligt saman Leiðararnir í Vestmanna eru í einum leiðarabólki saman við leiðarum úr Suðuroynni, Sandoynni, Vágoynni og Kvívík. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Vilt tú vita meira um starvið, kanst tú seta teg í samband við Maluna Stórá á tlf 230145 ella t­post ms@vestmanna.fo. Skrivlig umsókn við prógvi og møguligum við­ mælum skal verða kommunuskrivstovuni í hendi í seinasta lagi mánadagin 18. juni 2007, kl. 12:00. Vestmanna Kommuna SKIPARAR Um tú hevur siglt og kundi hugsa tær eitt leiðandi starv á sjónum, so kann Klaksvíkar Sjómansskúli bjóða útbúgving til skipara. Útbúgvingin gevur rætt til at vera stýrimaður og skipari á øllum støddum av fi skiskipum. Eisini gevur skiparaprógv rætt til at vera stýrimaður ella skipari á handilsskipum upp til 3000 BT. Lesnaðurin til skipara tekur 1½ ár og byrjar 6.august. Klaksvíkar Sjómansskúli Garðavegur 11 Postsmoga 330 FO - 700 Klaksvík Tlf. + 298 45 61 28 fax. + 298 45 79 17 t-post : klaknav@klaknav.fo Hús í Vági til sølu Sethúsini – Toftalíð 24, matr. nr. 92 – til sølu, um hóskandi boð fæst. Tlf. nr. 373044 - 583044 Ogn í Mykinesi til sølu Ognin – matr. 23, jørð og sethús – til sølu, um hóskandi boð fæst. Eisini kunnu húsini og jørðin seljast hvør sær. Nærri upplýsingar fáast á: Tlf. nr. 373019 ella 332056 lýsingar www.sosialurin.fo