Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-03, síða 51
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 3. juni 2007síða 51

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 103 - 1. juni 2007 summarkapping 52 Berlin – ein áhugaverdur býur Berlin er ein sera áhugaverdur býur at vitja á so mangan hátt. Umframt at vera høvuðstaður í størsta landinum í Evropa, so er hann eisini serligur á annan hátt. Hann er ein av nýggjastu høvuðsstaðum í Evropa. Stórbýurin, ið fyrst var ein býur, síðani býttur í tveir býir í tveimum sera ymiskum londum fyri aftur at verða samanlagdur til tann stórbý, hann í dag er vorðin til. Berlin sigur frá eini sera sermerktari søgu, eini søgu, ið fleiri okkara minnast. At vitja í Berlin við ferðaleiðara er eisini nakað heilt serligt. At síggja tey kendu støðini, ið nú bert standa sum kám minni um eina keðiliga tíð í søgu Týskalands. Partar av Berlinmúrinum síggjast enn, og tá tú sum ferðafólk stendur eystaru megin múrin, ber til at hugsa um tey mongu, ið royndu at flýggja vesturum, hóast píkahegn og vaktartorn. Til ber at vitja staðið, har Hitler búleikaðist og læt lív, og tú kanst vitja hópin av søvnum av alskins slagi. Í Berlin eru ymisk listaverk, ið lýsa tíðina, tá Hitler sat við raðið. Til ber t.d at síggja løgna listarverkið, ið sær út eins og ein djúpur brunnur, ið tú í fyrstani als einki høpi sær í. Hyggur tú nóg leingi niður í dýpið, sært tú hillarnar, ið mynda allar tær bøkur, ið vórðu brendar í Hitlertíðini. Eisini ber til at vitja labyrintina, ið er gjørd til minnis um allar teir jødar, ið liðu undir jagstran Hitlers. Kurfürstendamm er kenda høvuðsgøtan í Berlin við alskins handlum, sølumiðstøðum og matstovum. Ein sannur dreymur hjá teimum, ið dáma stórar handilsgøtur. Berlin er høvuðsstaður í størsta landinum í Evropa, Týsklandi. Býurin hevur eina sermerkta søgu, sum flestu okkara minnast, og harafturat hevur býurin eina ørgrynna av spennandi støðum, sum eru áhugaverd fyri ferðafólk Aberdeen er við sínum góðu handilsmøguleikum og bíligu prísum altið eina vitjan verdur. Býurin hevur nógvar matstovur, náttklubbar og pubbir. Íroknað prísin er: • Flogferð Vágar – Aberdeen og aftur við øllum avgjøldum • 3 nætur á Brentwood Hotel í dupultkamari við morgunmati • Eyka fyri einakamar kr. 270,- P/F Flogfelag Føroya • Hoydalsvegur 17 • 100 Tórshavn • Tel. 34 00 00 • Fax 34 00 11 • booking@ff.fo EyKA túrur til Aberdeen Hósdagin 19. juli til sunnudagin 22. juli www.ff.fo kr. 3.195,- fyri hvønn Sertilboð Kom sum Aladdin flúgvandi til Klaksvíkar Mánadag 8.12 (bert juni, juli, august) Mikudag 13.04 Fríggjadag 13.00 Sunnudag 13.52 Tyrlan flýgur Tórshavn – Klaksvík Norðoya Kunningarstova · Varpabrúgvin 1 · 700 Klaksvík Tlf 456939 · Fax.456586 · info@klaksvik.fo Vælkomin á Hotel Norð Fo-750 Viðareiði · tel 45 12 44 · Fax 45 12 45 hotel@hotelnord.fo · www.hotelnord.fo • 15 dupultkømur • Matstova til 250 gestir • Fundarhøli • Barr • Náttúruvakurt • Buss til hurðina 1. floks toy til skjúrt, bæði til børn og vaksin. Toy til møttil og fóður Pr. metur 698,- Dr. Jakobsensgøta 21 Tel 31 53 15 Buksuvadmál Buksuvadmál