mánadagur 4. juni 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 104 - 4. juni 2007
tíðindi
Ummæli
3. flokkur í Eysturskúlanum
Nøkur av børnunum í 3. flokki í
Eysturskúlanum
Í bløðunum plaga ofta at vera
ummæli, sum vaksin skriva um
tað, tey hava lisið, sæð ella hoyrt.
Hvat tey halda vera gott ella
minni gott.
Vit ganga í 3. flokki í Eystur
skúlanum og eru 40 næmingar í
flokkinum. Vit hava eisini hug at
siga frá, hvat vit halda um tað,
sum vit upplivdu fyri trimum
vikum síðani.
Tá vóru vit boðin til konsert í
Norðurlandahúsinum. Føroya
Symfoniorkestur spældi, og
Jensina Olsen var frásøgufólk.
Hondina á hjartað – vit vóru
ikki øll so spent at fara, men ikki
tykkum at siga, so er altíð stutt
ligt at sleppa úr skúlanum til
okkurt annað! Kalt og ilsligt var
tað eisini henda morgunin, tá vit
fóru stríðandi niðan í Norður
landahúsið. Tveir lærarar vóru
við okkum, og tær søgdu báðar,
at tær gleddu seg. Mintu okkum
á at sløkkja fartelefonir og alt
tað, sum vit mugu minna hvønn
annan á, tá ið tað eru vit, sum
eru gestirnir.
Var tað ein ljóðmúrur?
Jú, hetta var ein góð og stuttlig
konsert. Jensina dugdi so væl at
fortelja fyri okkum og spæla
sjónleik, meðan ljóðførini syrgdu
fyri at gera ljóð til hennara
rørslur. Fyrst mátti hon stríðast
við at fáa ein múr burtur, so vit
kundu hoyra bæði hana og
orkestrið. Hetta riggaði ikki, fyrr
enn hon gav honum eitt ordans
karate spark. Orkestrið gjørdi øll
møgulig ljóð til hetta, so tað
ljóðaði akkurát, sum tað var
veruligt.
Lív kom í ljóðførini
Instrumentini kundu gera alt
møguligt. Larma, grenja, flenna,
práta saman og nógv annað. Tey
kundu vera kedd og blíð. Vit
halda, at tað var, sum um tey
vóru sprell livandi.
Vit halda eisini, at tað var so
snilt, tá Jensina í byrjanini av
konsertini lat instrumentini
sjálvi siga, hvørji tey vóru.
Strúkararnir vóru allir ein
familja, men blivu eldri og eldri,
jú størri, grovari og tyngri teir
vóru og endaðu við at vera tip-
tip-tip oldurabbi. Soleiðis møttu
vit øllum ljóðførunum og
endaðu hjá Pinkuni, sum var ein
piccolo, áðrenn vit fóru inn í
køkin. Soleiðis kallaði Jensina
tann partin, har sum øll tey
instrumentini vóru, sum geva
nógvan gang, og sum man kann
sláa á. Tað var stuttligt!
Orkesturleiðari í góðum lag
Søgan um Tobban, sum var ein
tuba, og froskin var góð Eisini
her upplivdu vit, hvussu ljóðføri
kunnu siga eina søgu. Vit skiltu
ikki rættiliga, hvussu øll vistu,
nær tey skuldu spæla, so tað
passaði akkurát til søguna og
orðini hjá Jensinu. Men vit rokna
við, at dirigenturin heldur skil á
øllum!! Hann var so fittur og
blíður - og helst við Tobban - og
sá út til at tíma so væl. Eisini at
fáa okkum at syngja saman við
orkestrinum, sum konsertin
endaði við. Tað var fyrstu ferð, at
vit hava sungið afturvið einum
heilum symfoniorkestri.
Tað eru nøkur í flokkinum,
sum læra at spæla, og sum ikki
bara kendu fleiri ljóðføri, men
eisini tónleikalærarar í
orkestrinum.
Fartelefonir hjá børnum
ringja ikki í úrtíð
Vit kundu hugsað okkum at
sloppið aftur til konsert hjá
Føroya Symfoniorkestri, sum
eisini spældi so vøkur løg. Vit
hava prátað um konsertina, og
best dámdi okkum Pink Panter
og Olsen Bandan.
Lærararnir halda, at vit vóru
røsk, at vit dugdu so væl at vera
til nakað, sum vit ikki eru so von
við. Tær kalla tað, at vit gloymdu
tíð og stað. Við hvørt er tað gott
– við hvørt minni gott. Her var
tað gott!! Men hetta var bara tí,
at konsertin var so mikið góð.
Var hon ikki tað, høvdu vit
sussað og roksað eitt lítið sindur
eisini. Og eitt afturat – vit hoyrdu
onga fartelefon. Tað gloyma tey
vaksnu ofta.
Takk fyri eina góða konsert.
Føroya Symfoniorkestur
er so gott!!
– Instrumentini kundu gera alt møguligt. Larma, grenja, flenna,
práta saman og nógv annað. Tey kundu vera kedd og blíð. Vit
halda, at tað var, sum um tey vóru sprell livandi, sigur 3. flokkur í
Eysturskúlanum í ummæli av konsertini
Nógv børn vitjaðu barnakonsertirnar hjá Føroya Symfoniorkestri fyri nøkrum vikum síðani.