Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-04, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. juni 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 104 - 4. juni 2007 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Í dag, 4. juni, verður Mia í Skorini í Havn 85 ár. Mia var yngst av teimum níggju børnunum hjá Agnas f. Nicolajsen úr Havn, og Jógvan Jensen, av Dul á Strond­ um. Frá hesum staðarnavni fingu børnini sær eftirnavnið á Dul. Agnas og Jógvan búsettust um aldar­skiftið í Konradsbrekku, sum Gr. Kambansgøta fyrr varð kallað. Hetta var í húsunum, sum Konrad Nicolajsen, abbi Miu, bygdi fyrst í 1880-unum. Mia var bert árs­ gomul, tá pápi hennara doyði í 1923, bert 47 ára gamal. So við og við giftust øll systkini út, og sum frá leið vóru bert tvey eftir. Grímur, sum var næstyngst, giftist við Andreu inn í barna­ heimið, har Andrea býr enn. Mia hevði ongan skund at giftast og bleiv verandi heima. Tískil kom Mia at búgva saman við Grími og Andreu og teirra børnum í 12 ár. Her vóru góð viðurskifti teirra mill­um, og tey eru framvegis sera góð so nógv ár aftaná. Sum ung kom Mia at arbeiða sum »ung pige i huset« hjá dóm­ ara­hjúnunum Gerdu og Erik Bonnevie. Her var hon frá 1. juli 1939 til 1. august í 1941. Tá mátti hon gevast, tí mamman gjørdist sjúklig, og hon mátti fara heim at vera um hana. Agnas doyði í 1945, og var hon 64 ára gomul. Í 1945 fer Mia til Keypmanna­ havn­ar at læra at seyma á eini seymi­­­stovu, og hon búði hjá beiggja sínum Páll og Aleksandru, sum tá búðu í Danmark. Hon kem­ ur heim í 1947, og fer at arbeiða á heilsøluni hjá beiggja sínum Jákupi úti á kajuni. Í 1950 kom hon at arbeiða á skrivstovuni hjá Mariu Poul­sen, har beiggin Grímur var stjóri. Her kom hon at verða kend sum sera arbeiðs­som, skila­góð og fyri at vera sera kring við tølum. Hon hevði ábyrgd­­ina av bókhaldi og rokn­skapi. Tað var eisini hon, sum stóð fyri inn­keyp­inum. Mia var eisini inn­keypsferðir uttan­ lands, mill­um annað í Týsklandi. Ser­liga gott skil hevði hon á porselen­s­vør­um sum koppar, tallerk­ar og stell, sum hevur verið ein stór­ur partur av vøruúrvalinum hjá Mariu Poul­sen. Hon arbeiddi her til 1985 ella nærum 35 ár. Í 1959 giftist Mia við Poul í Skor­ini, sum var einkjumaður, og sum átti synirnar Róland og Sám­ al, og tey búsettust í húsunum hjá Poul í Mortanstovubrekku 5. Syn­ ir­nir vóru tá farnir til ommur­nar at vera, men Mia megnaði at savna familjuna aftur, og tað eru tey øll framvegis sera takksom fyri. Í 1965 fáa Mia og Poul dótrina Ragnhild, uppkallað eftir fyrru konu Poul, og var Mia 43 ár, tá hon gjørdist mamma. Hetta hevur sjálvsagt verið ómetaliga stuttligt hjá teimum øllum. Ragnhild giftist við Markus Jacobsen í Klaksvík og fingu tey fýra børn. Ragnhild man hava fing­ ið skil fyri roknskapi og bók­haldi frá mammuni, tí hon er júst »head­ huntað« at fara til Grøn­lands, og er júst farin avstað, at skipa fyri bók­ haldinum hjá teim­um fiskavirkjum, sum Hanus Hansen hjá JFK hevur keypt seg inn í har yviri. Poul doyði fyri nøkrum árum síðani aftaná at vera viknaður so líðandi í nøkur ár. Mia megnaði at hava Poul heima alla tíðina, og var hon um hann til tað seinasta. Tað eru børnini eisini takksom fyri. Ikki kann sigast, at nakar aldur sæst á Miu. Hon ber seg ótrúliga væl. Skilagóð er hon eisini og dugur væl at greiða frá. Vit bæði hava tað samband, at vit eru ættað úr sama túni i Kon­rads­ brekku, har tað altíð hevur verið sera góð viðurskifti millum húsini og ættirnar. Vit síggja hana eisini javn­an í túninum, tá hon kemur á vitjan í barndóms­heimið. Mia verður burturstødd føðingar­ dagin, men hann eigur tó ikki at fara framvið, uttan at hann verður nevndur. Tí verður ynskt henni hjartaliga tillukku við hesum stóra degnum. ó. Mia í Skorini 85 ár Hendan myndin varð tikin á brúdleypsdegnum hjá Miu og Pól í 1959. Her síggja vit øll tey nýggju systkini á Dul saman við teirra makum. Hetta er helst seinastu ferð, at tey øll eru saman, tí Jákup doyði árið eftir. Tey eru: Aftasta rað f.v. Jimmy Copland (1913-1990), giftur við Bjørgu á Dul, Jákup á Dul (1914-1960), Johan Wolles (1906-1986) giftur við Signhild á Dul, Elspa (1908-1991), gift við Dánjal á Dul, Elspa og Johan vóru systkin, Dánjal á Dul (1906-1975, Hans Sundstein (1899-1992), giftur við Jóhonnu á Dul, Grímur á Dul (1918-1987), Poul í Skorini (1918-2003). Miðraðið: Bjørga á Dul (1920-1989), Astrid (1917-) gift við Jákup á Dul, Signhild á Dul (1908-2001), Jóhanna á Dul (1910-1974), Andrea f. 1925, gift við Grími og Mia á Dul f. 1922. Fremst: Páll á Dul (1916-1920), Aleksandra (1916-2003) gift við Páll, Thala (1913-1988), gift við Jógvan, Jógvan á Dul (1912-1989). Av hesum 18 eru bert trý eftir á lívi, og tey eru Mia, Andrea, kona Grím og Astrid, kona Jákup. Mia og Poul