Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-04, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. juni 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 104 - 4. juni 2007 15 nøvn Hósdagin 31. mai hevði Vágs Komm­ una móttøku í sam­band við, at Frank Antoniussen gevst sum býarverk­ frøðingur Starv Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Hósdagin hevði Frank Ant­ oni­ussen sín síðsta arbeiðs­ dag sum býarverk­frøð­ingur hjá Vágs Komm­unu. Frank, ið er ættaður úr Oyndafirði, byrjaði í starvi sum býarverkfrøðingur hjá Vágs Kommunu í 1973 og hevur sostatt verið 34 ár í starvinum. Nógv fólk nýttu høvið at støkka inn á gólvið og heilsa uppá Frank, nú hann gevst í starvinum. Starvið hevur havt við sær, at hann óiv­að er komin í samband við flest allar vágbingar hesi 34 árini, hann hevur røkt starvið sum býarverk­ frøð­ingur í Vági. Frank Antoniussen: Gevst sum býarverkfrøðingur – eftir 34 ár í starvi Týsdagin 5. juni, grundlógardagin, fyllir Maria Joensen á Heygum í Vest­ manna 85 ár. Hóast henda rímiliga høga aldur er Maria enn eins løtt í sinni og vit altíð hava kent hana. Maria var fødd í Sørvági, men flutti sum pinkubarn oman til Vatnsoyrar, har faðir hennara, Martin Jacobsen, Lítli Martin nevndur, var ein av teim­ um trimum nýbyggjarunum við nátt­ uru­vakra vatnið. Hinir vóru Suður­oy­ ar Dánjal og Stóri Martin. Maria fór sum ung genta at tæna á posthúsinum í Vestmanna. Í hesi vøkru bygd kom hon eisini at festa búgv. Hon giftist við Emil Joensen, Emil hjá Hanni, og høvdu tey eitt gott hjúnalag saman, til Emil doyði 69 ára gamal í 1990. Í nógv ár hevði Maria sína dagligu gongd á flakavirkinum, har hon hevði sítt fasta pláss við samlibandið saman við øðrum konubrotum úr Vestmanna og grannabygdum. Emil starvaðist eis­ ini sum arbeiðsformaður á sama staði eftir at hava verið sjómaður megin­ partin av vaksna lívi sínum. Tey eiga 4 børn: Jóhannes (Hanni), Martin, Fíu og Marner. Hóast nógvar av gomlu og kendu bygdamyndunum á Heygum ikki eru longur, so ganga tær báðar granna- og vinkonurnar, Maria og Olga hjá Sam­ son, framvegis dagliga inn á gólvið hvør hjá aðrari í Heygatúni at práta um farnar dagar – og at hyggja eftir Dynasty. Hevur onkur hug at hyggja inn á gólvið á Heygum týskvøldið at heilsa uppá føðingardagsbarnið, so hevur Maria ein góðan kaffimunn á kannuni, hava vit frætt. Hjartaliga tillukku við degnum, fræga kvinna, og Harrans signing fram­yvir M Maria hjá Mil verður 85 Í sambandi við at 150 ár eru liðin síðan Rasmus Christoffer Effersøe varð føddur, komu vit at ósketni at skriva, at hann er grivin í kirkjugarðinum við Velba­ stað­vegin í Havn. Hetta er sjálvandi ikki rætt. Hann doyði í 1916, og kirkjugarðurin við Velba­ stað­vegin var ikki tikin í brúk fyrr enn í 1935. Rasmus Effersøe er grivin í gamla kirkjugarði á Svína­ ryggi, sum er við Dr. Jacob­ sensgøtu og Dalavegin í Havn. Grøvin er tætt við sunn­ara portrið, til vinstru - nakrar fáar metrar niðan frá portrinum. mg Rætting: Effersøe er grivin í gamla kirkjugarði Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum á ein ella annan hátt sýndu samkenslu, tá elskaði pápi, verpápi og abbi okkara Thorvald Thorsteinsson Tvøroyri andaðist og varð jarðaður. Tøkk til familju og vinir, ið hjálptu til við jarðarferðini. Tøkk til prest, kirkjutænarar, sangarar og ein serstøk tøkk til starvsfólkini á Suðuroyar Ellisheimið. Tøkk fyri heilsanir, blómur, kransar og peningagávur til Suðuroyar Ellisheim. Eisini eina tøkk til tykkum, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Rógvi, Regin og Georg Dagurin 5. juni. Grundlógardagur, hildin til minnis um at fría stýrisskipanarlógin kom í gildi í Danmark henda dag í 1849. Dagurin ber annars navnið Bonifacius. Hann var enskur munkur, sum var tiltikin trúboðari og fekk navnið ápostul Týsklands. 80 ára gamal varð hann saman við 52 øðrum myrdur av heidningum í Frísalandi hvítusunnudag ár 754. Jákup Dahl varð føddur hendan dagin 1878 og deyður í 1944. 70 ára føðingardagur 8. juni og 21. juli fylla Eiler og Hergerð Samuelsen Klaks­vík 70 ár. Tey halda føðingardagarnar 8. juni heima Við Mylnutún 9 fra kl 18.