Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-04, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. juni 2007síða 25

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 tíðindi Nr. 104 - 4. juni 2007 gja tinghúsið út Teir tríggir, Palli Gregoriussen, Edmund Joensen og Heðin Mortensen siga allir, at Føroya Løgting er elsta ting í Europa. - Tí skulu vit eisini tora at hugsa stórt, sigur Edmund Joensen, sum ikki ætlar at nýggja tinghúsið skal ávirka fíggjarlógina, men at tað verður kapitaliserað við sølu av gamla tinghúsið Bygningurin verður á Eystaru Vág og sjálvur salurin verður á Bursatanga, sigur Palli Gregoriussen, arkitektur Vestantil verður eitt framhald av Áarvegnumut á Bursatanga. – Har fer at bera til at sita og njóta góða sólargangin og at keypa sær ein bita. Á veghæddini verður ein stór framsýningarhøll, sum fólk kunnu brúka, sigur Palli Gregoriussen, sum ynskir eitt livandi umhvørvi framman fyri nýggja tinghúsinum Inni í salinum er ætlanin at tinglimirnir sita í einum hálvsirkli í trimum hæddum. Íblásturin kemur úr gamla Grikkalandi. Hann heldur, at hetta hevur verið ein sera spennandi avbjóðing, sum kann tilføra býnum nýtt lív. - Her er talan um býarlív og býarbygging, sigur Palli Gregoriussen. Eitt stórt listaverk skal prýða sjálvan Bursatanga. Her við einum obeliski sum dømi Bygningurin er í trimum hæddum umframt parkeringskjallara og loft. Í parkeringskjallaranum verður rúm fyri 52 bilum