Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-04, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. juni 2007síða 26

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 104 - 4. juni 2007 tíðindi Alt gekk sum tað skuldi á Norðoyastevnu - Hetta var ein av teim­ um heilt góðu Norð­ oya­stevn­unum, sigur Ják­up Anthoniussen, for­mað­ur í Norðoya Frí­tíð­ar- og Ítrótt­ar­ felag. Summi halda, at talið av fólkið er minkað nið­ur í nærum einki, með­an fyrireikararnir eru hinvegin væl nøgd­ir við úrslitið. Stevna Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Klaksvík: Nú fyrsta sum­ mar­stevn­an er farin aftur um bak, kunn u tey í nevnd­ ini í NFÍ anda lættan. Alt arbeiðið við at fyri­rei­ ka Norðoyastevnuna hevur nú staðið sína roynd um viku­skif­tið. Tey høvdu fyrireikað eina stevnu­ skrá eftir besta før­i­ mu­ni. Hóast mong halda, at stevn­an líkist ov nógv teim­ um undanfarnu, fegnast fyri­­reik­­ing­ arnevndin um til­ tak­ið. - Eg haldi, at talið av fól­ ki var nakað tað sum un­dan­ farin ár. Rættiliga nógv fólk vó­ru alla tíðina við tivoli- øk­ið og nógv fólk í dansi. - Bæði kvøldini vóru um 1000 fólk tilsaman í dansi, sig­ur formaðurin í NFÍ. Nevndin fer ein av fyrstu døg­un­um at hittast aftur, fy­ri at gera upp úrslitið fyri stevn­una og at eftirmeta Norð­oya­stevn­una 2007. Skiftandi veður Undan stevnuni høvdu fyri­ reik­ar­ar­nir fingið lovað skift­an­di veður frá veður­ frøð­ing­ unum. Og hetta vísti seg eisini at verða so. Leygardagin varð sagt um veðrið, at tað fór at verða yvirskýggjað, mø­gu­li­ ga við ælaveðri og ráligt. Ser­li­ga undir kappróðrinum var kalt í veðrinum. Av hesi orsøk vóru ikki so nógv fólk á bryggjuni und­ ir róðrinum, men sum skil­st sótu fólk í rættiliga nógv­um bilum ístaðin og fylg­du róðrunum. Onkur vildi vera við, at tá tey bæði 10-mann aførini ko­mu á mál, var so at siga ein­ki fólk eftir á havna­r­øk­i­ n­um. Hinvegin hilnaðist sun­nu­ dag­ur­in munandi betri til veð­ur. - Ja, hetta var ein sera góð­ur dagur. Nógv fólk høv­ du tað eisini á orði, hvussu vak­urt tað var at hyggja norð­ur­eftir móti Nestindum, greið­ir Jákup frá. »Tað er vakurt í Klaksvík á sumri«. Myndin frá sunnudegnum talar fyri seg við Nestindum í baksýni Mynd: Høgni Thomsen Tiltøk av ymiskum slagi vóru á Norðoyastevnu, bæði til børn, ung og vaksin Mynd: Høgni Thomsen