Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-04, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. juni 2007síða 35

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 [ Nr. 104 - 4. juni 2007 ] Stemningurin var í topp undan dyst­in­ um, og tjaldið, sum 12. maður hevði sett upp vestanvert Gundadalshøllina kókaði. Og sjálvt ikki avfallið av Himli kundi leggja køv­ andi hond á lagið, tá Føroyar megn­aðu eitt lítið 1-2 tap móti sjálvum heims­meist­ar­ unum LANDSDYSTUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað sást lítið og einki til teir, tifosi úr italia. Tað er synd at siga, at bý­urin var avtaglaður av itali­enskum áskoðarum, tí hóast teir uttan iva vóru har, so sást lítið og einki til teir. Men satt skal vera satt: tað sást eisini lítið til teir føroysku áskoðararnar. Tað vil siga. Tíma ella hálv­an annan áðrenn dystin var lagið av tí allarbesta, og tað var trupult at sleppa inn í tjaldið, sum felagið 12. mað­ur hevði sett upp vestan­ vert Gundadalshøllina, og sum fyri fyrstu ferð kundi bjóða føroysku viðhalds­ fólk­unum – og øðrum við – ein leskandi dropa. Og tað setti púra vist lagið nøk­ ur stig uppeftir. Og teir høvdu gjørt nógv burturúr. Teir høvdu fingið fleiri av fremstu tónleik­ar­ unum at spæla í tjaldinum, og tað setti sín serliga dám á. Nú vóru vit so mikið sein­ ir aftur, at vit bara fingu um endan á framførðsluni hjá Terja Rasmussen, men hans­ ara Eros helt framhaldandi lív í stóra skaranum, sum inni var – og teimum uttan­ fyri eisini, má roknast við. Einki kann tálma góðum føroyskum lag ein so­vorðn­ an dag, slett ikki veðrið. Tí hóast vindurin helt sær nøkurlunda í skinninum, so dropaði alt meir og meir av Himli, og tá dysturin endi­ liga bleiv bríkslaður í gongd, køldi regnið í ólukku­ mát áskoðararnar. Men tað ávirkaði so ikki lagið á setr­ unum kring vøllin, tí tað er jú ikki á hvørjum degi, at tú sær heimsmeistararnar í fót­ bólti á Tórsvølli. Hví? Vit sótu so har, spent øll somul. Fyrstu løtuna tóktist, sum føroyingarnir spældu javnt upp við italsku heims­ meist­ararnar. Og so kom fyrsta málið. Á fótbóltsmáli eitt kloddamál, og tá tú so sá tað umaftur í sjón­varp­in­ um, kundi tú ikki gera ann­ að enn at viðganga, at vit vóru ótrúliga óhepnir í teirri støðuni. Jón Rói rakk akkurát ikki bóltinum, og Jákup var brot­ partin av sekundi ov seinur at fáa hendur á honum. Spell. Einki slíkt kann tó fáa áskoð­ararnar at falla í fátt, og støðugu rópini Føroyar Føroyar rungaðu um vøllin. Alla tíðina. Og so kundu vit sita og hugsa um, hví lands­ liðsvenjarin hevði sett ein eykaleikara á botnliðinum í næstbestu donsku deildini á vøllin, meðan liðskiparin á oddaliðnum í somu deild sat á beinkinum. Men tað mann vera sama grundin, sum at hann sær helit burtur frá frægasta »føroyska« leik­aranum fyri tíðina, Claus Beck Jørgensen. Eftir stendur barta spurn­ ingurin, hvat hvði hent, um vit høvdu stillað við best møgu­liga føroyska lands­ liðnum! Men tað kundi mann bara sita og hugsa um, meðan regn­droparnir spakuliga dripp­aðu undan nøsini. Hetta var hóast alt ein løta, sum mann kundi njóta. Eis­ ini sjálvt um regnið hevði sítt at siga. Og tá tað er sagt helt mann seg kunna merkja, at italiumenn ikki fótaðu sær líka væl á vøll­in­ um sum føroyingarnir. So einki er so ringt, at tað er ikki gott fyri okkurt. Óansæð hvat, so endaði dag­urin líka væl sum hann byrj­aði. Vit høvdu gott veð­ ur um morgunin, og um tað gjørdist í so vátt út á kvøld­ ið, so fingu vit eitt megnar úr­slit á Tórsvølli – móti sjálv­­­um heimsmeistar­un­ um. ...og veðrið var sær sjálvum líkt! Gekk skjótt at selja Leygardagin vórðu tey 400 seinastu atgongumerkini til dystin móti Italia sett til sølu. Og var nakar, sum ivaðist, hvørt tað skuldi eydnast at selja hesi, so varð ivin skjótt beindur burtur. Bíðirøðin móti Rover-bilinum, haðani atgongumerkini vórðu seld, var stór, longu hálvan tíma áðrenn sjálv sølan byrjaði. Og tað tók so heldur ikki leingi, áðrenn kassin varð afturlatin við boðunum um, at nú var uppi. Stjørnuskot við skotum Ársins stjørnuskot í Skotlandi, Steven Naismith, er við í skotska hópinum, sum kemur til Føroya. Áleyparin er tikin við, nú bæði Scott Brown og Russel Anderson hava givið avboð til dystin. Hartil er málverjin hjá Aberdeen, Jamie Langfield, tikin við í hópin fyri skadda Ian Turner. Áskoðararnir fingu hitan í kroppin, tá Rógvi Jacobsen skoraði føroyska máli Andlitsmáling var sjálvandi á skránni í tjaldinum hjá 12. manni