mánadagur 4. juni 2007síða 51
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Reykjavík er ein spennandi
og hugnaligur býur uppá
allar mátar. Tað hevur tó
stóran týdning, at
gistingin er góð, tá tú fert
til út at ferðast, og her eru
møguleikarnir eisini sera
góðir í íslendska
høvuðsstaðnum
SUMMARKAPPINGIN
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Reykjavík er ein avbera spennandi,
vakur og hugnaligur býur. Í umráð
num kring íslendska høvuðsstaðin
búgva á leið 180.000 fólk, og
hetta eru umleið tveir triðingar av
samlaða fólkatalinum í Íslandi.
Ísland er eitt land við sera nógv
um møguleikum. Har er ein vøkur
náttúra í umráðnum kring høvuðs
staðin, og í sjálvum býnum eru
allir nútímans hentleikur, sum ein
hevur brúk fyri.
Reykjavík hevur eisini nógv
spennandi fyri ferðafólk. Har eru
nógvar kirkjur og nógv søvn, skip
að verður fyri dagligum túrum til
kend støð í landinum so sum Bláa
Lón, býurin hevur fleiri góðar mat
stovur, har er ein stór gongugøtu
við alskyns handlum, umframt
stóra handilssentrið, Kringlan. Har
afturat hevur býurin kenda Laugar
dalin, sum eisini hevur nógvar
møguleikar. Alt hetta kunnu tit
lesa meir um í komandi bløðunum,
men fert tú at ferðast, so er umráð
andi, at gistingin er góð. Og her
fara vit at siga eitt sindur um gist
ingarmøguleikarnar í Reykjavík.
Hotel Frón – mitt í býnum
Hotel Frón er eitt av góðu gisting
arhúsunum í Reykjavík. Hotel
Frón er eitt hugnaligt gistingarhús,
sum liggur mitt í býnum, og
gistingarhúsið hevur fýra hæddir
og 71 rúm. Rúmini hava at kalla
allar hentleikar. Har er vesi, tele
fon, minibar og ein góð song, um
framt alt, sum skal brúkast í køki
num. Harafturat hevur gistingar
húsið tráðleyst internetsamband,
og gestirnir kunnu lána DVD-
spælarar, um tey vilja.
Hotel Frón liggur sera væl fyri
mitt á Laugarvegnum, sum er
stóra gongugøtan í Reykjavík. So
ferðafólk, sum velja at fara á hetta
gistingarhúsi, hava ikki langa
leið, tá tey ætla sær at keypa í
býnum. Gistingarhúsið liggur har
afturat tætt við kend pláss sum
Altingshúsið og vøkru tjørnina.
Um fólk ætla sær ein túr at upp
liva m.a. Bláa Lón, so er heldur
ikki langt at ganga til m.a. Iceland
Excursions, sum skipar fyri túrum
hagar. Túrurin hagar tekur bert á
leið 10 minuttir til gongu.
Hotel Plaza
Hotel Plaza er eisini eitt av heilt
góðu gistingarhúsunum í Reykja
vík. Hotel Plaza liggur í hjartanum
av gamla býnum í Reykjavík, og
gistingarhúsið liggur heilt tætt við
m.a. Altingshúsið og býráðs
húsið.
Hotel Plaza liggur harafturat
bert fimm minuttir frá gongugøt
uni, Laugarvegnum, og góða nátt
lívið í Reykjavík er í umráðnum
tætt við gistingarhúsið. Fleiri góð
ar barrir og góð matstøð eru eisini
heilt tætt við Hotel Plaza. Gisting
arhúsið er eisini tætt við kendastu
kirkjurnar og kendastu søvnini í
býnum.
Annars er at siga um Hotel
Plaza, at gistingarhúsið hevur 104
kømur, sum eru sett í stand fyri
stuttari tíð síðani. Kømrini eru
sera góð, og gistingarhúsið hevur
eisini gott internet samband, um
hetta er neyðugt. Harafturat hevur
Hotel Plaza eina sera góða barr.
Reykjavík:
Góð gistingarhús í Reykjavík
Kømrini á Hotel Plaza eru bæði deilig og rúmlig við øllum teimum røttu hentleikunum. Gistingarmøguleikarnir eru
annars sera góðir í Reykjavík
Puntur nummar 19 av 23