týsdagur 5. juni 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 105 - 5. juni 2007
Nú eru 30 ár síð
ani fyrsta fólkið
flutti inn á ellis-og
røktarheimið í Suður
oy og hesi árini hava
846 fólk verið á heim
inum
Eldrarøkt
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
-Her er altíð fult hús.
Tað má Sunnevá Petersen,
leiðari á Suðuroyar Ellis-
og Røktarheimi, ásanna.
Herfyri vóru akkurát 30
ár síðani, at fyrstu búfólkini
flutti inn á heimið og síðani
hava 846 fólk verið á heim
inum sum búfólk og til
umlætting
Tann fyrsta, sum flutti
inn á heimið var Inga Joen
sen í Vági og henni á baki
komu Malena Jespersen á
Tvøroyri og Marin Vilhelm
í Vági.
Hesi trý komu øll inn
tann fyrsta dagin og tað
næstu tíðina fyltist heimið
skjótt, til tað var fult út á
heysti í 1977.
Tríatiára føðingardagurin
varð hátíðarhildin við eini
lítlari samkomu fyri starvs
fólki og øðrum, sum eru
knýtt
at
heiminum
og
búfólkið fekk eisini veitslu
døgverða.
Men í november, tá ið
almenni
føðingardagurin
er, verður hann hildin við
veitslu.
Hesi seinastu 21 árini hev
ur Sunnevá Petersen verið
leiðari á heiminum og hon
fortelur at á heiminum er
pláss fyri 29 búfólkum og
einum fólki til umlætting.
Tey fyrstu árini var ikki
pláss fyri fólki til umlætting,
men tørvurin var so stórur,
at fyri 20 árum síðani tóku
tvey baðiverilsi, sum tey
ikki brúktu kortini, og gjør
du tey til kømur til umlætt
ing.
Men fyri umleið tveimum
árum síðani var annað kam
arið til umlætting eisini tik
ið til búfólk, tí tað blivu so
fá, sum komu til umlætt
ing.
Sunnevá dugir ikki at
siga, hvussu tað ber til.
Men hon vísir á, at hetta
fall saman við lógini um, at
tey, sum komu til umlætting,
skuldu betala fyri upihaldið.
Í fyrstuni kostaði tað 100
krónur um dagin og nú er
tað komið upp á 116 krón
ur.
- Tá kom rættiligur stígur
í umsóknirnar um umlætt
ing.
Annars er heimið altíð
fult, men bíðitíðin er ikki
so long nú, sum hon var
fyri nøkrum árum síðani,
men tað hevur gingið upp
og niður.
- Tað stendur annars nógv
fólk á bíðilista, men bíðilisti
er ikki veruligur, tí tá ið vit
senda boð eftir fólki, vilja
tey allarflestu bíða.
At bíðilistin kortini er
langur, er eitt tekin um, at
fólk leggja umsókn inn
ímeðan tey enn eru væl fyri
og kunnu taka avgerðina
sjálvi fyri at sleppa undan
at leggja ábyrgdina á tey
avvarðandi.
Kortini hava tey nøkur
fólk á einum akuttum bíði
lista og tey vilja ikki taka
meiri á hendan listan, fyrr
enn øll tey eru sloppin inn.
Nú umhugsa tey á Suður
oyar Ellis-og røktarheimi at
leggja nøkur tveymanskøm
ur niður og umskipa heimið
fyri at fáa eina minni eind
til minnisveik, tí teimum
hevur heimið ikki serligar
góðar umstøður til, sum nú
er.
Men nær tað verður, veit
leiðarin ikki.
Samstundis verður nýtt
Ellis-og røktarheim bygt í
vági og har er ætlanin at
gera eina eind til minnisveik
og tað heldur Sunnevá Pet
ersen er tiltrongt.
Hava altíð fult hús
PISA gevur 10-15
nýggj størv
Skúlaárið 2007/2008 verða á leið 50 lærarastørv lýst leys, harav
10-15 størv eru orsakað av PISA-átøkum. Olaus Jespersen,
deildarstjóri á fólkaskúladeildini í Mentamálaráðnum, sigur
sambært heimasíðuni hjá Lærarafelagnum, at tey ikki rokna við,
at øll lærarastørvini kunnu verða sett við útbúnum lærarum 1.
august í ár, men meginparturin. Lærarastørvini, sum verða sett 1.
august í ár í sambandi við PISA-átøkini, kosta 2,2 milliónir
krónur í verandi fíggjarári, skúlaárini 2008/2009 og 2009/2010
kosta hesir tímar ávikavist 7,5 mió. og 10,6 mió. krónur, upplýsir
Olaus Jespersen.
Føroyskar fiskapylsur
til Danmarkar
Tavan í Leirvík eigur tveir triðingar av virkinum, sum
framleiðir fiskapylsur undir merkinum Jetfood. Dimma
lætting skrivaði í gjár, at avgerð júst er tikin um at broyta
hetta navn til Primafisk. Meiri áhugavert er tað tó, sum
blaðið eisini skrivar, at tað í løtuni verður arbeitt á øllum
frontum fyri at sleppa inn á danska marknaðin við føroys
ku pylsuni. Í februar vóru umboð fyri Primafiask á messu
í Danmark, sum serliga varð ætlað hotell og catering bran
sjuni, og samstundis verður arbeitt við at fáa vørurnar inn
í matvøruhandlar runt í Danmark.
Sjálvan føðingardagin var ein lítil samkoma, men í heyst verður føðingardagsveitsla
Poul Eyvindsson av Tvøroyri, hm og Elfin Thomsen úr Vági búgva báðir á ellis- og
røktarheiminum og her sita teir og práta
- Nógv fólk skriva seg upp ímeðan tey sjálvi kunnu taka avgerðina ístaðin fyri at leggja
ábyrgdina á tey avvarðandi, sigur Sunnevá Petersen, leiðari