Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-05, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. juni 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 105 - 5. juni 2007 13 viðmerkingar Bloggan Í Blogguni í Dimma­ lætting nr.102 hevur Gunn Weihe Reinert forvitnisliga grein, ið nevnist ”Alt ger muuuuun.” Lesi annars altíð við størsta áhuga ”blogg­ur­ nar” hjá hasum fittu ungu damunum. Gunn kemur í hesi ”blogg­uni” inn á tað at selja ”ósunnan” mat í ”sunnum” pakningi og nevnir so - eftir hennara hugsan - hasar sjúkligu litirnar á mjólkar­pakku­ num. Citat: Eg veit ikki, eg skal bara hava mjólk. Havi ikki ordiliga brúk fyri forpoppaðum digge­ dari. Typiskt føroyskt. Alt skal broytast, og eingin veit hví og sera sjáldan hvussu. Bygdasligt. Citat endað. Nú veit eg av góðum grundum ikki, hvat fitiinnihald er best fyri børn, men um eg vildi havt tey at drukkið eitt ávíst slag av mjólk, so hevði eg við ”psygolog­ iskum” snildi koyrt ta mjólkina í tann pink­ farvaða pakkan – helst bygdasligt!!! Well, nú til tað, eg vildi siga. Vísandi til omanfyri­ nevnda citat, so er hetta at broyta litirnar á mjólk­ ar­pakkunum bygdasligt sambart Gunn. Nú eri eg heilt úti at koyra, tí eg havi altíð hildið, at tey í teimum ”stóru” býunum ofta halda, at tey úti á bygdu­ num eru bygdaslig og konservativ og vilja ongar broytingar, hugsa bara um tøð og mold, so her eru Gunn og eg ikki heilt samd, skilji eg – veit annars ikki, hvar daman býr. Hetta orðið ”bygda­ sligt” er ofta at hoyra og síggja í fjølmiðlunum. Hevði verið áhuga­ vert, um Gunn í næstu ”Bloggu” hevði kunna ”bloggað” okkum sína tulk­ing av orðinum ”bygdasligt.” Gleiði meg annars til fleiri ”bloggur”. Vóni ikki, eg eri einasti havnarborgari, ið fær andaligan sveitta innan­ tanna. Eitt er, at tryggingin fekk loyvið at neyðtaka Kongabrúnna við hjálp frá Tórshavnar Kommunu, men at hugsa sær, at eitt nýtt tinghús í trimum hæddum við brúgv yvir á Tinganes skal fremjast er so flúgvandi ørligt, at bert pre-dement fólk kunnu hugsa so. Allir føroyskir skatt­ gjaldarar hava goldið fýrs milliónir fyri at umvæla verandi tinghús, umframt at lønir tingmanna eru hækkaðar. Skulu vit nú aftur gjalda 120 milliónir næstu neyðtøkuna? Um nýtt tinghús skal byggjast, væl verið krovini í tykkum, flytið tað til Sands, Hovs ella Oyrarbakka, bara ikki á leivdirnar á Kongabrúnni! Heðin og Edmund, farið heldur og spælið matador! Ein gløgg kvinna segði einaferð: ”Tað, ið býtt er, tað býtt ger.” Álvara tos, hugsið tykkum um! SO, DANN! (ikki soleiðis): Ein eysturoyingur (starvs­ felagi) biður meg gevast við møsninum, t.v.s. míni skriving, har eg royni at fjálga um móðurmálið. Helt meg annars hava skil á tí, eg skrivi um. Eri lærari í føroyskum, enskum og donskum og skrivi um tey trý málini. Var eitt sindur í døpur­ huga av hasari viðmerk­ing­ ini og hugsaði, at kanska er frægast at gevast!? Kom síðani at hugsa um, at fleiri av mætastu málfólkum landsins sum heild taka undir við mær, m. a. málprofessarin. Tað fekk meg so at taka avgerð um ikki at leggja kongin. KREPPA: Krisa er danskt, kreppa er føroyskt, so einfalt er tað. BRÁÐNA: Ísur bráðnar, hann smeltar ikki, tað er danskt. Eg skrivaði ikki um navnorðið, smelt. Tað orðið munnu allir argjamenn kenna, hvør upprunin til orðið annars er, eingin ivi um tað. STAÐANØVN ERU ÓBUNDIN: Soleiðis er veruleikin nú einaferð: Fuglafjørður, ikki Fugla­ fjørðurin, Eiði, ikki Eiðið, Vágur, ikki Vágurin, Lambi, ikki Lambin o.s.fr. Okkurt einstakt undantak er sjálvandi til. Fólkanøvn eru eisini óbundin, sjálvt um okkurt undantak er í talumálinum, t.d. Dannurin!? MÁLDÁLKING – MÁLREINSING: Man máldálking vera tað øvuta av málreinsing? Málreinsari – máldálkari? Latið okkum royna at verja okkara egna mál! Danamál man fara at klára seg. E.S. HOLDINNSATSUR: Liðavrik á føroyskum. Føroyar-Italia (ikki Italien). Tað eitur eisini Italia á italskum (ikki italiensk­um). Frálíkur dystur, Føroyar! Spell, at fleiri føroyingar siga holdinnsatsur og ikki liðavrik, sum er føroyskt og snøggari, styttri! Á Borg á Argjum 4. juni 2007 Við blíðari føroyamálskvøðu Slutur og vrøvl er Dan’skt Møsn og tvætl er føroyskt RÓMVERSK ELEGI III Grem teg ei, unnusta mín, at tú so skjótt gavst teg undir!    Trúgv mær, eg hugsi ei ljótt, hugsi ei illa um teg, Amors ørvar virka ei eins; tí at nakrir bert rispa:    djúpt av tí sníkjandi sótt hjartað gerst terandi sjúkt. Uppaftur aðrir við veingjaðum fjaðrum og nýhvestum oddi    níta í mønu og merg, birta í blóðinum brand. Áður á sinni tá gudarnir elskaðu, føddist hon girndin    straks tá hin elskaði sást, njótingin útsett ei varð. Heldur tú kanska, at ástargudinnan so leingi gat drála,    tá ið hon fjallinum á fekk á Anchisesi hug? Og hevði Luna seg aftrað at kyst hin sovandi ungling,    hevði Aurora við eitt svartsjúk úr svøvni hann vakt. Hero í veitslunnar lag sá Leander, og uttan at himprast    stoytti hann seg undir kav brennandi heitur av ást. Rhea Sylvia berandi krukku á høvuri sínum    oman at Tiber - har brátt gudurin vilja sín fekk. Svá gat Mars sínar synir! Og síðani báðar teir føddi    úlvatíkin, og Rom, býanna býur, varð til. Johan Wolfgang von Goethe, 1749 - 1832, Týskland Álvara tos! – bygdasligur bygda­maður við stórum B John Berg málreinsari, ikki løgga Eyðun á Borg Christian M. Poulsen Viðmerkingar til brotið í Degi og Viku fríggja­ kvøldið 1. juni Eitt brot í Degi og Viku fríggja­kvøldið umrøddi starvsfólkaviðurskifti á Føroya Tele, og í hesum sam­bandi at starvsfólk hava sagt seg úr starvi serliga á FT Samskifti. Føroya Tele hevur hesar viðmerkingar til sendingina. Í dóttirfelagnum FT Sam­ skifti hava 14 fólk sagt seg úr starvi, og 12 nýggj fólk eru sett í starv í ár. Radiodeildin er ein deild í dótturfelagnum FT Net. Tað starvast fýra fólk á deild­ini, og ikki eitt starvs­ fólk, sum sagt varð í Degi og Viku fríggjakvøldið. Føroya Tele arbeiðir al­ samt miðvíst við at tryggja menning og trivnað av starvsfólkunum. Høvuðs­ málið er at styrkja tænastu­ støðið mótvegis kundu­ num. Føroya Tele í Degi og Viku fríggjakvøldið samtaksstjóri, Føroya Tele Kristian R. Davidsen,