týsdagur 5. juni 2007síða 29
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
[ Nr. 105 - 5. juni 2007 ]
Andy Watson,
hjálparvenjari hjá
Skotlandi, sá dystin á
Tórsvølli leygardagin,
og var ikki sørt
imponeraður av
føroyska liðnum.
- Vinna vit 1-0 á
Toftum, so skulu vit
vera sera fegnir, sigur
hann
LANDSDYSTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Millum teir 5.987 áskoðar
arnar á Tórsvølli leygardag
in, vóru eisini umboð fyri
skotska landsliðið. Teir sóu
eitt føroyskt lið, sum legð i
eitt tað besta avrikið eftir
seg nakrantíð. Og tað vakti
undran millum týdningar
miklu menninar úr Skotlan
di.
Andy Watson er ein av
hjálparvenjarunum hjá Alex
McLeish, landsliðsvenjara.
Hann var á Tórsvølli og
hugdi at dystinum. Vit hava
tosað við skotskan journalist
frá Daily Record, sum eftir
dystin hevur havt samband
við Andy Watson, og hesin
visti at siga, at hjálparvenja
rin var ovfarin av føroyska
spælinum.
- Føroyska liðið spældi
ein framúr góðan dyst, og
við tí avrikinum, teir vístu
leygardagin, skulu vit vera
sera fegnir við at vinna 1-0,
hevur Andy Watson sagt.
Hann rósti liðavrikinum
frá føroyingum, sum hann
helt vera framúr gott, men
nevndi síðani Rógva Jacob
sen, sum hann helt vera ser
stakliga góðan.
- Rógvi Jacobsen er ein
sera góður spælari, sigur
Andy Watson, og nevndi
hann sum ein leikara, ið
skotska verjan eigur at ansa
sera væl eftir.
Skotski
hjálparvenjarin
nevndi eisini vøllin á Svan
ga skarði, sum hann ikki
metir skal vera nakar trupul
leiki
- Tað ein góður vøllur,
sum er smalur og tað eingin
trupulleiki hjá okkum, hev
ur hann sagt.
Hetta er tað beint øvugta
av tí, sum Berti Vogts, táver
andi landsliðsvenjari, segð i
í 2002. Hann fanst hvassliga
at vøllinum, men nú sær út
til, at skotar ætla at venda
fokus á sjálvan dystin, og
ikki kringumstøðurnar ann
ars, sum ikki kunnu broytast
í eini handavending kortini.
Undir drúgva skaða
steðginum var eitt
av høvuðsmálunum
hjá Jón Róa Jacobsen,
at hann aftur skuldi
spæla landsdyst fyri
Føroyar
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Dysturin móti heimsmeista
runum var ein stór upp living
hjá føroysku spælarunum.
Hjá Jón Róa mundi løtan tó
kennast eyka stór, tí hetta
var fyrsta ferðin í hálvtannað
ár, at hann aftur spældi á
landsliðnum.
- Ta tíðina, sum eg var
skaddur, hevur tað alla tíð
ina verið eitt av mínum mál
um at slepp a aftur á lands
liðið. Og tí var hetta ein
deilig upp living. At tað so
skuldi verða móti Italia gjør
di bara løtuna eyka góða.
Nú er dystur aftur longu
mikudagin. Eru fýra dagar
nóg long tíð til at løða batta
ríini aftur?
- Tað haldi eg. Tað er jú
fleiri ferðir í heimligu kapp
ingini, at vit spæla sunnu-
og mikudag, so tað eiga vit
at klára. So fer tíðin at vísa,
um eg slepp i at spæla aftur
hesaferð.
Júst plássið hjá Jón Róa í
miðverjuni er eitt av teim
um, sum verður nevnt, tá
rúm skal finnast fyri Fróða
Benjaminsen. Men hetta er
ein spurningur, sum spælar
in sjálvur ikki vil nerta.
- Tit siga í øllum førum,
at Fróði skal inn onkra stað
ni – og møguliga í miðverju
na. Men tað verður so Jógv-
an Martin, sum ger av, hvør
jir spælarar spæla hvar, og
tað hava vit sjálvandi eisini
virðing fyri, sigur Jón Rói.
Føroyar hava fingið
tvey landsliðsmál í
ár, og í báðum førum
hevur málskjúttin
verið tann sami
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tá ið Rógvi Jacobsen
leygarkvøldið við krúllin
um sendi bóltin inn um
Buffon í italska málinum
var tað áttanda ferðin, at
Rógvi skoraði fyri Føroy
ar. Eftir dystin segð i topp
skjúttin seg ikki hugsa so
nógv um, at hann nú er
rættuliga tætt við at gerast
føroyskur topp skjútti í
landsliðsfótbólti. Heldur
helt málskjúttin, at tað
snýr seg um, at Føroyar
fáa mál og vinna.
Sjálvandi skal Rógvi
siga soleiðis. Men millum
fótbóltsáhugað og ikki
minst millum spælararnar
verður tað gingið høgt
upp í hagtøl av hesum
slagnum.
Í fjør fingu Føroyar ein
ki landsliðsmál. Í ár er tal
ið komið upp á tvey. Fyrra
mál ið varð skorað 28.
mars, tá ið Føroyar á úti
vølli taptu 3-1 ímóti Geor
gia. Eisini ta ferðina var
Rógvi Jacobsen mál skjút
ti. Tað málið var tað fyrs
ta, sum Føroyar fingu afta
ná, at Símun Samuelsen
við rimmar skoti úr sera
spíksum í høgru í yvirtíði
ni 8. oktober 2005 skoraði
á útivølli ímóti Ísrael, sum
vann 2-1..
Áttanda málið hjá Róg
va bar við sær, at hann
legð i seg við síðuna av
Una Arge á toppskjúttara
listanum. Todi Jónsson er
framvegis føroyskur topp
skjútti í landsliðsfótbólti.
Hann skoraði 9 mál í 45
landsdystum. Uni Arge
skoraði 8 mál í 37 lands
dystum.
Í annaðkvøld fer Rógvi
Jacobsen at umboða Før
oyar fyri 44. ferð. Rógvi
hevur seinastu árini verið
nógv tann vandamiklasti
føroyski málskjúttin.
Føroyar hava í 112
landsdystum skorað 72
mál. Fremstu málskjúttar
nir eru Todi Jónsson (9),
Uni Arge (8), Rógvi Jacob
sen (8), John Petersen (6),
Julian Johnsson (4), Jan
Allan Müller (4), Jens
Kristian Hansen (3) og
Kurt Mørkøre (3).
Átta spælarar hava skor
að tvey mál: Fróði Benja
minsen, Jákup á Borg,
Øssur Hansen, Christian
Høgni Jacobsen, Henning
Jarnskor, Torkil Nielsen,
Jens Erik Rasmussen og
Kári Reynheim.
Rógvi hóttir
metið
Rógvi Jacobsen hevur nú bert eitt mál eftir, áðrenn hann er
ájavnur Toda Jónsson á føroyska alltime-listanum
Mynd: Álvur Haraldsen
Loftbrúgv til Skotlands
Mongu skotsku ferðafólkini seta eisini síni krøv til
loftvegis flutningin. Magni Arge, stjóri á Atlantic Airways
er eisini skjótur av viðg anga, at tey hava havt úr at gera
hesa vikuna. Mánadagin komu trý flogfør úr Skotlandi. Í
dag eru tey tvey í tali og í morgin koma aftur trý flogfør
við ferðafólkum. Mikukvøldið er fyrsta fráferðin aftur til
Skotlands, og síðani verður luftbrúgvin hildin við líka, til
seinastu ferðafólkini eru flogin heim frígg jadagin.
Naismith vil til Rangers
Tað tóktist vera eydnan, tá ungi Steven Naismith eftir eitt
flott kapp ingarár skuldi seljast frá Kilmarnock til
Glasgow Rangers fyri £450.000. Nú sigur spælarin, sum í
evstu løtu varð tikin í hópin til Føroya-ferðina, at hann
óttast eitt summar, har hann ikki veit, hvørt hann er
keyptur ella seldur. Kilmarnock er nevnliga als ikki
áhugað í at selja áleyparan, sum helst vil hava framtíðina
greidda, áð renn hann fer í summarfrí eftir landsdystin
mikukvøldið.
Hjálparvenjari hjá Skotlandi:
Føroyar vaktu undran
móti Italia
Skotski hjálparvenjarin var imponeraður av tí, sum føroyska
liðið vísti móti Italia
Mynd: Polfoto/AP
Landsliðið var málið
Ætlanin hjá Jón Róa var, at
hann skuldi verða tøkur hjá
landsliðnum í vár, men tá tað
ikki gekk, so var tað væl eisini
í lagi at byrja við heimadysti
móti heimsmeistarunum,
heldur hann