Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-05, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. juni 2007síða 34

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 105 - 5. juni 2007 Lærarastørv í Stranda skúla Eitt fast starv og tvey tíðaravmarkað størv í Stranda skúla verða lýst leys til setanar frá 1. august 2007. Orsøkin til tey tíðaravmarkaðu størvini er, at lærarar hava niðursetta tíð, og tímar eru til serligan tørv. Søkt verður eftir lærarum, sum • undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans • duga at samstarva og eru fyrikomandi • eru fúsir at taka á seg tær uppgávur, sum eru í skúlanum Harumframt skulu lærararnir hava førleika at átaka sær eina ella fleiri av hesum lærugreinum/ lærugreinaøkjum • at undirvísa í ítrótti og svimjing • undirvísa í nátturu og tøkni, • undirvísa í rokning/støddfrøði • undirvísa í tónleiki • undirvísa í føroyskum, donskum, søgu og kristni. Førleikakrøv: Læraraútbúgving og linjulestur ella samvarandi førleika í nevndu lærugreinum/ lærugreinaøkjum. Ynskiligt er, at umsøkjarar hava starvsroyndir í fólkaskúlanum. Læraralesandi, sum lúka prógv í summar, kunnu eisini søkja størvini. Lønar- og setanartreytir Størvini verða lønt í lønarflokki 18.1 – 27.4 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Størvini verða sett sum tíðaravmarkað størv fyri skúlaárið 2007 – 2008. Umsóknir Umsóknir við c.v., avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu vera Stranda skúla, Skúlavegur 7, 490 Strendur, í hendi í seinasta lagi fríggja- dagin 15. juni 2007 kl. 16.00. Fleiri upplýsingar um størvini fáast við at ringja til Stranda skúla tlf. 474042 ella tlf. 232740. Stranda skúli hevur komandi skúlár um 203 næmingar og um 22 lærarar. Tú kanst lesa meiri um skúlan á heimasíðuni www.skulin.fo/str Lærari til Stranda skúla Søkt verður eftir lærara fyri lærara í farloyvi í tíðarskeiðinum 1. august 2007 til 29. februar 2008 Lærugreinir: føroyskt, kristni, tónleik, handarb­eiði og serundirvísing. Søkt verður eftir lærara, sum • undir áb­yrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skal undirvísa og taka lut í dagliga arb­eiði skúlans • duga at samstarva og vera fyrikomandi • vera fúsur at taka á seg tær uppgávur, sum eru í skúlanum Starvið er fulltíðarstarv og verður lønt í lønarflokki 18.1 – 27.4 samb­ært avtalu millum Fíggjarmála­ ráðið og Føroya Lærarafelag. Umsóknir við avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi fríggjdagin 15. juni 2007 kl. 16.00. Fleiri upplýsingar um størvini fáast við at ringja til Stranda skúla tlf. 474042 ella tlf. 232740. Stranda skúli hevur 203 næmingar og um 22 lærarar. Tú kanst lesa meiri um skúlan á heima­ síðuni www.skulin.fo/str Stranda skúli, Skúlavegur 7 490 Strendur StuðulSfólk til Hoyvíkar Skúla Søkt verður eftir 3 stuðulsfólkum til skúlaárið 2007/2008 til næmingar við serligum tørvi í 1., 3. og 4. flokki. Stuðlarnir arbeiða saman við lærarunum í flokkinum. Fyrimun hava umsøkjarar við viðkomandi út­ búgving og royndum. Løn sambært sáttmála við avvarandi yrkisfelag. Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til skúlastjóran, Birgit Arge á telefon 302590 ella 227603. Umsóknir við prógvum og møguligum viðmælum skulu vera skúlanum í hendi seinast mánadagin 18. juni klokkan 12. Hoyvíkar Skúli Vegurin Langi Postsmoga 3073 110 Tórshavn Ogn í Mykinesi til sølu Ognin – matr. 23, jørð og sethús – til sølu, um hóskandi boð fæst. Eisini kunnu húsini og jørðin seljast hvør sær. Nærri upplýsingar fáast á: Tlf. nr. 373019 ella 332056 Lærarastørv í Hoyvíkar skúLa Søkt verður eftir 8 lærarum • 4 lærarum í fast starv • 4 lærarum í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2007/2008 Tíðaravmarkaðu størvini eru fyri lærarar við lækkaðum tímatali, tímar vegna serligan tørv og avlopstímar. Skúlin hevur brúk fyri lærarum, sum kunnu undirvísa í: • 1.-3. flokki: føroyskum, heimstaðarlæru, støddfrøði, handaverki og list. Harumframt skulu tríggir lærarar átaka sær flokslærarauppgávu. • 4.-5. flokki: føroyskum, kristni, søgu, ítrótti, handaverki og list. Harumframt skal ein lærari átaka sær flokslærarauppgávuna. • 6.-7. flokki: kristni, støddfrøði, ítrótti, handaverki og list. • Stuðul til serligan tørv: Skúlanum tørvar lærarar til næmingar við serligum tørvi í 1., 3. og 4. flokki. Søkt verður eftir lærarum, sum • Hava læraraútbúgving • Eru sinnaðir at samstarva í árgangstoymum • Ynskja gott samstarv við heimini • Vilja vera við at framhaldandi menna skúlan Størvini eru lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið. Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til skúlastjóran, Birgit Arge á telefon 302590 ella 227603. Umsóknir við prógvum og møguligum viðmælum skulu vera skúlanum í hendi seinast mánadagin 18. juni klokkan 12. Hoyvíkar Skúli Vegurin Langi Postsmoga 3073 110 Tórshavn Í Hoyvíkar Skúla verða komandi skúlaár umleið 500 næmingar í 22 flokkum frá 1.-7. flokk. Her fara at starvast 39 lærarar og 3 stuðlar. Starvsfólk til handilin SIRI Søkt verður eftir fólki til niðursetta tíð, at arbeiða seinnapartar og annan hvønn leygardag. Eisini verður søkt eftir fólki til fulla tíð, at byrja skjótast gjørligt ella eftir avtalu. Løn sambært avtalu. Áhugaði kunnu seta seg í samband við Siri á tel 210506 lýsingar