týsdagur 5. juni 2007síða 35
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 105 - 5. juni 2007
35
Pedagogar og
hjálparfólk
til Fuglafjarðar
Søkt verður eftir pedagogum og hjálparfólkum
til vøggustovuna og barnagarðin hjá Fugla
fjarðar kommunu.
Eitt pedagogstarv á 40 t. viku í barnagarðs
stovu.
Eitt pedagogstarv á 20 t. viku í barnagarðs
stovu.
Eitt tíðaravmarka pedagogstarv 35 t. viku, at
arbeiða við sertørvi í stovnum hjá Fuglafjarðar
kommunu, í tíðarskeiðnum 01.08.2007 til og
við 31.05.2008
Tíðaravmarka størv í vøggustovu.
Eitt hjálparfólka starv á 20 t. viku og eitt á 25
t. viku í tíðarskeiðnum 01.08.2007 til og við
30.06.2008.
Umsøkjararnir verða bidnir um at viðmerkja,
hvørji størv tey søkja.
Dagstovnurin er skipaður í tvey hús, við eini
barnagarðstovu og eini vøggustovu í hvørjum
húsi.
Frá 01.08.2006 er Dagstovnurin ætlaður 76
børnum, við tað at stovnurin er víðkaður við
eini barnagarðsstovu.
Vit sóknast eftir pedagogum og
hjálparfólkum:
• ið kunna arbeiða sjálvstøðugt, og eru førir
fyri at orða seg skrivliga
• hevur fakliga vitan, sum kann nýtast í
dagliga arbeiðinum
• hevur umsorgan fyri børnunum
• er eldhugaður og jaligur
• hevur góð samstarvsevnir
• sær møguleikar fram um mørk
Vit kunnu bjóða tær:
• fjølbroyttar arbeiðsuppgávur
• eitt starv, har tú kanst brúka tínar dygdir,
hava ávirkan og samstundis menna teg
sjálvan
• samstarv við NSR tænastu, náms og
sálarfrøðilig ráðgeving,
• sosialu deild og stovnar hjá Fuglafjarðar
kommunu
Setanartreytir
Løn eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag
og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið
Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær
til leiðaran í dagstovninum
Juliannu Næs á tlf 225222.
Umsóknir saman við avritum av prógvum og
viðmælum, skulu verða Býráðskrivstovuni,
Norður í Gerði 10b, 530 Fuglafjørður í hendi í
seinasta lagi 18. juni kl. 10.00
Møguligar setanarsamrøður verða í viku 25.
Kommunan skilir sær rætt til at velja millum
innkomnu umsóknir ella onga at taka.
Fuglafjarðar kommuna
Fuglafjarðar
Kommuna
Nólsoyar skúli
Søkt verður eftir tveimum lærarum til Nólsoyar
skúla, tíðaravmarkað skúlaárið 2007/08.
Um tú hevur hug til eitt avbjóðandi starv, sum
krevur hugflog, so er hetta starvið akkurat títt.
Um tær dámar tætt samstarv við arbeiðsfelagar,
so er hetta starvið akkurat títt.
Um tær dámar annaleiðis undirvísingargongdir,
so er hetta starvið akkurat títt.
Vit hava brúk fyri :
• Einum lærara í tíðaravmarkað sáttmálasett starv
fulla tíð (uml. 26t/v)
• Einum lærara í tíðaravmarkað sáttmálasett starv
(fyribils uml. 16 t/v – endaligt tímatal er ikki
játtað enn)
Vit hava brúk fyri lærarum, sum kunnu átaka sær
undirvísing í:
• Byrjunnarundirundirvísing (føroyskum,
heimstaðarlæru, H og L)
• Føroyskum (4. – 9. flokk)
• Donskum (4. – 9. flokk)
• Enskum (4. – 9.Flokk)
• Týskum (8. – 9.fl.)
• Sertímum/stuðulstímum
• Bókasavnstímum
Nólsoyar skúli er lítil bygdaskúli við 30 næmingum
komandi skúlaár. Næmingarnir frá 1. til 9. skúlaár
eru flokkaðir í tríggjar eindir.
Vit leggja stóran dent á trivnað og gott, tryggt
arbeiðsumhvørvið fyri børn og vaksin.
Ferðasambandið til Havnar er gott.
Møguleikar eru fyri at fáa bústað í Nólsoy.
Vit hava nýggjan dagstovn uttan bíðitíð.
So lat okkum hoyra frá tykkum, sum hava hug til
eitt avbjóðandi starv.
Størvini verða lønt í lønarflokkunum 18.1 – 27.4
sambart avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Før
oya Lærarafelag.
Umsóknir við avriti av prógvið, cv og viðmælum
skulu verða skúlaleiðaranum í hendi í seinasta lagi
20. juni 2007.
Nærri fæst at vita um størvini frá :
Gunnvør Joensen, skúlaleiðara
tlf 302466 ella 302465.
gunnvoer.joensen@skulin.fo
Søkir eftir
Skrivstovufólki
Í samband við at skrivstovufólk okkara fer í
farloyvi, søkist eftir einum skrivstovufólki til
setan frá 1. august 2007 og fram til summarið
2008. Talan er um eitt hálvtíðarstarv.
Arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um:
• Dagliga gongdin hjá Deyvafelagnum og
Deyvahúsinum.
• At fyrisita Deyvafelagið undir leiðslu av
nevnd felagsins.
• At skipa fyri fundum í Deyvafelagnum.
• Samskifti Deyvafelagsins við almennu
myndugleikarnar.
• Samskifti Deyvafelagsins við tænastuveitandi
stovnar, t.d. viðv. Sjónvarp Føroya o.ø..
• Samskifti Deyvafelagsins við útheimin m.a.
Norðurlandaráðið hjá Deyvum og Danske
Døves Landsforbund.
• At savna tilfar til heimasíðu Deyvafelagsins –
www.deaf.fo.
• At hjálpa leiðsluni (nevndini) í Deyvafelag
num at fyriskipa tiltøkum Deyvafelagsins.
• Dagliga samskiftinum við limir
Deyvafelagsins.
• Innsavning til rakstur Deyvafelagsins.
• Dagliga rakstrinum (m.a. útleiguvirksemi) og
viðlíkahald av Deyvahúsinum.
Neyðug førleikakrøv og persónsmenska:
Søkt verður eftir fólki, ið kann arbeiða sjálvstøð
ugt, hevur útbúgving og royndir innan vanligt
skrivstovuarbeiði og annars røkja omanfyri
nevndu uppgávurnar.
Men fyrst og fremst verður dentur lagdur á, at
umsøkjarin hevur hug og hegni at seta seg inn
í viðurskiftini teirra deyvu, at taka til sín deyva
mentanina, at hava áhuga í at læra teknmál,
og annars er sinnaður at brúka part av orku síni
at menna lívsvirði teirra deyvu.
Arbeiðstíð og løn:
Starvið er ½tíðarstarv, og verður arbeiðstíðin
annars ásett í samráð við leiðslu Deyvafelagsins.
Lønin er ásett sambært sáttmála við Starvs
mannafelagið.
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda
sær til Bjørg Hjelm á tlf.nr. 31 75 97 ella
51 75 97
Umsóknir skulu verða Deyvafelagnum í hendi í
seinasta lagi 23. juni 2007 og verður at senda
skrivliga til
Deyvafelag Føroya
Postboks 2001
FO165 Argir
lýsingar