Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-05, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. juni 2007síða 41

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 105 - 5. juni 2007 41 www.bio.fo • Telefon 31 19 56 Stórt úrval av DVD-filmum til sølu 7773& &),-$+ Death Proof Týsdag 05.06 kl.19.45 kl.22.15 Mikudag 06.06 kl.19.45 kl.22.15 Hósdag 07.06 kl.19.45 kl.22.15 © D I S N EY E NTE R P R I S E S I N C D I STR I B UTI O N B U E NA VI STA I NTE R NATI O NAL ( D E N MAR K ) www.pirates-filmen.dk Pirates of the Caribbean – Ved verdes ende Týsdag 05.06 kl.18.00 kl.21.45 Mikudag 06.06 kl.18.00 kl.21.45 Hósdag 07.06 kl.18.00 kl.21.45 www.uip.dk KICK SOME ICE BLADES GLORY OF JON HEDER WILL FERRELL Blades of Glory Týsdag 05.06 kl.17.30 Mikudag 06.06 kl.17.30 Hósdag 07.06 kl.17.30 Seinasta sýning EVENGE IS A FUNNY THING www.oceans13.dk Ocean’s 13 Fríggjadag 08.06 kl.20.45 kl.23.30 HEIMSFRUMSÝNING Komandi filmur: Blákollan søkir eftir námsfrøðingum Dagstovnurin Blákollan søkir eftir: 2 námsfrøðingum at byrja 15. August 2007 1 starv á 35 tímar. 1 starv á 28 tímar Størvini eru inni í eini barnagarðstovu við 24 børnum. Blákollan er ein kommunalur stovnur, ið læt upp 1. januar 2001. Stovnurin er í 3 hæddum. Á loftinum er ein barnagarðstova við 24 børnum. Í miðhæddini er ein barnagarðstova við 18 børnum. Í kjallarinum er ein vøggustova við 10 børnum. Vit kunnu bjóða: • Ein stovn í menning, har tú fært møguleika, at seta tín dám á gerandisdagin. • 52 fitt børn, ið fegin vilja verða kreativ saman við tær. • Ein góðan foreldrabólk. • Eitt foreldraráð, íð er opið fyri nýhugsan. • 1 ráðleggingardag um árið, har stovnurin er stongdur, og arbeitt verður við ymiskum námsfrøðiligum evnum. • Eitt starvsfólkavikuskiftið, har baði tað fagliga, og tað sosiala er í hásæti. Vit vænta av tær: • At tú hevur góð samstarvsevnir. • At tú ert álítandi. • At tú ert sjálvstøðug (ur) • At tú tekur ábyrgd. • At tú hevur yvirblikk. • At tú kanst menna og stimbra børnini í teirra gerandisdegi. • At tú ert nærverandi, vísir áhuga og góðan hugburð til arbeiðið. • At tær dámar, at brúka náttúruna sum ein part av arbeiðinum. Lønar- og setanarviðurskiftir eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðisgevarafelag. Umsóknin saman við prógvi og møguligum viðmælum skal verða okkum í hendi, í seinasta lagið 25. juni 2007. Meira fæst at vita, við at venda sær til leiðaran Eydnu Frederiksberg á tlf 458866 / 227347. BlÁkollan · kjalarvegur 30 · 700 klaksvík Avloysari til taxabil Álítandi avloysari søkist til taxabil í ferium og vikuskiftum, umframt aðrar tíðir, at byrja skjótast gjørligt. Bill. mrk. 3105 SANDOYAR MEGINSKÚLI 210 Sandur · Tlf. 361038 · fax 361866 t-postur: samesk@post.olivant.fo Lærarastørv á Sandoyar Meginskúla Lýst leys til setanar frá 1. august 2007 Søkt verður eftir 5 lærarum • trimum í føst størv, sum eru fulltíðarstørv • einum í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2007/08. Starvið, sum er fyri lærara í farloyvi, er fulltíðarstarv • einum í parttíðarstarv skúlaárið 2007/08 at lesa avlopstímar (endaliga tímatalið verður ikki greitt fyrr enn 1. septembur 2007) Søkt verður eftir lærarum, sum: • undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans • duga at samstarva og eru fyrikomandi • eru fúsir at taka á seg tær uppgávur, ið eru í skúlanum • eru við til áhaldandi at menna skúlan Harafturat skulu lærararnir hava førleika at átaka sær eina ella fleiri av hesum uppgávum: • flokslæraraarbeiði • undirvísa í gentuítrótti/ svimjing • undirvísa í føroyskum, donskum, týskum, alis/ evnafrøði og støddfrøði • undirvísa í handaligum lærugreinum Førleikakrøv: Umsøkjarar skulu hava fólkaskúlalæraraprógv og linjulestur ella samsvarandi førleika í nevndu lærugreinum/ lærugreinaøkjum. Ynskiligt er, at umsøkjarar hava starvsroyndir í fólkaskúlanum, men læraralesandi, ið lúka prógv í summar, kunnu eisini søkja størvini. Lønar- og setanartreytir: Størvini verða lønt í lønarflokkunum 18.1 – 27.4 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag og verða sett sum sátt­ málasett størv. Tó kunnu tey, ið verða sett í fast starv, verða sett sum tænastumenn, um tey frammanundan eru í tænastumannastarvi. Umsóknir: Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu verða skúlanum í hendi í seinasta lagi 19.juni 2007 kl.1500 Nærri fæst at vita um størvini hjá Elnu Skylv Hansen, skúlastjóra, á telefon 361038/ 211619 ella hjá Jóanes Johannesen, varaskúlastjóra, á tlf. 361247/ 270760, ella við at senda t­post til skúlan samesk@post.olivant.fo Sandoyar Meginskúli hevur um 120 næmingar og 14 lærarar komandi skúlaár. Næmingarnir eru úr 5. upp í 10.flokk. Arbeitt verður alsamt við at menna skúlan. Væntandi verður møguligt við hjálp til útvegan av bústaði. -har tað hendir