Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-05, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. juni 2007síða 45

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 105 - 5. juni 2007 summarkapping 45 Dýrd á vík og vág Tónleikurin fyllur nógv í føroyska summarinum í gøtum og strætum, á bøum og á strondum, á festivalum og á møtum. Men summarið fyllur eisini í tónleikinum. Nógv løg finnast, ið nærum eru um at bresta av summari. Vit hava spurt nøkur fólk um teirra summarløg. Ólavur Jacobsen er serliga kendur sum gittarúrmælingurin, ið gandar á gittarin í Aldubáruni. Hann er annað ættarlið av Kamarinum og er sostatt føddur inn í tónleikafamilju. Tónleikur eigur sostatt eitt stórt pláss í lívinum hjá Ólavi, ið arbeiðir burturav við tónleiki, sum tónleikari og sum tónleikalærari á Musikkskúlanum. Vit spudu hann, hvat hansara summarlag er? - Summarlagið hjá mær er Dýrd á vík og vág. Ommubeiggi mín, Jens Dam Jacobsen, yrkti og setti Gunnar Mikkelsen lag til, og er tað ótrúliga væl frágingið. Yrkingin fekk upprunaliga heitið Summarmorgun, men er kendast sum bara Dýrd á vík og vág. -Yrkingin er sjálv sera romantisk, ja, at kalla veruleikafjar fyri ein, ið er føddur og uppvaksin niðri í gomlu Havnina. Tað munnu vera fáir dagar, har ið rúmdin er ”føgurblá, lotið kennist lýtt, mýrisnípan spennir sínar veingir, smálomb og hara fara spelandi um teigar.” -Onkursvegna, so er Dýrd á vík og vág ein sangur um eina farna tíð. Eitt lívsins summar, ið eisini kemur at enda. Yrkingin hevur, eins og lagið, sítt egna lív. Bæði eru vorðin tíðarleys. Hóast henda Havnin er ikki til longur, so skal eg bara hoyra sangin, so eri eg aftur í eini tíð, tá ið veðrið var nógv betri, ein sjálvur fór titandi um heygar og dagurin var langur, nærum hevði ongan enda. Yrkingin endar við: “Gævi dagur aldri fór at halla! “ - Munnu vit ikki øll minnast ta kensluna.      Íroknað prísin er: • Flogferð Vágar – Keypmannahavn og aftur við øllum avgjøldum • Atgongumerki til konsertina hjá The Rolling Stones P/F Flogfelag Føroya • Hoydalsvegur 17 • 100 Tórshavn • Tel. 34 00 00 • Fax 34 00 11 • booking@ff.fo »The RoLLIng SToneS« konsert í Keypmannahavn 5. august fer heimskendi bólkurin The Rolling Stones á pall í Parkini í Keypmannahavn. Vit hava fingið fatur á nøkrum fáum atgongumerkjum til konsertina, so tað er um at skunda sær... www.ff.fo kr. 3.295,- fyri hvønn Úr Vágum 3. aug. kl. 14:45 og heim aftur 6. aug. kl. 19:00 So langt burtur, og tó so nær ... Tel. 42 31 71 Fartel. 21 15 90 info@gjaargardur.fo www.gjaargardur.fo GJÁARGARÐUR Guesthouse of Gjógv r e p r o z Hógv Ketlar Oman á sand 15 · FO-660 Søldarfjørður Tel 470 400 · Fax 470 401 · hogv@hogv.fo Besti føroyski ketilin • Ótrúliga orkusparandi • Nógv heitt vatn • Góður fyri umhvørvi • Dygdin er fyrsta floks 1300 føroyingar hava ein ketil frá Hógv Hógv selir og setir upp hitaverk, ventilatón og sanitet til stórar ella smáðar bygningar. www.hogv.fo