týsdagur 5. juni 2007síða 48
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 105 - 5. juni 2007
48
summarkapping
5. august fer heimskendi bólkurin The Rolling Stones á pall í Parkini í
Keypmannahavn. Eisini føroyingar hava møguleika fyri at sleppa á
konsert.
Flogfelag Føroya hevur fingið fatur á nøkrum fáum atgongumerkjum
til konsertina, sum verða seld til føroyingar, ið hava hug at fara á
konsert. Skipað verður fyri ferð úr Vágum 3. august og heim aftur 6.
august. Av flogfelagnum verður sagt, at íroknað tær 3295 krónurnar,
sum túrurin kostar, er konsertatgongumerki umframt ferð og
ferðavgjøld.
Konsertin við heimsins ivaleyst mest legendariska rokkbólki verður
ikki minnið spennandi av, at bólkurin hevur fingið Van Morrison at hita
upp fyri seg.
Úr Vágum til
The Rolling
Stones
Vælkomin á Hotel Norð
Fo-750 Viðareiði · tel 45 12 44 · Fax 45 12 45
hotel@hotelnord.fo · www.hotelnord.fo
• 15 dupultkømur
• Matstova til 250 gestir
• Fundarhøli
• Barr
• Náttúruvakurt
• Buss til hurðina