mikudagur 6. juni 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 106 - 6. juni 2007
Hon hevur í átta ár
roynt alt fyri at gerast
føroyingur. Men
hevur fingið nógvar
lúsingar á vegnum.
Viðhvørt ivast
hon í, um føroyska
samfelagið yvirhøvur
skoytir um hana og
dóttrina
útlendingamál
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Eg havi verið vónbrotin
so ofta, at eg tori ikki at
vóna nakað sum helst.
Í meiri enn átta ár hevur
Natasha Vukotic í Hvalba
hingið í leysari luft.
Øll hesi árini hevur hon
gjørt alt, sum hon kann, fyri
at gerast føroyingur. Men
hóast nógv ár eru gingin,
følir hon framvegis, at hon
stendur í akkurát sama stað,
sum hon gjørdi, tá ið hon
skrivaði til føroyskar mynd
ugleikar fyri fyrstu ferð,
heilt afturi í 1999.
Tað einasta, hon higartil
hevur fingið burturúr er
vónbrot oman á vónbrot.
Søgan um Natashu er ein
søga um, hvussu føroyingar
fara við við øðrum fólka
sløgum, sum halda, at Før
oyar eru eitt deiligt land at
búgva í. Tað er ein søga um,
hvussu hugburðurin hjá
summum almennum starvs
fólki í Føroyum er til útlend
ingar. Men tað er eisini søg
an um almenn starvsfólk,
sum ikki vita, hvat tey hava
við at gera og sum av tí
sama í heilum varta upp við
skeivum upplýsingum, eis
ini í heilt avgerandi viður
skiftum.
– Tað, eg ferð eftir ferð
upplivi hjá myndugleiku
num er líkasæla og niður
gerðing og eg siti mangan
eftir við eini kenslu av, at
eg eri bara til fortreð, tá ið
eg spyrji um nakað.
Hon veit ikki um tað er tí
at hon er útlendingur, ella
um tað er tí, at hon er konu
fólk.
Men hon er í øllum førum
púra vís í, at ein miðaldrandi,
slipsaklæddur føroyingur,
hevði ikki fingið somu við
ferð, hon hevur fingið frá
myndugleikunum.
Hon heldur, at uttan mun
til, hvat hon er, ella hvør
hon er, átti tað at verið ein
minstakrav, at hon ikki varð
niðurgjørd og hálvgum hild
in fyri gjøldur av almennum
starvsfólki.
Óynskt í Føroyum
Sjálv heldur Natasha, at
hon hevur gjørt, alt, sum
hon kann fyri at gerast før
oyingur.
– Men viðhvørt ivist eg í
um føroyska samfelagið
yvirhøvur skoytir um okk
um, sigur hon.
Men tað, sum ørkymlar
hana mest av øllum, er, at
hon fær oftani mótstríðandi
upplýsingar, alt eftir, hvørj
ar myndugleikar, hon tosar
við.
– Ein myndugleiki tosar í
eyst og ein annar tosar í
vest, so eg veit ongantíð,
hvat eg kann gera fyri at
koma víðari, sigur hon.
Men tað finnast eisini
undantøk, tí Natasha skund
ar sær at leggja afturat, at
fyri nøkrum døgum síðani
kom hon fyrstu ferð í sam
bandi við eina konu í inn
lendismálaráðnum.
– Hon var heilt ótrúliga
fitt og hjálpsom og læt meg
sita eftir við eini týðiligari
kenslu av at hava fingið
eina virðilia viðferð.
So hóast lúsingarnir hava
verið nógvir á vegnum, hev
ur hon nú kortini eina vón
um, at tað fer at ganga og at
hendan maraton renningin
frá Heródisi til Pilatus øll
hesi árini, skjótt fær ein
góðan enda, so at hon lok
sins kann sleppa at kalla
seg føroying.
– Eg havi altíð gjørt akku
rát, soleiðis sum myndug
leikarnir hava biðið meg
um, men tað hjálpir onki.
Men eg føli tað sum um,
at eg fái bara háð og spott
afturfyri.
– Øll skríggja eftir at fáa
meiri útlendska arbeiðsmegi
til Føroyar. Men eg haldi, at
myndugleikarnir
skuldu
roynt at fingið viðurskiftini
hjá okkum, sum longu eru
her, í rættlag, áðrenn roynt
verður at slúsa fleiri útlend
ingar higar.
Sum tað sæst í hinari
greinini, varð ein umsókn
frá henni broytt, uttan at
hon varð kunnað um tað.
– Og á einum almennum
stovni, gjørdi eitt starvsfólk
mær púra greitt, at í
veruleikanum hevði eg ongi
rættindi. Bað arbeiðsgevarin
meg
hoppa,
skuldi
eg
hoppa. Men soleiðis fer
man ikki við fólki, tí ein
slíkur hugburður minnir um
trælahald og hugburðin hjá
harrafólki til tey undir
givnu.
– Tað er eisini týðiligt at
merkja, at tað irriterar
starvsfólkið, tá ið eg spyrji.
Onkur hevur enntá spurt,
hví eg altíð skal spyrja so
nógv og hvat eg skal hava
alt hetta at vita til.
– Men tað er mítt lív, tað
snýr seg um, so tað er ein
løgin og niðurgerðandi hug
burður, at eg ikki skal
kunna spyrja fyri at vita,
hvar eg flóti.
Tá ið Natasha hevur havt
arbeiðsloyvi, hevur hon
arbeitt á flakavirki.
Natasha sigur, at hon veit
væl, at tað er kanska ikki so
høgt í metum at standa á
einum virki og skera flak.
– Men fyri tað hava flaka
fólk virðing uppibornað,
leggur hon afturat.
Hon leggur afturat, at
hóast hon er útlendingur,
kann hon brúkast til annað
enn at skeera flak og hon
skilir ikki, hví tað skal
verða so tvørligt at sleppa
til arbeiðis.
Hon søkti eisini í 2003
um varandi uppihaldsloyvi
í Føroyum. Men tað kundi
hon ikki fáa, tí fyri at fáa
tað, skal eg hava búð í Før
oyum í sjey ár, uttan íhald
og tær treytirnar uppfylti
hon ikki.
Hon hevur eisini fingið
at vita, at hon kann ikki
søkja um varandi uppihalds
loyvi fyrrrenn í desember í
ár, tí fyrst tá lýkur hon allar
tær tær fløktu, løgfrøðiligu
fortreytirnar.
Men so kom hon fyri
stuttari tíð síðani á tal við
áðurnevndu hjálpsama kon
una í innlendismálaráð
num.
– Hon kannaði málið og
staðfesti, at eg í veruleika
num kundi havt søkt um
varandi uppihaldsloyvi í
fjør – altso fyri einum heil
um ári síðani.
Sostatt er aftur her eitt
heilt ár farið fyri skeyti og
tað er so bara eitt dømi um,
hvussu mótstríðandi upplýs
ingar hon hevur fingið, alt
eftir hvønn myndugleika,
hon tosar við.
Í farnu viku søkti hon so
statt um varandi uppihalds
loyvi.
Hon hevur fingið at vita,
at vanliga tekur tað fýra
Átta ár fari
- Eg havi somu dreymar um útbúgving
og arbeiði sum mínar vinkonur. Eg
droymi eisini um kunna mála húsini
og at fáa bil. Men eg kann ikki annað
enn droyma, tí í samfull átta ár havi eg
ikki kunnað gjørt nakað, sigur Natasha
Vukotic
Stomifeløg á vitjan
Komandi dagarnir hittast umboð fyri stomifeløg úr øllum Norðanlondum
í Føroyum. Tað er Stomibólkurin undir Føroya Felag Móti Krabbameini
og Stomiambulatorii á Landssjúkrahúsinum, sum eru vertir. Stomi er
ikki ein sjúka, men ein fylgja av eina skurðviðgerð. Fólk við stomi hava
fingið gjørt op á búkinum til land ella skarn – fyribils ella restina av
lívinum. Umleið 70 fólk í Føroyum hava stomi. Orsøkirnar, til at stomi
skurðviðgerðir verða gjørdar, eru m.a. krabbamein, kroniskur bruni í
tarmunum ella viðfødd brek. Ráðstevnan er á hvørjum ári skiftandi í
norðurlendsku londunum, og er hon fyri áhugafeløg við sjálvbodnum
fólki.
Alarmur í gongd
Um nátturðatíð mánakvøldið fór ein alarmur í
gongd á Sjúklingahotellinum Tórshavn í
Keypmannahavn. Sløkkiliðið kom á staðið og fólk
vórðu flutt út úr bygninginum. Í gjár høvdu vit
samband við hotellið og haðani verður sagt, at ein
tekniskur feilur var orsøkin til, at tað mánadagin
um nátturðatíð brádliga fór at ýla á
Sjúklingahotellinum í danska høvuðsstaðnum. Tey
siga somuleiðis, at einki hendi við nøkrum á
hotellinum.