mikudagur 6. juni 2007síða 47
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 106 - 6. juni 2007
summarkapping
47
Ferðaskrivstovan
vinnulívið setur sítt álit á
Sp/f Alpha Travel · Eystara Bryggja · 100 Tórshavn
Tel 35 29 00 alpha@alphatravel.fo
Tel 35 00 35 . hvonn@hvonn.fo . www.hvonn.fo
Leigatúrar kring alt landið
Vanir navnið á lekra stuttleikabátinum hjá teimum trimum Jóan Paula og Jón í Dali og Regin
Joensen. Umframt at sigla av Bursatanga við ferðafólki hvønn mánamorgun, skipa teir eisini
fyri leigutúrum kring alt landið.
Tað eru longu tvey ár síðani, at teir keyptu bátin úr Portugal, og síðani hava teir arbeitt við at
fáa øll loyvi til vega, til tess at sigla við ferðafólki.
- Nú alt tað praktiska er komið undir land, er tað bara hugflogið hjá fólki, ið setur mørkini,
sigur Jón í Dali, sum vísir á, at fólk kunnu leiga bátin til túrar kring alt landið, fyri bert 1500
kr. um tíman. Og tá er rúm fyri 30 ferðafólkum umframt manning.
- Vit hava longu gjørt fleiri leigutúrar við fyritøkum og feløgum, sum ynskja at hugna um
starvsfólk ella viðskiftafólk. Millum annað hava vit havt leigutúrar til festivalarnar, har
ferðaløg hava leigað bátin allan dagin, sigur Jón í Dali.
Vanir Tours siga, at tað eisini ber til at fáa mat og drekka við í prísinum, ella fólk sjálvi taka
tað við og matgera umborð.
Báturin er óvanliga rúmligur og lekkur, bæði innan og uttan. Í neðra eru tvey kømur við vesi
og brúsu, umframt gallu og kabúss við kókiplátum, stórum køliskápi og mikroovni.
Harumframt er ein rúmlig salong og uppihaldsrúm.
Eisini eru tveir skjóttgangandi gummibátar, so til ber at kava ella at sigla inn í grottir.
- Stórur eftirspurningur hevur verið á fiskitúrum. Tí hava vit eisini góða útgerð umborð,
millum annað fimm toskatráður og eina hemaratráðu, siga teir í Vanir Tours.
Fólk kunnu leiga Vanir fyri umleið 1500 kr. um tíman. Og tá er rúm fyri 30
ferðafólkum, umframt manning, siga teir tríggir eigararnir, sum nú fara undir
veruligt virksemi. F.v. Jóan Pauli í Dali, Jón í Dali og Regin Joensen