mikudagur 6. juni 2007síða 48
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 106 - 6. juni 2007
48
summarkapping
Vil uppliva Føroyar
frá sjósíðuni
Í góðveðrinum í gjár kom ein nýggjur og sera flottur seglbátur siglandi inn ímóti
Kvívík. Talan var um nýggja seglbátin hjá Grækaris A. Joensen í Kvívík. Grækaris
sigur, at hann hevur altíð havt ein dreym um at keypt sær ein seglbát, og nú fekk hann
hetta endiliga í lag.
Nýggi báturin hjá Grækaris er upprunaliga bygdur í Týsklandi, men Grækaris hevur
keypt bátin úr Danmark. Fyri eini tveimum vikum síðani fór kvívíkingurin niður til
Danmarkar eftir bátinum, og síðani skuldi hann undir longu heimferðina.
Sjálvt um báturin hevur ein lítlan motor eisini, so valdi Grækaris at nýta seglini á
heimferðina, og motorurin er bert nýttur í stilli. Fyrst bleiv siglt til Noregs, síðani víðari
til Hetlands, áðrenn túrurin gekk heim til Føroya. Heimferðir tók tilsamans 14 dagar.
Grækaris sigur, at báturin er rættiliga stórur innan, og tí skal hann m.a. nýtast til eitt
slag av summarhúsi, meðan hann siglir runt í landinum. Hann ætlar nevniliga at uppliva
okkara vøkru oyggjar frá sjósíðuni.
Grækaris A. Joensen í Kvívík hevur júst keypt sær
nýggjan seglbát. Hesin skal nýtast sum eitt slag av
summarhúsið, meðan hann siglir runt landið.
Mynd: Jens Kr. Vang
Vælkomin á Hotel Norð
Fo-750 Viðareiði · tel 45 12 44 · Fax 45 12 45
hotel@hotelnord.fo · www.hotelnord.fo
• 15 dupultkømur
• Matstova til 250 gestir
• Fundarhøli
• Barr
• Náttúruvakurt
• Buss til hurðina
Halt frí tá tú hevur frí
Njót nattúruna við klettum,
holum og fuglalívinum við
Vestmannabjørgini. Vit sigla
inn í djúpar holur og millum
lodrøtt fuglabjørg og tætt
millum bogar og sker.
Um tú vilt uppliva nakað
serstakt - royn so ein túr við
einum av okkara bátum.
Trygdin er í hásetri og
manningin hevur góðar
royndir og nógv ár á baki.
Sightseeing túrar eystur undir land
...og kring allar Føroyar
PALLI LAMHAUGE
Tel. 424155 - fax 424383
sight@sightseeing.fo
www.sightseeing.fo