fríggjadagur 1. juni 2007síða 2
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
2
Klumman
umborð
Nr. 103 • 1. - 3. juni 2007
Heglingur
á Tórsvølli
Í gjárkvøldið lendu teir – italu
menninir. Heimsmeistararnir.
Teir bestu í allari verðini. Og
eisini teir bestu í Europa við
AC Milan. Gud viti, hvat teir
hugsa, nú teir skulu til Føroya
at dystast ímóti einum liði
við bleikum og hjólbeintum
føroyingum.
Italiumenn hava sett krøv
um hárturkarar, so teir kunnu
líkjast sær sjálvum – eisini
í Føroyum. Restina hava teir
við sjálvir – barberskúm til
andlit og bein, hárgelé, krem
og feitt, og kanska eitt sindur
av putri at koyra á nøsina.
Og teir kunnu sanniliga
flotta sær. Tað stendur
svart á hvítum, at teir eru
heimsmeistarar og ovast
á styrkislistanum hjá FIFA.
Teir duga sanniliga at spæla
fótbólt og vinna meira enn
onnur. Tað er ikki neyðugt
við mutri og avtalaðum
spæli, teir kunnu tað heila á
vøllinum.
Og nú standa teir her – á
føroyskum lendi – og skulu
manna seg upp til at fleingja
nakrar óargaungar úr Gøtu,
Klaksvík, Havn, Vági og av
Tvøroyri. Fyri nógvum árum
síðani vóru teir helst felags
um at spæla á gøtum og
stætrum – summir í Milano
og Napoli, aðrir í Havn og
Klaksvík. Nú tjena summir
teirra milliónir og milliónir av
krónum og kunnu reypa sær
av stórum sigrum, meðan
aðrir spæla til stuttleika og
tora at bjóða teimum stóru
av.
Spurningur er bara,
hvuss u teir hjólbeintu
føroyingarnir klára at fóta
sær ímóti teimum brúnu
og barberaðu beinunum úr
Rómarríki. Gladiatorar ímóti
seyðamonnum.
Kanska kundi eitt grovt
heglingsæli og eitt sindur av
hvøss um vindi av norði hjálpt
føroyska liðnum í morgin
– bara spell, at vit skriva juni,
og størri møguleiki er fyri
góðum veðri á Tórsvølli.
Jákup Mørk
blaðmaður
jakup@sosialurin.fo
Sámal Petur í Grund
hevur roynt tað mesta,
sum kann roynast á
sjónum. Hann hevur
verið við línu, gørnum
og við troli. Hann hev
ur eisini verið í frá
landavinnuni, og sein
astu árini hevur hann
verið skipari við Sam.
– Eg havi verðsins
besta jobb – fari
glaður til arbeiðis og
komi glaður heimaftur,
sigur hann
Flestu kenna mannin, sum ein
væl fyrireikaðan og skilagóðan
politikara.
Fyrstu ferð, hann steig á
skipsdekk, fór hann við slupp.
Hann var 14 ára gamal, og hetta
var í summarfrítíðini, áðrenn
hann byrjaði í 1. real. Skipið var
Brimnes og skipari Hans í Norði,
Hans Jacobsen.
- Hetta var í 1972. Vit royndu
við línu undir Føroyum og egndu
umborð. Eg var við tveir túrar.
Ungu dreingirnir ringdu til skip
ararnar í økinum fyri at sleppa
við í summarfrítíðini, og tað var
Sámal Petur sjálvur, sum ringdi til
Hans í Norði.
- Eg var sera fegin, tá hann
ringdi aftur, tí fyri meg var tað
eitt veldugt upplivilsi at sleppa
til skips.
Hvuss u minnist hann so fyrsta
túrin.
- Veðrið var gott, men kortini
var eg ringur av sjóverki. Eingin
útlufting var. Eg minnist oljuroyk
og agnroyk, tí opið var upp
í skúrarnar. Hetta gjørdi ikki
sjóverkin minni. Inntøkan var lítil,
men hóast eg summarið fyri hevði
arbeitt hjá Landsverkfrøðinginum,
kendi eg tað kortini, sum um
hetta vóru fyrstu krónurnar, eg
tjenti.
Hann minnist Hans í Norði, sum
ein ógvuliga friðarligan mann, ið
altíð gekk pent ílatin á brúnni.
Eftir realskúlan í 1975 fór
Sámal Petur við línuskipinum
Pison, ið er sami Pison, sum vit
kenna í dag.
- Vit vóru fyrst ein túr undir
Føroyum og síðan tríggjar undir
Íslandi. Martin Johannesen, Mart
in í Byrgi, var skipari.
Seint um heystið 1975 fór hann
við Skrápi, sum var ein av gomlu
kubatrolarunum. Men hetta var
ikki til fiskiveiði. Nú bar leiðin í
frálandavinnuna, sum hesi skip
upprunaliga vórðu keypt til.
- Vit lógu í Norðsjónum sum
vaktarskip, og í dag kunnu vit
siga, at føroyingar tíðliga fingu
eyguni upp fyri hesi vinnu, sum
seinni er vorðin eitt nýtt bein at
standa á.
Seks mans vóru við Skrápi.
Skipari var Esmar Augustinuss en,
slektaður úr Vági, men búði í
Havn. Stýrimaður var Hendrik
Poulsen, Hendrik inni í Brekkum
á Toftum.
Av manningini eru bert Hendrik
og Sámal Petur eftir á lívi.
Túrarnir við Skrápi gjørdust
tveir, og síðan fór hann at læra
til el-mekanikara í Saltangará. Í
summarfrítíðini í 1977 var hann
aftur í Norðsjónum, hesaferð við
Gorpi.
Í mars í 1979 fór hann í
Barentshavnið við Ennibergi sum
radiomaður og mynstraði sum
telegrafistur.
- Eg var við Ennibergi í fleiri ár,
og mær dámdi ógvuliga væl. Vit
vóru leingi burtur og leingi heima.
Tey fyrru árini gekst stiltið, men
tey seinnu vóru góð, heilt góð.
Eg brúkti hesi árini til at vinna
og spara mær pening, og í 1983
bygdu vit húsini.
Mortan Johannesen førdi Enni
berg tað mesta av tíðini, serliga
tey fyrstu árini. Avloysari var
Dánjal Jóhan Larsen úr Porkeri.
Eftir at fyrsta barnið var komið
í 1985, fór Sámal Petur ikki aftur
við Ennibergi.
Nú fór hann í heilt aðra tæn
astu og gjørdist trúboðari hjá
Dansk Indremiss ion við bústaði í
Løgstør.
- Árini sum trúboðari, tók eg
eisini á meg onkrar uppgávur fyri
føroysku sjómansmiss iónina, eitt
nú í Hirtshals og á Bornholm. Ofta
vóru fólk úr Føroyum í Danmark,
og saman hildu vit møtir, bæði
umborð á skipum og í landi.
Í januar 1990 flutti hann
heimaftur, men var virkin sum
trúboðari her heima fram til
summarið eftir.
- Í 1991 fór eg aftur til skips,
hesaferð í Eystursjógvin. Fyrst var
eg ein túr við Fríðborg, síðan við
Ørvi og at enda við Aldubáruni.
Allir royndu eftir toski við
gørnum. Vit fiskaðu av Bornholm,
og hetta var eisini eitt deiligt lív.
Sámal Petur kendi nakað til
lívið í Eystursjónum, tí hann var
onkran túr við hesum bátum,
meðan hann var trúboðari.
Í 1992 fór hann sum radiomaður
við flakatrolaranum Beini, sum
bróðirin, Mannbjørn í Grund,
førdi. Teir vóru í Barentshavinum
og á kongafiskaveiði í Irmingar
havinum.
Hevði Sámal Petur ikki farið á
skiparaskúla, hevði hann ikki havt
tað starv, hann hevur í dag – eitt
starv, sum hann er sera fegin um.
- Í september 1993 fór eg á
skiparaskúla í Skagen, men
longu í september árið eftir
– og meðan tríggjar royndir
enn vóru eftir – fekk eg í boði
at gerast landss týrismaður.
Írestandi royndirnar tók eg so í
summarfrítíðini nøkur ár seinni.
Hann sat í landss týrinum fram
til 1. desember 1997, tá hann
sum fyrsti landss týrismaður var
uppsagdur av løgmanni, Edmundi
Joensen. Hetta var árið eftir, at
løgmaður hevði fingið heimildina
at siga landss týrismann úr starvi.
- Løgmaður var ónøgdur við
mín leiklut í sambandi við íløgur í
Vágatunnilin, sum tá var í stoypi
skeiðini.
Tað ræddi kortini ikki veljar
arnar, at søldfirðingurin varð
koyrdur úr landss týrinum, tvørtur
ímóti.
- Við valið í apríl 1998 varð eg
valdur á ting við flestu atkvøðum,
sum nakar løgtingsmaður í
Eysturoy nakrantíð hevur fingið,
534 í tali.
Sámal Petur sat á tingi og í
landss týrinum (frá 2001) árini
1998-2002. Í fyrra skeiðnum sum
landss týrismaður við mentan
og samskifti – og í seinna við
almanna-og heilsumálum.
Seinastu árini hevur Sámal
Petur verið knýttur at Strand
faraskipum Landsins.
- Eg mynstraði fyrstu ferð við
SL, meðan eg sat í løgtinginum
á sumri ár 2000. Eftir tíðina í
landss týrinum, fór eg í juni 2002
aftur at sigla fyri Strandferðsluna
– og her havi eg verið síðan.
Hann hevur soleiðis verið
skipari við Sam síðan august
2004.
- Hetta lívið dámar mær
ógvuliga væl. Eg plagi at siga,
at eg havi verðsins besta jobb,
fari glaður til arbeiðis hvønn
morgun og komi glaður heimaftur
um kvøldið, sigur Sámal Petur í
Grund.
Havi verðsins besta jobb
Umborð
Vilmund Jacobsen
blaðmaður
vilmund@sosialurin.fo
- Veðrið var gott, men eg var ringur av sjóverki. Eingin útlufting var. Eg minnist oljuroyk og agnroyk.
Hetta gjørdi ikki sjóverkin minni, sigur Sámal Petur í Grund um fyrsta túrin til skips sum 14 ára
gamal Mynd: Vilmund Jacobsen