mánadagur 2. juli 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 124 - 2. juli 2007
Syftunsøka er í dag,
og tað er fyrsti dagur,
at menn fleyga lunda.
Men lítið hevur verið
til av fugli seinastu
árini
LUNDAFLEYG
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Seinastu árini hevur verið
ógvuliga lítið til av lunda.
Skilið hevur verið tað sama
um alt landið.
Kortini halda menn, at
tað sær hedur frægari út í
ár, men Jens Kjeld Jensen,
fuglafrøðingur í Nólsoy,
metir tó, at fuglurin er kom
in einar fjúrtan dagar ov
seint.
Tað er sama støðan kring
landið. Úti í Lítlu Dímun
var nakað av fugli, og úti í
Nólsoy sær eisini heldur
frægari út í ár. Men lítið er
at síggja av sildbera, og tað
er ringt tekin.
Norðanífrá er einki frætt
um fugl. Eftir Jóansøku
plaga menn vanliga at
fleyga dimmilunda, men
sum skilt hevur eingin verið
og roynt í ár. Men neyvan
er nakað øðrvísi har norðuri
enn í restini av landinum.
Einki er frætt úr Skúvoy
ella Mykinesi, men roknast
má við, at støðan er tann
sama allastaðni.
Vanliga er nógvur fuglur
at fáa, og Settorva á Viðar
eiði og Mykines eru tiltikin
fleygapláss. Eisini úti í
Skúvoy plaga menn at fleyga
lunda, eins og hvalbingar
vanliga eru úti í Lítlu Dímun
nakrar dagar um árið.
Úti í Tindhólmi eru nakrir
fleygasessir, og har plaga
menn eisini at fáa væl av
lunda. Í Nólsoy e4r oyggin
býtt sundur í tvey soleiðis,
at ytri helmingur av hagan
um eigur Urðina annaðhvørt
ár, meðan heimari partur
eigur hana annaðhvørt ár.
Burtursæð
frá
hesum
støðum verður ikki nógv
gjørt við at fleyga lunda
aðrastaðni.
Vónandi verður frægari
við lunda komandi árini.
Lítið er komið undan sein
astu árini, so tað er fyri tað
mesta gamal lundi, ið fleyg
ast. Og tað plagdi ikki at
vera gott tekin.
Landsverk, Tinghúsvegur 5,
Postsmoga 78, Tórshavn,
Tel 340 800, Faks 340 801,
lv@lv.fo, www.landsverk.fo
Vakið eyga við vitum og havnum?
Høvuðsarbeiðsøkið
Uppgávur, sum tú í høvuðsheitum
fært ábyrgdina av:
• rakstur og eftirlit við vitum og
innsiglingarljósum
• myndugleikauppgávur og eftirlit í
sambandi við ISPS
• eftirlit við og ábyrgd av okkara
rakstri av landshavnum, ferju
legum, lendingum,og afløgu
bryggjum
Førleikakrøv
Tú ert útbúgvin skipsførari, maskin
meistari, verkfrøðingur ella líknandi.
Vit vilja røkka best møguligum
úrslitum og leggja tí stóran dent á
góðar persónligar eginleikar, at tú
arbeiðir sjálvstøðugt, er skyldu
røkin, hevur góð samstarvsevnir,
dugir at skipa títt arbeiðsøki og
geva títt íkast til menning av
arbeiðsplássinum.
Setanarviðurskifti
Løn og setanartreytir verða
sambært sáttmála millum Fíggjar
málaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Umsóknarfreist
Umsókn við prógvum og
lívsgongdarlýsing (cv) verður at
senda til lv@lv.fo ella til Landsverk,
postsmoga 78, 110 Tórshavn, og
skal vera okkum í hendi í seinasta
lagi 9. juli. Merk umsóknina
„Starvsfólk til havnadeildina“ og
nevn í umsóknini, hvar tú hevur
sæð starvslýsingina. Umsóknir
verða viðgjørdar í trúnaði.
Fleiri upplýsingar um starvið kunnu
fáast við at venda sær til Ewald
Kjølbro, deildarleiðara á havnadeild
ini, á fartel. 540 861 ella á ek@lv.fo
Landsverk er ein stovnur undir Vinnumálaráðnum, og hevur um hendi vega- og havnamyndugleika-
uppgávur og byggiharrauppgávur. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur
landsvegir, havnir, bygningar og flogvallamál, herundir tyrlupallar.
STarVSLýSIng
Hevur tú dirvi til at bjóða tær sjálvum av, og kundi tað hugsast, at vitar og
havnir í tínum hugaheimi eru forvitnislig og spennandi økir at fara í holt við,
so kunnu vit bjóða tær øðrvísi royndir í einum sera áhugaverdum og
avbjóðandi starvi á havnadeildini hjá Landsverki.
Fyrsti fleygadagur
Siftunsøkudagur er fyrsti fleygadagur á árinum
Kundi tú hugsa tær eina framtíð innan skrivstovuyrkið?
Vit hava pláss fyri einum skrivstovulærlingi (m/k) í fyritøku okkara.
Vit kunnu bjóða tær:
• Eitt avbjóðandi starv í eini spennandi vinnu í støðugari menning, har tú
gerst partur av einum góðum toymi og har arbeiðsandin er av teim bestu.
• Tryggar arbeiðsumstøður.
• Góðar møguleikar fyri persónligari menning.
Tú mást hava HH ella FHS prógv.
Lærutíðin er ávikavist 2 ella 3 ár.
Tú mást vera fryntlig/-ur, samstarvsáhugað/-ur, ágrýtin og til reiðar at taka við
nýggjum lærdómi og ikki vera bangin fyri til tíðir at arbeiða undir trýsti.
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til okkara og tosað við Anniku
Krosstein ella Harald Eirikstoft.
Umsóknarfreistin er 10. juli 2007.
Er hetta nakað fyri teg, so send okkum eina umsókn saman við prógvum og
ummælum til:
P/F Svend Krosstein
Postboks 3229
FO-110 Tórshavn
Viðm.: Lærupláss
P/F Svend Krosstein er ein fyritøka í støðugari
menning, sum í løtuni hevur 20 fólk í fulltíðarstarvi.
P/F Svend Krosstein er einasta HVS-heilsøla í Føroyum
og hevur harafturat størsta HVS-handil í landinum.
Vit selja alt tilfar til vatnveitingar, hitaverk, sanitet og
ventilatión. Eisini selja vit byrsur, patrónir, fiskireiðskap
og annað.
Skrivstovulærlingur søkist