Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-02, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. juli 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 124 - 2. juli 2007 Roskilde Festival byrjaður Hóast kendi danski tónleikafestivalurin ikki alment byrjar fyrr enn hósdagin, eru longu fleiri túsund fólk streymað til festivaløkið mitt í Roskilde. At møta fleiri dagar áðrenn festivalbyrjan hevur verið fastur táttur í fleiri ár, og ikki gongur hetta altíð líka friðarliga fyri seg. Eisini hesaferð hevur løgreglan havt úr at gera við fullum fólki, stuldri og øðrum. Í morgin verður styrkt lið av løgreglumonnum fingið á staðið. Konsert í Listasavninum á Sandi Summartónar eru so smátt við at hæsa av á hesum sinni. Hóast mánadagurin er seinasti dagurin á Summartónum, so verða tó tiltøk við Gjógv, ið eru partur av hesi tónleikastevnu, allan juli mánað. Mánakvøldið 2. juli kl. 20.00 verður kon­ sert á Sandi, har gittarleikarin Ólavur Jakobsen fer at framføra í Lista­savn­inum, ið Sofus Olsen, sáli, gav heimbygdini. Á skránni er tónleikur fyri sologittara. Umframt barokktónar og tónleik við íblástri frá Mozart, fer Ólavur at framføra nýskrivað gittarverk hjá sandinginum Sunleifi Rasmussen, ið varð framført á fyrsta sinni á konsert í Havn mikukvøldið. Verkið er skrivað til Ólav og skal tað framførast aftur á konsertferð seinni í heyst til m.a. Keypmanna­havn og Wien. Konsertin varir í lítlan tíma og fáast atgongumerki til keyps við dyrnar. Býráðið hevur sett sær fyri at gera Tvør­ oyri til tryggasta bý í landinum og tað er nakað, sum all­ir politikarar eiga at spegla sær í, sig­ur Ráðið fyri Ferðslutrygd Ferðslutrygd Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Hetta er ógvuliga spenn­andi og hetta er avgjørt nak­að, sum allar kommunur í Før­ oyum eiga at spegla sær í. Jón Kragesteen, dagligur leiðari í ráðnum fyri ferðslu­ trygd, er ómetaliga fegin um stórfingnu ætlanina hjá Tvøroyrar Kommunu á ferðslutrygdarøkinum. - Vit kunnu ikki annað enn taka hattin av fyri tvøra­ fólki, sigur Jón Kragesteen. Tvøroyrar Kommuna hev­ ur lagt eina miðvísa ætlan, sum hevur til endamál at gera Tvøroyri til ferðslu­ trygg­asta pláss í landinum. Sostatt hevur kommunan gjørt eina ferðslu­trygdar­ætl­ an, sum umfatar alt Tvør­ oyri, heilt úr Froðba, inn í botnin í Trongisvági. Ætlanin umfatar alla Sjó­ gøtu, sum er tann niðari høv­uðs­vegurin og síðugøt­ ur­nar, sum eru bundnar í hana. Hinvegin er ætlanin, at sum frálíður skal øll tung ferðsla beinast eftir tí ovara høvuðsvegnum, sum liggur oman­fyri tað tættastu búset­ ingina. - Onkrar Kommunur í landinum hava lagt onkrar ferðslutrygdarætlanir fyri ávísar øki í einum býi, men tað er ógvuliga avmarkað og ætlanin hjá Tvøroyri er tann fyrsta í Føroyum, har ein kommuna fer undir eina heildarætlan fyri at kalla all­ an býin, sigur Jón Krage­ steen. Hann fegnast eisini um, at ætlanin fyri Tvøroyri ligg­ ur ógvuliga tætt uppat teim­ um tilmælum, sum Ráðið fyri ferðslutrygd hevur um, hvussu ferðslan eigur at verða skipað, fyri at bøta munandi um trygdina. Hann er eisini hugtikin av mát­anum, sum Tvøroyrar Býráð er farið til verka upp á í hesum sambandi. - Her er talan um eina tvør­fakliga verkætlan, har arkitektar og verkfrøðingar hava arbeitt saman um at skapa eina so góða heildar­ loysn sum gjørligt, har tað bæði verður hugsað um tekn­iskar loysnir og útsjónd­ ina. Men harumframt hevur ein borgarligur fylgibólkur av vanligum tvørafólki ver­ ið við og er komin við mótspæli og hugskotum. Nýskapandi ætlan Eftir ferðslulógini er loyvt at koyra 50 kilometrar um tíman í bygdum øki, men eitt afturvendandi tilmæli frá Ráðnum fyri Ferðslu­ trygd hevur verið at lækka hámarksferðina niður í 40 ella enn longur niður í bygd­ um øki. Ein týðandi partur í ferðslu­trygdarætlanini á Tvøroyri er nettupp at seta hámarksferðina niður í 40 kilometrar um tíman ígjøgn­ um allan býin. Men fyri at tálma ferðini enn meiri, er ætlanin at gera nøkur heilt serlig steðgipláss til bussar, sum ikki eru nakra aðrastaðni í Føroyum. Í hesum sambandi er ikki ætlanin, at bussarnir skulu inn til síðuna at steðga at seta fólk at og taka fólk upp í. Tvørturímóti er ætlanin at gera serligar busslummar, har vegurin við hvørt steðgi­ pláss verður smalkaður niður í eitt spor, so at buss­ urin í roynd og eru steðgar mitt á vegnum. Sostatt kunnu fólk fara í bussin ella úr honum beint av gongu­ breytini í bæði borð. - Tað ger, at bæði bilar, sum koma ímóti bussinum og bilar, sum koma aftaná honum, mugu steðga á, ímeðan bussurin setir fólk av og tekur fólk upp í. Tað henda nógv óhapp og nógvar vanlukkur, tí at buss­ ar noyðast at skifta spor, hvørja ferð, teir stegða at seta fólk av og taka fólk upp í, men við hesum ser­ ligu buss lummunum, slepst undan at skifta spor. Í ferðslutrytgdarætlanini hjá Tvøroyrar Kommunu er ætlanin at gera sjey slíkar buss­lummar á vega­strekk­in­ um ígjøgnum býin. Jón Kragesteen sigur, at hetta slagið av busslummum eru ikki ókendir uttanlands, eitt í Gøteborg í Svøríki. - Í Føroyum hevur vanliga atfinningin verið, at tað ber ikki til at hava slík steðgi­ pláss í Føroyum, tí ferðslan er so nógv. - Men í Gøteborg hava tey roknað seg fram til, at hesir busslummarnir tola eina ferðslu upp á 5000- 8000 bilar um dagin. - So nógv ferðsla er ikki nógva staðni í Føroyum og so slett ikki á Tvøroyri. Jón Kragesteen sigur, at Ráð­ið fyri Ferðslutrygd mæl­ir eisini til, at Løgting og landsstýrið áleggja øll­ um kommununum at gera slíkar ferðslutrygdarætlanir, men enn er tað ikki hent. Men at so mikið meiri prísverdugt er tað, at Tvøroyrar Býráð fer undir eina so víðskygda ætlan, áðr­enn tað er lógarkrav, heldur hann. Skulu finna trygg- astu pláss í landinum Ráðið fyri ferðslu­trygd fer nú at skriva út kapping um at finna ferðslu­tryggastu bygd í Føroyum Nú skal ferðslutryggasta pláss í landinum finnast. Tað er endamálið við eini kapping, sum Ráðið fyri Ferðslu­trygd nú fer at skriva út. Jón Kragesteen sigur, at tað var á seinasta árs­fundi hjá Ráðnum fyri Ferðslu­trygd, at gamli for­maðurin, Pet­ ur Jacob Sigvardsen, skeyt upp at skriva út kappingina um Føroya ferðslutryggasta bygd. Vágafólk, sum vóru á fundinum gjørdu bart og søktu gávu­grunnin hjá Eik um stuðul til kapp­ing­ina og grunn­ urin læt 50.000 krónur til kapp­ing­ina. Hesi somu vágafólk sita nú í einum arbeiðs­bólki og fyrireika kapp­ing­ina og Jón Kragesteen vónar, at kapp­ ingin kann verða næsta ár. Taka hattin av fyri Tvøroyri Soleiðis er ætlanin, at nýggi miðbýurin á Tvøroyri skal síggja út. Á vegamótinum niðan av havnarlagnum skal rundkoyring gerast og annars verður nógv hugsað um útsjónd við trøum, runnum, torgum og túnum Hendan talvan er ein orsøk til, at Ráðið fyri Ferðslutrygd mæl­ ir til at lækka há­marksferðina í bygd­um øki. Kanningar vísa nevniliga, at verður fólk ákoyrt av bili, sum koyrir 40 kilometrar um tíman, er vandin fyri at doyggja av stoytinum 30%. Men koyrir bil­ur­in 50, er vandin fyri at doyggja heili 80%. Á Tvøroyri skal ferð­in setast niður í 40 kilometrar um tíman