Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-02, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. juli 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 124 - 2. juli 2007 13 viðmerkingar Ólevnaðurin heldur fram Poppdrongurin Jenis av Rana er farin at reka at­kvøðuveiðu við parta­ brøvunum í Føroya Banka. Hetta er á leið mest ónæriliga uppskot, ið sett er fram seinastu 15 árini. Orsøkin til at Jenis av Rana yvirhøvur hevur nakað sum helst at siga yvir partabrøvu­ num í Føroya Banka er hon, at vit her á landi eitt tíðarbil seinast í seinastu øld vóru nøgd við, at ein flokkur av tápilingum stýrdu okk­ ara landi. Tað endaði sjálvandi, sum slíkt altíð endar. Samfelagið fór í knús. Og so hendi tað ófatiliga. Í staðin fyri at gera uppreistur, so borg­ aðu vit politikkararnar snikkaleysar burturúr teirra dugnaloysi, mangl­ andi skynsemi og frá­ver­ andi etikki, uttan at krevja teir til svars. Vit hildu enntá fram at velja sama slagi aftur og tá peningur aftur var tøkur, lyftu teir sínar egnu inntøkur og u­m­ støð­ur, uttan so mikið sum at skeita eftir sam­ felagstørvinum. Men pressan elskar teir, tí teir duga at fóta sær á øllum landsins gyklarapallum, og har verður ikki spurt um tilvitsku, ábyrgd ella inn­ lit, har ræður eina um, at fáa fólkið at stuttleika sær og flenna, so tey gloyma gerandisdagin. Hasi partabrøvini sum Jenis av Rana nú ætlar at skvatla burtur sum valagn, umboða ein part av tí peningi, sum var rændur frá samfelags­ bygging til í staðin at fjala útyvir óráðini, ið dárarnir á tingi høvdu tikið sær fyri. Vit skylda okkara eftir­ komarum at seta gongd aftur á menningina, sum varð steðgað. Her mangla skúlar fyri fleiri milli­ardir, vit hava ikki ráð til sjúk og gomul, dement fólk reika óhjálpin um geilar og tún, stutt sagt, alt tað ið skal menna livikorini varð offrað tá og verður at vísa seg enn gleðiliga offrað fyri at politikk­ arin støðugt skal kunna dusa sær í gyklaratilveru síni. Alt er so grønt, nógv vind­eygur, og trø og fugla­song­ur í allar ættir. Her eru eisini dunnur, stundum koma tær heilt upp á pallin at bidda. Eitt kvøldið komu tær inn í stovuna, eitt antar­par. Og eitt kvøldið sóu vit eitt lítið dádýr, eitt bambi. Tá ið eg komi inn í stov­una um níggjutíðina, hevur Ulla longu etið. Hon tekur av borðinum, hon er so lítil og spinkul, fóturin tekur í teppið við tónum, hon er í ítróttarskóm, høgra hond tekur í metalringin uttan á hjulinum, hon koyrir fleiri ferðir út í køkin. Fer stillis­liga um, koppin og knívin, síðani glasið og mjólkina. Ulla er nýklipt heilt stutt, hon skifti frisuru, tá ið dóttirin giftist herfyri. Jan er eisini uppi, hann koyrir yvir á sítt pláss hinumegin borðið, og eg hoyri hann draga stólar eftir gólvinum fyri at fáa koyristólin rætt inn, nú er hann so svangur, at hann fer sjálvur út í køkin, koyrir einar tvær ferðir, men so kemur hjálpari hansara. Talar á hann, Jan svarar, ljóðið kemur heilt úr búkinum, bassur, tveir vokalar, men einki orð. Men etið verður, hoyrist bara ein hjálpari av og á, sum leggur lag á. Nú koma øll so pø a pø, alt pør, eg hoyri, at Hans Marius kemur, tað eyð­kenda klikkið av stavinum skiftir við skavið, tá ið hann dregur høgra fót fram. Hon gongur aftanfyri hann, eg hómi hana í reyðari troyggju, hon er minni enn hann, hon hevur aðra hondina á mjødnini á honum. Síðani kemur Dan, hann verður koyrdur, hálvt liggjandi í stólinum, og tá ið hon hevur sett hann fyri borðendan, reisir hon hann eitt sindur upp, so at hann situr upprættur. Fyrst tekur hon borðið av stólinum, so tekur hon fótstuðlarnar av og leggur teir til viks, so koyrir hon stólin inn undir borðið og gevur Dan ein fótskammil, hon setir føtur­nar á honum á skammilin, so at tærnar vísa fram, hann er í ítróttarskóm og kappa ítróttardrakr av merkinum kappa, so leggur hon ein kodda undir høgra arm. Dan er í tjúgunum. Hon spyr, hvat hann skal hava, eg veit tað longu, men hann skal siga tað hvønn morgun, ljóðini vilja ikki, tað er sum um tað er ov nógv luft í munninum, youghurt og breyð og kaffi, orðini koma við longum bili ímillum, hon skilur tey. Nú kemur Svend, hann er til gongu í dag, hann hevur eina gongugrind, eina av teimum høgu, hon gongur aftanfyri hann, roynir at beina hann, hann gongur so skeivur. Hann skal hava te og viðskera, sum hann sjálvur eigur, úr køliskápinum í kjallara­num. Svend er akademik­ari, og kona hansara ar­beiðir í fyrisitingini á tí kongliga sjónleikarhúsi­num. Tá ið hon vitjar hann, tala tey um, at tey skula hava nýggja íbúð og selja húsini hjá sær, tí at Svend fær ikki búð í teimum við sínum breki, so hyggja tey á interneti og rokna útreiðslur út. Svend fær tosað, hann tosar og tosar, hann er so væl formuler­aður, at hann kann lumpa ein at halda, at honum bagir einki, og tað er kanska verri…. Fýra menn og fýra konur, tríggir um miðjan aldur og ein ungur maður. Tær eru allar rættiliga ungar, allar tosa týðiliga og stillis­liga. Allar eru í T-shirt og ítróttarbuksum. Teir eta morgunmat, og tær hjálpa. Gjøgnum vindeygað síggi eg, at Irena er longu farin út, hon fer so kvik­gongd eftir gøtuni, hjálp­arin fylgist við á einum rennihjóli við 3 hjólum. Kanska tað var ætlað Irenu, og kanska Irena vildi ikki ella fekk tað ikki at rigga at koyra á við øðrum beini og standa á einum beini? Tær fara sína leið, og í morgin hevur Irena gloymt, at hon hevur roynt rennihjólið í dag, kanska tað riggar betur tá. Klokkan 10 fer hvør til sítt dagsverk. Ein av okkara mætastu arki­tektum og teknarum, hevði herfyri bræv í bløðunum um grót/ steinar, ið vóru sløddir runt Havnina. Møgu­liga ein kann fylgja tí hann kemur við, men hóast tað, haldi eg at grót og steinar eru nógv vakrari enn hesi mega starahúsini, ið verða slødd runt býin. Boðaneshamarin var ein perla, sum nógvar aðrar perlur her á landi. Nú er Hamarin rætt út neyðtikin, við at tað er bygt/stáplað nøkur yvirstór starahús oman á hamaran. Eg havi einki ímóti, at tað verður bygt, og at samfelagið hev­ ur framburð á øllum økj­ um. Tíverri hevur bygg­ing­ in í Havn havt alt ov leysar teymar í alt ov langa tíð. Her í býnum er tað sum um, at tað er stoytt burtur úr eini spann við byggi­ klossum, fyri síðan at fáa teir stáplaðar saman sum frægast. Nógv av hesum byggjaríi, eitt nú miðbý­ urin, hevði kunna hepnast væl betri, um bara eitt sindur av vilja var. Spenn­ andi verður at síggja nýggju varðarnar sum koma at standa niðanvert gomlu Kongavarðarnar, og ikki minst Stóratjørn. Vónandi fáa vit byggilist sum aftur verður heiðrað uttanlands frá. Sum t.d. á Niðarugøtu, Millum Gilja og á Tórsbyrgi sum eru grannahúsini hjá starahúsi­ num yviri á Boðanes­hamri­ num. Eitt rað sum á Niðaru­ gøtu, hevði tikið seg væl betri út á Boðaneshamri. Hotel Føroyar er ein fyri­ mynd um, hvussu væl ein bygningur fellur inn í landslagið. Eitt annað sum er óskilj­ andi, eru oljutangarnir á Viðarnesi. Hetta má verða einasti høvuðsstaður í verðini, har ein tann størsta oljugoymslan í landinum liggur mitt í býnum. Og fyri at tað ikki skal vera lygn, so hevur eitt av feløgunum fingið loyvi at byggja oljugoymsluna út. Her er sikkurt eingin veg­ leiðing fingin frá nøkrum, sum hevur skil fyri plan­ legging áðrenn loyvið er givið. Fyri mær sær tað út til, at eingin setur ein fingur á, hvussu tað verður bygt, sum t.d. býararkitektar og møguligar externar fyri­ tøkur, sum hava skil fyri hvussu tað verður bygt. So at hús, oljugoymslur, og onnur bygging ganga sam­ an í eina eind, saman við landslagnum, og ikki minst einum væl grundaðum høvuðsstaðið. Tað átti at verið ein sjálvfylgja, at okkara dugnaligu arki­tekt­ ar o.o. sum hava skil á tí­líkum, fáa ein fingur við í spælinum, og ikki minst at politikarnir gloyma atkvøð­ ur og rossahandlar í polit­ iska spælinum. Eg sigi ikki, at alt skal verða so ólukksáliga Williamskt. Men tað hevði einki bila, um tað varð stoytt eitt sindur varligari úr spannuni, sjálvt um hjólini mæla nakað skjótt. Hetta er Havnin og ikki Tokyo. Ferðabræv úr Dianalund Mourits Mohr Joensen Súsanna Dam Bergljót av Skarði Neyðtøka av tí deiligu Havn! Í hesum døgum verður virðið á okkara arbeiðsluti staðfestur, og serliga tá inntøkurnar hjá banka­stjór­ unum verða kunngjørdar. Hetta kom alt fram í sam­ band við orkuna hjá stjór­ anum í Føroya Banka at keypa partabrøv í høgt verda einskilda bankanum fyri heilar 7. mió kr!. Hann eins og onnur fingu ikki alt, tey ynsktu, so hvussu nógv mundi hansara boð vera? Hann hevði sjálvsagt vitan um, hvussu nógv parta­brøvini eru verd, og tí er íløgan ”góð”. Ivaleyst nógv betri, enn hjá teimu­m, ið settu allan sín uppsparda pening í ”bank­ an” áðrenn bankakreppuna, men kortini mistu alt! Í ivirlitinum í Dimmu verður upplýst sum álít­ andi, at stjórin í mínum banka, Marner Jacobsen, hevur í 2006 fingið heilar 2.4445 mió kr í løn??? Lat meg beinanvegin siga, at hesar upphæddir sum løn eru tað reina ”svínarí”! Ivaleyst eru hesir stjórar dugnaligir í sínum arbeiði, og hava uppiborðið eina ”góða” løn. Vit síggja og hoyra, at Eik banki hevur gjørt skilagóðar íløgur fyri at tryggja og økja um virk­ semi og inntøku bankans. Hetta ljóðar væl, og stjóri og leiðsla saman við starvsfólki sínum eigur rós og tøkk uppiborið, men at stjórin og leiðslan skulu heysta eykainntøku fyri at gera arbeiðið sítt til lítar, tað ljóðar illa í mínum oyrum. Hetta er jú ongin persón­ liga privat fyritøka, so hósk­andi ábyrgdar og moralskar fyritreytir eiga at vera galdandi! Men  stutt síðan  var talan um nýggjan lønar­sátt­ mála hjá bankafólkum við ynski og kravi um hægri løn. Ivaleyst við støði í góðu inntjening bankans, men um bankin segði ”ja til alt” vísandi til góðu inntjeningina, so vildi hetta avskepla lønarlagið í landi­ num, og tað kunnu ábyrgd­ arfullar bankaleiðslur ikki vera við til. Sjálvandi? Men hvat skulu vit so brúka hetta stóra yvirskotið til, tá tað ikki skal nýtast til hægri starvslønir? Skal góða úrslitið so nýtast til økt virksemi uttan­lands við enn betri inntjening, hægri løn og ”bonus” til stjórar, ”viktig­ ar” uttanlandstúrar saman við nevndarformonnum v. m., fyri seinni at koma brúnir heim aftur? Nú skrivar John Johanne­ sen  løgtingsmaður um, at javnaðarflokkurin kann ikki liva við, at tann ”van­ ligi” føroyingurin  bert skal hyggja at, meðan summi fara avstað við ”ogn føroya fólks”, uttan at  hesi fáa sín part. Eg skilji, at John neyv­ an kennir søguna aftanfyri upprunan hjá javnaðar­ flokkinum, og hvussu nógv mál floksins eru rokkin, og hvat eftir og annað komið í staðin. John hevur neyvan leiklutin at klára seg fíggjar­liga við tí, ið ein arbeiðsmaður tjenar í dag. Eg gangi sjálvur millum hesi á flakavirki og aðra­ staðni í Sandoynni, men ”her er ongin javnaður” at finna! Og tað verður ikki millum hesi, at privati­ seraða ogn føroya fólks  verða keypt! Í hesum pengatíðum er ilt at skilja ímillum fram­ fýsni og dugnaskap í libe­ ralum ella sosialiskiskum høpi! Nógv verdir bankastjórar?? Eyðun Mohr Viderø