mánadagur 2. juli 2007síða 26
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
[ Nr. 124 - 2. juli 2007 ]
- Teir
trillaðu
okkum í
øðrviti
So veruleikakend eru
orðini frá Atla Greger
sen hjá GÍ, sum als ikki
var nøgdur við dagsins
avrik.
- Hetta var ein ordilig
ur off-day hjá okkum.
Tað hevur koyrt væl hjá
okkum í seinastuni, og
vit trúðu uppá tað, men
vit vórðu satt at siga
blástir av vøllinum.
Hann heldur ikki, at
tað
kann
skyldast
nógvu leikarafráveruni
á liðnum.
- Nei, eg vil ikki geva
nøkrum skuldina. Vit
eru 11 mans á vøllinum,
og tað mugu vit arbeiða
út
frá,
sigur
Atli
Gregersen.
- Vit vóru
betri á
øllum
plássum
Fróði Benjaminsen hjá
B36 heldur tað ikki
vera nakað dulsmál, at
rætta liðið vann.
- Vit vóru nógv gram
mari. Vit fingu spælið
at koyra, og vóru nógv
tað betra liðið í dag,
sigur Fróði.
B36
hevur
leikt
tríggjar toppuppgerðir
á rað, og hevur vunnið
hesar samanlagt 7-0.
Spurdur, um hetta gev
ur góðar vónir til UEFA
Cup-dystin móti Ekra
nas, svarar hann:
- Sjálvandi fara vit
eftir at spæla møguleika
okkara. Men vit kenna
lítið til hitt liðið, so tað
er ringt at spáa, sigur
Fróði Benjaminsen.
Lampard sigur nei takk
Enski landsliðsspælarin Frank Lampard hevur sagt
nei takk til eitt útspæl frá Chelsea um ein nýggjan
sáttmála. Sambært News of the World skuldi sátt
málin hava við sær, at Lampard skuldi verða best
lønti spælarin í felagnum, men Lampard vil ikki gera
nýggja avtalu. Miðvallarspælarin hevur tvey ár eftir
av sínum núverandi sáttmála við Chelsea, og fleiri
stórfeløg í Suðureuropa hava víst honum áhuga. Eitt
av teimum er Juventus.
Larsen gjørdi hattrick
Tað gekk einki serligt hjá danska álopsspælaran Søren
Larsen í Schalke 04 farna kappingarári. Hann megnaði
ikki at gera mál, sum hann plagdi at gera, og hann var
ofta á beinkinum ella skaddur. Um vikuskifti skoraði
Søren Larsen tó eitt hattrick, tá ið Schalke spældi
venjingardyst ímóti einum úrvalsliði av amatørum. Ein
annar danskur spælari, Peter Løvenkrands, skoraði tvey
mál í sama dysti, sum endaði við 6-0 sigri.
Góða leikgongdin
hjá B36 heldur fram,
og í gjár varð GÍ sent
heimaftur til Gøtu við
einum lemjandi ósigri
í viðførinum
Fótbóltur
Pætur Albinus
patur@sosialurin.fo
GÍ var komið til Havnar í
einari síðstu roynd at røkka
heiðursmerkjavónunum,
meðan B36 hevði møguleik
an at leggja seg einsamalt á
odda
í
Formuladeildini.
B36 var sera sannførandi
og vann heili 4-0, og kann
eftir javnleikin í Runavík
millum NSÍ og EB/Streym
nú kalla seg oddalið í
Formuladeildini.
Fult tamarhald
Frá dystarbyrjan lá B36
høgt á vøllinum, og hevði
ætlanir um at trýsta skerda
GÍ-liðið. Hetta tóktist at
eydnast teimum væl, og
somuleiðis fingu teir nógv
pláss at leika á. Fráveran av
Sámali Joensen á miðvølli
num hjá GÍ kom meir enn
so til sjóndar, har mið
vøllurin hjá GÍ í fleiri
atløgum tóktist afturhaldin
og sera tannleysur fram
eftir vøllinum.
B36 helt trýstið við javnt,
og tað lá í luftini, at hetta
skuldi
geva
úrslit.
Og
soleiðis varð. Í 27. minutti
var sum ikki einaferð væl
spælt upp hjá B36 í høgru
síðu. Mikkjal Thomassen
legði eitt innlegg innfyri
brotsteigin, og har stakk
Sylla seg upp og stýrdi
bóltin væl við høvdinum í
handara málhorn. Ein væl
uppiborin 1-0-leiðsla til
heimaliðið.
Eftir málið helt sama
leikgongdin fram, og tað
stóð greitt, at B36 vildi
hava enn eitt mál áðrenn
hálvleik.
Hetta
gjørdist
eisini veruleiki í tíðini, sum
dómarin hevði lagt afturat
vanligu leiktíðini. Alex Dos
Santos skeyt hornaspark
høgt innfyri, og aftanfyri
leikaradepilin stóð Mikkjal
Thomassen og stýrdi bóltin
beint inn um mállinjuna.
Mótmælini frá GÍ-leikar
unum vóru nógv, tí teir
mettu, at ein verjuleikari
teirra varð hildin.
Eftirlíknaður 2.
hálvleikur
Í flest allar mátar var seinni
hálvleikur líkur tí fyrra.
B36 sat á øllum spælinum,
meðan somuleiðis tvey mál
komu.
Leiðslan hjá B36 skuldi
síggjandi til ikki verjast, og
nú tóktust teir enn gramm
ari. Hetta gav eisini eitt
skjótt úrslit, tí ikki vóru
leiktir
meir
enn
sjey
minuttir av seinna hálvleiki,
tá ið bólturin aftur var í
málinum. Mikkjal Thomas
sen leikti frálíkt bandaspæl
við Hanusi Thorleifssyni,
fekk bóltin aftur, og langaði
síðan bóltin við ferð handan
ein sakleysan og annars væl
leikandi Geza Turi í GÍ-
málinum.
Einki tóktist at vika leik
gongdina, tí hvussu við og
vendi, so var tað B36, ið
spældi sama spæl og sat á
dystinum.
Vælhóskandi
fingu teir eisini seinasta
málið, sum Hanus Thor
leifsson var meistari fyri.
Tann nýinnkomni Kenneth
Jacobsen
sendi
innlegg
innfyri, og eftir eina mis
eydnaða skotroynd stóð
Hanus rætt fyri, og setti
bóltin í málið til endaliga
úrslitið, 4-0.
Eingin ivi var um betra
liðið, og enn minni ivi
valdar yvir at B36 nú er
fyribils oddalið í Formula
deildini. Eitt annars væl
koyrandi GÍ-lið mátti sigast
at hava ein sannan frídag á
skrivstovuni.
B36 blásti GÍ av
vøllinum
Myndatekstur: Hóast Geza Turi leikti ein góðan dyst, var eingin ivi um betra liðið í Gundadali
Mynd: Sunva Lassen
Eli er nú B71 venjari
Veteranurin á B71 miðvøllinum fer at
hava ábyrgdina restina av hesum árinum,
og Waldemar Nowicki heldur fram sum
hjálparvenjari
Sunnudagin var tað avrátt á Sandi, at Eli Hentze skal
hava ábyrgdina av Formula liðnum hjá B71 restina av
hesum kappingarárinum. Tað visti B71 heimasíðan at
siga. Har varð eisini upplýst, at Valdemar Nowicki,
sum saman við Eli hevur havt ábyrgdina seinastu
vikurnar, nú er hjálparvenjari.
Eli og Waldemar tóku ábyrgdina av B71 liðnum á seg,
tá ið serbin Dusan Morkan fyri nøkrum vikum síðani
gjørdi av at gevast á Sandi.
37 ára gamli Eli Hentze, sum hevur spælt á besta B71
liðnum síðani hann í 1986 var nóg gamal til
vaksnamannafótbólt, hevur A venjaraprógv. Í 1997
røkti hann venjarastarvið í barndómsfelagnum.
Seinastu seks árini hevur Eli saman við Mathias
Davidsen verið venjari hjá U-15 landsliðnum.
GÍ
B36
Skerdur fótbóltur
Orsaka av Oyggja
leikunum á Rhodos
og avmarkaðum plássi
í blaðnum, er dekning
urin av Formuladeild
ini eitt sindur skerdur
í blaðnum hesaferð