Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-02, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. juli 2007síða 27

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 [ Nr. 124 - 2. juli 2007 ] Skála fulla úrtøku við ongum venjara, og B71 megnaði onga úrtøku við nýggjum venjara B71-SKÁLA Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Skála ferðalagið fór seint seinna­partin sunnudagin í góðum hýri um Skopunar­ fjørð. John Petersen hevði longu frammanundan, at hann gjørdist venjari í barn­ dómsfelagnum, lagt ætlanir um uttanlands frítíð hesa vikuna. Undan fráferðini hevði hann givið boð um konseptið, sum var, at Skála skuldi binda um í verjuni og dúva upp á snarálop. Á Sandi varð tað sunnu­ dagin boðað frá, at ímyndin av felagnum, Eli Hentze, nú skal hava ábyrgdina av liðnum tað, sum er eftir av hesum kappingarárinum. B71 hevði pláss at spæla á, og heimaliðið legði bragd­ liga fyri. Sandoyingar høvdu møguleikar at leggja seg á odda, men teir mis­ nýttu. Sum 1. hálvleikur leið fótaði Skála liðið sær, og tá ið teir fóru at hvíla seg, tóktist tað sum um, at tað var gestunum meiri til fyrimunar. Beinanvegin eftir steðgin syrgdi púra leysi Alexandur Johansen eftir innlegg fyri, at síðsta stóra løtan var eftir treytunum hjá skálamonn­ um. Spældu kontra Eftir 1-0 málið dúvaði Skála upp aftur meiri upp á trygt verjuspæl, alt meðan teir høvdu vakið eyga fyri møguleikanum at fara í skjótt mótálop. Sandoyingar vóru noyddir at sleppa eitt sindur í verju­ partinum. Fríska lotið gjørdi tað torført at hava tak á samanspælinum, og ov ofta varð loysnin við long­­um og óneyvum send­ ing­um vald. Símin Hansen, sum ikki var førur fyri at spæla frá fyrsta bríksli, varð saman við málsókna Jónsvein Thom­sen, sum loysti venj­ aran av, settur á vøllin, men tað spurdist einki burturúr. Heldur var tað innskiftarin hjá Skála, sum var heppin. Slavisa Kaplanovic, sum Skála formaðurin, Hans Ják­ up Andreasen, eftir lítlan tíma hevði sett á vøllin fyri Boga Gregersen, staðfesti útisigurin, tá ið hann eftir skjótálop varð púra leysur og setti bóltin framvið Sím­ uni Rógva Hansen. So bundu skálamenn upp­ aftur meiri fyri í verjuparti­ num, og heimamenninir høvdu einki tiltak at seta upp ímóti. Sigurin ber við sær, at Skála aftur setti seg á sætta plássið, sum B71 fyri einari viku síðani tók frá skálamonnum. Klinsmann vildi ikki til Chelsea Fyrr í ár var tað upp á tal, at týski venjarin Jurgen Klinsmann skuldi verða nýggjur venjari í enska felagnum Chelsea. Klinsmann hevur nú sjálvur tosað alment um hetta. Hann vildi tó ikki taka av tilboðnum frá enska felagnum, tí tað hevði havt ov stóra ávirkan á familjuna. - Eg hevði verið noyddur at flyta aftur til Europa, og tað vildi eg ikki bjóða familjuni, sigur Klinsmann, ið er búsitandi í USA.Ístaðin gjørdist tað so Jose Mourinho, sum helt fram sum venjari í felagnum. Liverpool við met­ stórum tilboði BBC vil verða við, at enska felagið Liverpool er til reiðar við einum metstórum tilboði fyri spanska landsliðsspælaran Fernando Torres, sum spældir fyri Aletico Madrid. Sambært BBC hevur Liverpool gjørt eina avtalu við spanska felagið um at keypa Torres fyri slakar 300 milliónir krónur. Viðhaldsfólk hjá Altetico Madrid hava mótmælt, at felagið ætlar at selja sín liðformann, men Liverpool hava tey góðar vónar um, at Torres fer at spæla har næsta kappingarár. Intensiteturin var stórur, og mistøkini ógvuslig, tá ið EB/ Streymur slapp úr Runavík við einum stigi NSÍ-EB/STREYMUR Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Tað var støðugt tætt og spenn­andi, og tá ið fíni dóm­ arin hevði bríkslað fyri síðstu ferð, tóktist tað sum um, at báðir partar kundu liva við 1-1. Bæði NSÍ og EB/Streym­ ur kundu hyggja aftur á løtur, tá ið teir høvdu fínar møguleikar at avgera, men hvør parturin kendi bara sína vitjunartíð eina ferð. Einsamalli EB/Streyma álops­spælarin Arnbjørn Han­sen legði gestirnar fram­ um, tá ið hann kom ímillum kiksaða afturlegging. Næst­ an av baklinjuni í høgru høgdi hann bóltin í mótsatta síðunetið, og tað var væl skilj­andi, at teir á heima­ liðnum sóu sera harmir út. NSÍ legði bragdliga fyri. Ferð eftir ferð spældu teir seg ígjøgnum í vinstru, og tað stóðust fleiri vanda­mikl­ ar støður burturúr. Stútari frá annars púra ósjónliga Andersson varð eftir horna bjargaður á strikuni, og fleiri aðrar ferðir leikaði hart á í brotsteiginum. At tryggi miðverjin Egil á Bø og miðvallarin Símun Elia­ sen tíðliga sóu gult gjørdi tað ikki lættari hjá EB/ Streymi. Eftir leiðslumálið lætnaði tað hjá gestunum, og tað var um reppið, at mest eyð­ sýndi miðvallarin, Ronnie Samuelsen, økti um leiðsl­ una. Men stútarin eftir upp­ spæl í vinstru brast í tvør­ træið. Vandamiklir deyðbóltar Ferðin var lægri eftir steðg­ in, og eksplosiviteturin og hug­flogið vóru einki at rópa hurrá fyri. Heimaliðið hevði trupulleikar, tí mið­ vall­ararnir fluttu seg ov lítið fyri hvørjum øðrum, og tí álopsspælararnir – burtur­ sæð frá frálíka Hjalgrími Elttør – vóru lítið eyð­ sýndir. Útjavnandi málið skoraði Hjalgrím Elttør eftir langt innkast úr høgru frá Einari Hansen. Bólturin endaði í brotsteiginum mitt fyri, og Hjalgrím smekkaði bóltin dygst inn við handara stólpa­ num. Eina løtu kendist tað sum um, at NSÍ fór at fáa rættu­ ligt tak á, men tað megnaðu teir kortini ikki. EB/Streymur var sera vanda­mikið í deyðbólts­støð­ um. Tað var serliga í hesum førunum, at tað sást, hvussu ótryggir heimamenninir vóru undir egnum máli. Sím­un Eliasen og Hanus Elia­sen høvdu risa møgu­ leikar, og tað var væl skilj­ andi, at teir á heimaliðnum vóru fegnir um, at dómarin peikaði uttanfyri brots­teig­ armarkið, tá ið hann metti, at Pól Thorsteinsson hevði skumpað í ryggin á mót­ støðu­manni. Frísparkinum kom einki burturúr, og hóast viljin tóktist var stórur, so megn­ aði hvørki liðið síðstu løt­ una at spæla seg til upp­ lagdar møguleikar. EB/Streymur NSÍ Skála B71 Opna­ hjallur og fýrverkari við Løkin Eingin John og full Skála úrtøka Oddaliðini spældu javnt í Runavík, og tað tóktist eftir dystin, sum at bæði liðini kundu liva við úrslitinum Mynd: Jens Kristian Vang