Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-02, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. juli 2007síða 30

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 [ Nr. 124 - 2. juli 2007 ] Nakin linjuverji fekk leikbann Altjóða fótbóltssambandið FIFA vil ikki finna seg í, at brasilski hjálpardómarin Ana Paula Oliveira hevur latið seg avmyndað í lítlum og ongum klæðum í brasilsku útgávuni av Playboy. FIFA hevur viðgjørt málið og givið Ana Paula eitt ára leikbann frá allari døming. Ana Paula hevur dømt týðandi dystir bæði heima í Brasil og í altjóða kappingum, men vakri hjálpardómarin fær onga uppgávu frá FIFA ella brasilska fótbóltssambandinum næsta árið. Laudrup til til Getafe Danski fótbóltsvenjarin Michael Laudrup er á veg til spanskan fótbólt. Nógv hevur verið skrivað og tosað um hetta seinast mánaðin, og fleiri feløg hava verið nevnd í hesum sambandi. Tað er tó líkt til, at Laudrup sjálvur vil sleppa til Getafe, har týskarin Bernd Schuster hevur fingið góð úrslit farna árið. Roknað verður við, at Schuster verður nýggjur venjari í Real Madrid, og so kann Laudrup takak yvir í Getafe. HB hugburðurin tóktist vera betri, men avrikið móti botnliðnum, sum tykist megna at geva øllum dygga mótstøðu, var ikki meistaraliði verdugt VB/SUMBA-HB Jóannes Hansen Heðin Askham og Gunnar Mohr vildu hava gamla HB hugburðin fram á Vágseiði. Vinnara hugburðurin átti ikki at verið so langt burtur, tí tað var ikki minst hann, sum var orsøk til, at HB í fjør megnaði at stríða og spæla seg til meistaraheitið. HB liðið royndi at stríð­ ast, men teir megnaðu ikki at fáa bilbukt við VB/ Sumba, sum rættiliga hevði latið seg í arbeiðsklæðini og av­gjørt átti sín lut í stríðn­ um. Serliga í 1. hálvleiki var lítið flótandi fótbóltsspæl at síggja. Karmarnir vóru ikki til tað. Tað var nógvur vindur vestur eftir vøllinum, og tað darvaði, so tað stóð eftir í. Dómarin ivaðist í, um tað yvirhøvur vóru umstøður at spæla, men hann og liðfor­ menn­inir báðir samdust um, at tað bar til at royna. At vindurin var nógvur, sást eitt nú aftur í, at eftir eina rúgvu av málspørkum frá Tróndi Vatnhamar fór bólt­ urin út av vøllinum. Eftir steðgin, tá ið VB/ Sumba hevði ættina ímóti, var vindurin linkaður rættu­ liga fitt, og tá var meiri fót­ bóltsspæl at síggja, enn tað hevði verið. Heimaliðið sat so ruddu­ liga á øllum í 1. hálvleiki. HB var eina ella tvær ferðir í brotsteiginum frammanfyri Vlada Filipovic. Í hinum endanum nýttist HB málverjin, Tróndur Vatn­ hamar, ikki at keða seg í hvassa vindinum. Heima­lið­ ið hevði nógvar atsóknir, og Tróndur var sannur brandur. Størstu bjargingina framdi hann, tá ið sentrali mið­ vallarin Jákup Olsen royndi seg við rimmar skoti útifrá. Bólturin tóktist hava beina kós í málið, men Tróndur stórbjargaði. Kolldømdi mál Eftir steðgin var HB væl betri við, uttan at heimaliðið nakrantíð var undir trýst­in­ um, sum teir í 1. hálvleiki høvdu havt á gestunum. Eftir steðgin spældu teir í HB seg til møguleikar. Vanda­­mikl­ astu royndina hevði fyrr­ver­ andi VB/Sumba spælarin Mort­an úr Hørg. Eitt vet frammanfyri mið­strik­una smekkaði hann til, bólturin brast í tvørtræið og niður í vøll­in aftanfyri Vlada Fili­ povic, men linju­verjin helt ikki, at bólturin hevði verið innanfyri strikuna. Í yvirtíðini endaði bólt­ur­in í VB/Sumba málinum, men dómarin kolldømdi. Christi­ an Høgni Jacobsen hevði sneitt fleiri av, tá ið Jákup á Borg fekk fatur á bólt­inum og sendi hann í mál­ið. Jákup var rang­stadd­ur. Um Christian Høgni sjálvur hevði havt skorað, so hevði talan ikki verið um rang­ støðu. Spurningurin er tó, um Christian Høgni hevði havt møguleika at fing­ið fatur aftur á bóltinum. Men tað hevði verið ov mikið av mótgongd fyri VB/Sumba, um HB í hesi uppgerðini var farið við øllum. Annan mikudag, tann 11. juli, hittast VB/ Sumba og HB aftur á Vágs­ eiði. Tá stendur finalu­pláss­ ið í steypakappingini upp á spæl. Í tí dystinum verður HB frammanfyri 3-1 frá fyrsta bríksli. Spælið fór við vindinum Máltindarnir Amed Sylla Davy B36 10 Paul Clapson KÍ 9 Clayton Soares B71 8 Rógvi Jacobsen HB 8 Anderson Castilho NSÍ 8 Fróði Benjaminsen B36 7 Súni Fríði Barbá AB 6 Pól Jóhannus Justinussen GÍ 6 Jákup á Borg HB 6 Magnus Olsen B71 5 Gunnar Nielsen KÍ 5 Alexander Johansen Skála 5 Birgir Jørgensen VB/S 5 Besti málskjúttin í Formula-deildini fær eftir kappingarárið handað gylta skógvin frá Thomas Dam ítrótti 1. deild Andrzej Stretowicz FSV04 13 Alexandro Castilho B68 11 Jósup Henriksen B68 11 Dánjal Hansen B68 10 Tróndur Sigurðsson HB 10 Adrian Joensen LÍF 9 Sonni L. Petersen NSÍ 9 Bartal Eliasen ÍF 8 Jørgin Meitilberg SÍ 8 Nenad Saric ÍF 7 Jann Ingi Petersen B68 6 Andreas Lava Olsen LÍF 6 Formula-deildin v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 B36 15 9 - 4 - 2 25 11 14 31 2 NSÍ 14 10 - 1 - 3 24 12 12 31 3 EB/S 14 9 - 1 - 4 24 15 9 28 4 HB 15 7 - 2 - 6 31 23 8 23 5 GÍ 14 6 - 4 - 4 22 25 -3 22 6 B71 14 5 - 3 - 6 24 24 0 18 7 Skála 14 5 - 2 - 7 16 23 -7 17 8 KÍ 14 3 - 3 - 8 22 23 -1 12 9 AB 14 2 - 4 - 8 18 28 -10 10 10 VB/S 14 2 - 2 - 10 12 34 -22 8 1. deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 B68 15 13 - 1 - 1 48 13 35 40 2 FSV04 15 10 - 3 - 2 29 18 11 33 3 ÍF 15 8 - 4 - 3 37 15 22 28 4 LÍF 15 8 - 1 - 6 32 23 9 25 5 NSÍ 15 6 - 1 - 8 29 35 -6 19 6 TB 15 5 - 3 - 7 20 19 1 18 7 HB 15 5 - 2 - 8 24 32 -8 17 8 SÍ 15 4 - 3 - 8 19 28 -9 15 9 KÍ 15 3 - 2 - 10 18 40 -22 11 10 B36 15 2 - 2 - 11 15 48 -33 8 NSÍ-EB/Streymur 1-1 (0-1) 0-1: Arnbjørn Hansen 25. 1-1: Hjalgrím Elttør 66. Dómari: Ransin N. Djurhuus NSÍ: Jens Martin Knudsen – Pól Thorsteinsson, Óli Han­sen, Jóhan Troest Davidsen, Einar Hansen – Nenad Stan­kovic, Bogi Løkin (Jústi­nes R. Hansen, 78.), Sjúrður Jacob­sen (Jann Martin Mortensen, 69.) – Jónhard Frederiksberg (Andy Olsen, 72.), Anderson Casthilio, Hjalgrím Elttør Gult kort: Bogi Løkin EB/Streymur: René Tórgarð – Brian Olsen (Gert Han­sen, 25.), Egil á Bø, Marni Djurhuus, John Heri Dam – Hanus Eliasen, Bárð­ur Ol­sen (Sorin Anghel, 82.), Ronnie Samuelsen, Símun Eliasen, Ra­fa­el Kwi­ci­ enski – Arnbjørn Hansen (Hans Pauli Samuelsen, 69.) Gult kort: Símun Eliasen, Egil á Bø, Marni Djurhuus, John Heri Dam B71-Skála 0-2 (0-0) 0-1: Alexandur Johansen 47. 0-2: Slavisa Kaplanovic 76. B71: Símun Rógvi Hansen - Eirikur Poulsen, Fabio Vieira, And­ers Ras­ mussen, Johannes Jensen - Flavio Lucio Silva de Sant­ana (Ras­mus Niel­ sen, 87.), Wellintong Soares, Eli Hentze (Jón­svein Thomsen, 79.) - Mag­ nus Olsen, Clayton Soares, Gudmund Nielsen (Símin Hansen, 63.) Gult kort: Flavio Lucio Silva de Santana, Símin Hansen Skála: Predrag Markovic - Teitur R.Joensen, Rúni Ras­mus­sen, Milic Cur­cic, Bárður Danielsen – Debes Daniel­sen (Poul N. Poul­sen, 67.), Levi Hansen, Pætur D. Jacobsen, Alexandur Johansen – Bogi Greg­er­s­en (Slavisa Kap­lanovic, 58.), Obele O. Okeke (Jógv­an G. Joensen, 78.) Gult kort: Pætur Dam Jacobsen VB/Sumba-HB 0-0 Dómari: Dagfinn Olsen VB/Sumba: Vlada Filipovic – Dan Djurhuus, Suni úr Hørg, Dimi­ trije Jankovic, Birni Kærbeck (Dánjal J. Joensen, 62.) – Jónar Dahl, Jákup Olsen, Evrard Ble, Aco Pandurovic – Birgir Jørgensen (Teitur Tausen, 90.), Jón Krosslá Poulsen Gult kort: Suni úr Hørg, Jón Krosslá Poulsen HB: Tróndur Vatnhamar – Mortan úr Hørg, Hans á Lag, Rasmus Nolsøe (Poul Thomas Dam, 69.), Emil N. Leifsson – Ólavur í Ólavs­ stovu (Kári Nielsen, 75.), Rókur av Fløtum Jespersen (Páll M. Joen­ sen, 82.), Milan Kuljic – Jákup á Borg, Rógvi Jacobsen, Christian Høgni Jacobsen Gult kort: Milan Kuljic B36-GÍ 4-0 (2-0) 1-0: Ahmed Davy Sylla, 23. 2-0: Mikkjal Thomasen, 45. 3-0: Mikkjal Thomasen, 52. 4-0: Hanus Thorleifsson, 87. Dómari: Páll Augustinussen B36: Jákup Mikkelen – Alex José Dos Santos, Herbert í Lon Jacob­ sen, Fróði Benjaminsen, Johan V. Gunnarson – Klæmint Matras, Hanus Thorleifsson, Mikkjal Thomassen, Ingi Højsted (Kenneth Jacobsen, 84.) – Bergur Midjord (Heini í Skorini, 60.), Amed Davy Sylla (Tummas Hans Rubeksen, 70.) Gult kort: Alex José Dos Santos, Ingi Højsted, Herbert í Lon Jacob­sen GÍ: Geza Turi – Áslakur Petersen, Atli Gregersen, Niclas Niclassen, Er­ling Jacobsen – Sam Jacobsen, Poul Ennigarð, Sverri Jacobsen (Finn­ur Justinussen, 77.), Símun Louis Jacobsen, Magnus Skoralíð (Jón­reid Dalheim, 68.) - Pól Johannus Justinussen (Poul Andrias Jacob­sen, 79.) Gult kort: Áslakur Petersen FAKTA