týsdagur 3. juli 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 125 - 3. juli 2007
Andras nýggjur stjóri í
Smyril Line
1. september tekur Andras Róin, nevndarformaður
í P/F Smyril Line, við sum stjóri í felagnum. Avtala
er nú gjørd millum nevndina í P/F Smyril Line og
nevndarformannin, Andras Róin, um at hann verður
settur sum nýggjur stjóri í felagnum 1. september.
Andras Róin, ið hevur verið nevndarformaður í
felagnum síðani apríl 2006, hevur áður m.a. verið
stjóri í P/F Føroya Tele í tíðarskeiðinum 1995 – 2006.
Matvørurnar gerast
dýrari
Methøgir prísir á matvørum eru í eygsjón.
Hækkandi avgjald á eitt nú mjøl og meis eru
atvoldin til, at dagligu matvørukeypararnir skjótt
mugu síggja hægri prísir á matvørum sínum.
Formennirnir í Irma, SuperBrugsen, Fakta pg
Kohberg hava allir ávarað keypararnir móti
hægri prísum.
BÚSTOVNURIN SLÓÐIN
SØKIR LEIÐARA
www.almannastovan.fo
Slóðin er bústovnur í Tórshavn,
normeraður til 5 ung fólk undir
18 ár við sosialum, kensluligum
ella sálarligum trupulleikum.
Endamálið við stovninum er at
geva teimum ungu umsorgan
og mennandi umstøður, so tey
í framtíðini við treysti megna at
taka ábyrgd av egnum lívi.
Í løtuni starvast umframt leið-
ari 8 starvsfólk á stovninum.
Núverandi arbeiðsøkið hjá
leiðaranum er, við tilvísing til
stjóran á Almannastovuni, at
hava ta dagligu ábyrgdina av
bústovninum “Slóðin”.
Harafturat skalt tú samstarva
við aðrar líknandi stovnar og
onnur á nógvum økjum.
Stovnsøkið undir Almanna-
stovuni fevnir um stovnar á
barnaverndar- og brekøkinum.
Tað er av stórum týdningi at
stovnarnir alla tíðina laga seg
til tørvin og eru við til at
menna tilboðini, so at tey eru
hóskandi til tann tørv, ið til eina
og hvørja tíð er.
Vit kunnu bjóða tær eitt spenn-
andi starv við nógvum og fjøl-
broyttum avbjóðingum og við
møguleika fyri persónligari og
fakligari menning.
Søkt verður eftir virkisfúsum
persóni við viðkomandi útbúgv-
ing, so sum pedagogur, sosial-
ráðgevi, sálarfrøðingur, ella
líknandi.
Starvið verður lønt sambært
sáttmála millum Fíggjarmála-
ráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Fleiri upplýsingar fáast við at
venda sær til Petru Johnsdóttir
Joensen, stjóra, á tel. 353510.
Skrivlig umsókn saman við
prógvi o.ø. skal vera Almanna-
stovuni í hendi í seinasta lagi
mánadagin 16. juli 2007,
kl. 12.
Umsóknin skal sendast til:
Almannastovan, Smyrilsvegur
20 Postboks 3096, 110
Tórshavn.
K R E A . F O . TEL 47 80 80
Sílaveiða á Nesvatni
Í Nesvatni er ein stovnur av smáum sílum,
men til tess at skapa størri spenning, verða í
fiskitíðini (mars-oktober) regluliga slept stór
alabogasíl (2-5 kg), soleiðis at ein hóskandi
nøgd av stórum sílum altíð er í vatninum.
Kostnaður
• Ein pers. pr. dag: 250 kr.
• Tveir pers. pr. dag, fyri
hvønn: 225 kr.
• Tríggir pers. og fleiri pr.
dag, fyri hvønn: 200 kr.
• Undir 14 ár, men saman
við vaksnum, ið hava
goldið: 100 kr.
• Størri bólkar og
skúlaflokkar eftir avtalu
Agn: rækjur og makrelur
fáast til keyps.
Meira fæst
at vita á tlf.
447565 og
260887
Gongst sum Odense
kommuna ætlar,
verður eitt felags
norðurlendskt
mentanarhús tikið í
nýtslu her um fá ár.
- Vit hava longu
fingið íslendskan og
grønlendskan stuðul
til ætlanina. Og nú
vóna vit somuleiðis,
at føroyingar vilja
verða við, sigur Jan
Boye, borgarstjóri í
Odense
Samstarv
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Klaksvík/Odense: Í mong
ár hevur Odense verið
vinarbýur hjá Klaksvík.
Sum skilst hevur hetta
samstarvið verið báðum
býum at gagni.
Nú er kortini líkt til, at
hetta
samstarvið
verður
víðkað
munandi
tey
komandi árini, ikki bert
millum býirnar báðar, men
eisini við teir føroysku
myndugleikarnar.
Ætlanin um eitt felags
norðurlendskt mentanarhús
í Odense hevur verið ávegis
í eina tíð, men nú er arbeiðið
komið so mikið langt, at
hon verður løgd fram fyri
stjórnirnar í londunum í
Útnorðuri.
Í
hesum
døgum
er
nevniliga borgarstjórin Jan
Boye og formaðurin Benny
Nybo við fylgi á vitjan í
Føroyum. Her skulu tey m.
a. hitta varaløgmann og
vinnumálaráðharra okkara,
Bjarna Djurholm og tosa
við hann um hesa ætlanina.
- Vit hava higartil møtt
stórari vælvild. Grønlend
ingar stuðla hesum, og úr
Íslandi hava vit longu fingið
játtaðar 1 mió danskar
krónur til byggingina, sigur
borgarstjórin við Sosialin.
Í Odense er bæði eitt
G r ø n l e n d i n g a f e l a g ,
Íslendingafelag
og
eitt
Føroyingafelag. Tí verður
mett, at hetta er eitt rætt
stað at leggja eitt slíkt
mentanarhús.
Útvega fígging
Mangir føroyingar hava
lisið og lesa í hesum
triðstørsta
býnum
í
Danmark. Umframt teir
1000 føroyingarnar, sum
eru búsitandi her, verður
mett at fólk úr eini 150
londum búleikast her.
Tey seinastu árini hevur
ein skipað fyri ymiskum
mentanarligum tiltøkum í
býnum.
Saknur
hevur
allatíðina verið í einum
einstøkum staði, har hesi
tiltøk
innan
mentan,
ferðavinnu og framsýningar
av ymiskum slagi kundu
savnast.
Í dag er støðan hon, at
økið er fingið til vega á
havnarlagnum í Odense,
samstundis sum ein arbeiðir
við at útvega fíggingina til
ætlanina sum væntandi fer
at kosta einar 100 mió
krónur.
Umframt tann mentanar
liga partin er ætlanin at
húsið skal kunna húsa
teimum lesandi, har verður
matstova og annars alt ið
hoyrir við til eitt slíkt hús.
- Vit vænta at spakin
verður settur í jørðina í
2009, og síðani fara helst at
ganga eini trý ár til húsið
stendur
liðugt,
sigur
formaðurin
fyri
húsið,
Benny Nybo.
Við vitjanini í Føroyum
er ætlanin at kunna um
byggingina, eins og eitt
føroyskt umboð skal veljast
í stýrið fyri húsið.
Mentan úr trimum
londum á einum
staði
Tey eru komin til Føroyar at kunna um norðurlendska
mentanarhúsið í Odense. Higartil hava tey bert møtt vælvild
Mynd: Jens Kr. Vang