týsdagur 3. juli 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 125 - 3. juli 2007
13
lýsingar
Skrivstovufólk
Eitt fulltíðarstarv sum skrivstovufólk er
leyst til setan 1. august 2007.
Starvslýsing
Í høvuðsheitum umfatar starvið uppgávur á lønar
skrivstovuni, men eisini annað fyrifallandi skrivstovu
arbeiðið.
Førleikakrøv
Tað er fyrimunur, at tann, ið settur verður, hevur
skrivstovuútbúgving ella líknandi útbúgving, eisini
skal viðkomandi kunna arbeiða til teldu.
Harumframt skal viðkomandi verða fyrikomandi,
arbeiðssamur og kunna arbeiða sjálvstøðugt.
Setanartreytir
Løn og setanarviðurskifti, ið eru treytað av starvs
royndum og útbúgving, eru sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
Suðuroyar Sjúkrahús, Bent Albinus tlf. 37 11 33
lokal 141.
Umsóknir
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum v.m. verða at
senda til:
Umsjónarmannin
Suðuroyar Sjúkrahús
800 Tvøroyri
í seinasta lagi 18. juli 2007.
Suðuroyar Sjúkrahús
FO800 Tvøroyri
Tlf: 37 11 33 · Fax: 37 11 42
Email: ssh@ssh.fo
Summarfrí
Vegna summarfrí verður stongt frá
fríggjadegi 20. juli 2007.
Opið verður aftur týsdagin 31. juli 2007.
Skjøl til skipaskrásetingina kunnu
í hesum tíðarskeiði latast inn í
móttøkuni hjá Fiskimálaráðnum,
Heykavegur 6, 100 Tórshavn.
Fiskimálaráðið
Føroya SkipaSkráSeting
Teknikkari
Søkt verður eftir teknikara at byrja
skjótast gjørligt.
Førleikakrøv:
Fyrimunur er um umsøkjarin er útbúgvin
radiomekanikari, radioteknikkari ella hevur
líknandi royndir.
Hevur kunnleika til teldur og net.
Kann arbeiða sjálvstøðugt.
Koyrikort er ein treyt.
Arbeiðið umfatar:
Uppsetan og tænastuveitan av:
Navigatións-, fiskileiti- og samskiftisútgerð
og fylgisveinatænastur til skip.
Vestara Bryggja · Postsmoga 3033
110 Tórshavn · Tel. 352182 · info@vikmar.fo
www.vikmar.fo
Ársaðalfundur
Ársaðalfundur hjá Ognarhaganum í Kvívík
verður í Glæmuni mikudagin 18. juli 2007,
klokkan 19.00, við hesi dagsskrá:
1. Ársroknskapurin fyri 2006
2. Nýtt Ognarhús »Yviri í Gerði«
3. Útstykking »Frammi í Gerði« og
»Frammi í Forna«
4. Ymiskt
Nevndin fyri
Ognarhagan í Kvívík
Bókhaldari
Eitt starv sum bókhaldari er leyst til setan
1. august 2007.
Starvslýsing
Starvið umfatar ábyrgd av høvuðsbókhaldinum hjá
stovninum. Herundir debitor, kreditor og finans.
Førleikakrøv
Tað er fyrimunur, at tann, ið settur verður, hevur
kunning til FSL-skipanina.
Harumframt skal viðkomandi verða fyrikomandi,
arbeiðssamur og kunna arbeiða sjálvstøðugt.
Setanartreytir
Løn og setanarviðurskifti, sum eru treytað av starvs-
royndum og útbúgving, eru sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
Suðuroyar Sjúkrahús, Jónvør Bjarkhamar tlf. 37 11 33
lokal 136.
Umsóknir
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum v.m. verða at
senda til:
Umsjónarmannin
Suðuroyar Sjúkrahús
800 Tvøroyri
í seinasta lagi 18. juli 2007.
Skikkaður umsøkjari er til starvið.
Suðuroyar Sjúkrahús
FO-800 Tvøroyri
Tlf: 37 11 33 · Fax: 37 11 42
E-mail: ssh@ssh.fo
Lesið
- so eru tit við