týsdagur 3. juli 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
[ Nr. 125 - 3. juli 2007 ]
Bara einaferð áður
hevur Randi Kúrberg
fingið betri úrslit
enn hon fekk í gjár.
Tað rakk tó ikki til
finalupláss og tí er
hon misnøgd
SPJÓTKAST
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Í
gjárkvøldið
kappaðist
Randi Kúrberg í spjótkast.
Hon hevur ment seg nógv
seinastu tíðina, og bara í ár
hevur hon bøtt um kast sítt
við trimum metrum. Men
støðið
síðani
seinastu
oyggjaleikir
er
hækkað
rættiliga ógvusligt, og tað
sást millum annað aftur í tí,
at kravið til finalupláss
hesaferð var góðan metur
hægri enn tað, sum gav
bronsuheiðursmerki seinast.
Kravið var, at spjótið varð
kastað góðar 38 metrar,
men tá longsta kastið hjá
Randi var 34,84 metur, so
var hetta ikki nóg mikið.
Tað skal tó sigast, at bara
einaferð áður hevur Randi
fingið eitt betri úrslit, og
tað var til kapping uttan
lands fyrr í ár, tá hon tveitti
omanfyri 36 metur.
Tað gekk eisini sum ætl
að, tá hon tveitti tey bæði
fyrstu spjótini, men tveitast
skuldi fyri triðju ferð, var
neyðugt hjá henni at satsa,
um hon skuldi fylgja við
hinum, og tá miseydnaðist
kastið.
Persónliga vóru úrslitini
tó góð, men kortini Randi
rættiliga misnøgd, tá hon
var liðug at tveita.
– Eg veit ikki hvat eg skal
siga, og tá tað er soleiðis er
tað nokk tí, at eg ikki eri
serliga nøgd, segði Randi.
Erliga greiddi hon frá, at
hon hevði roknað við einum
finalusessi.
– Ikki minst tá tað vóru
14 luttakarar seinast, og eg
kom í finaluna tá, meðan
tað hesaferð einans vóru
tíggju. Men eg kom ikki í
finaluna, og setti heldur
ikki føroyskt met, so beint
nú er lítið at fegnast um,
staðfesti fámælta Randi
Kúrberg.
SAMBAND
jákup mørk
jakup@sosialurin.fo
tlf. 341800
ítróttur
Við trimum gull
merkjum fyrsta
dagin næstan tjóv
startaði føroyska
svimjilandsliðið á
oyggjaleikunum
Svimjing
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Vónirnar vóru har, men tað
vórðu eingi lyfti givin. Før
oyska svimjilandsliðið tyk
ist í ár sterkari, enn tað
nakran tíð áður hevur verið,
og tí hevur verið tosað um,
at talan skuldi verða um satt
gullregn.
Sjálvir høvdu svimjararnir
tó roynt at skrúvað nakað
niður fyri vónunum, og tí
varð tosað um, at vunnu
Føroyar eini fimm gull
merki, so skuldu vit vera
nøgd.
Men tá stafettin hjá monn
unum longu á fyrsta svimji
degnum hevði tikið triðja
føroyska
gullið,
hvarv
smædni eitt sindur.
- Eg vil ikki lova nakað
sum helst. Men hetta var
ein flúgvandi byrjan frá okk
um. Og vit fara so at gera
alt tað, sum vit eru mentir,
so talan verður um fleiri
gullmerki, segði Kristian
Olsen, tá gullið var heima.
Flúgvandi byrjan
Heiðursmerkjabýtið
Eftir næsta kappingardagin á Rhodos, eru Føroyar nummar seks í røðini yvir samlaða heiðursmerkjabýtið.
Higar til hevur talan verið um fýra gullmerki, og við fleiri kappingum, har vónin er gull, er ikki óhugsandi,
at vit kunnu styrkja um okkara støðu í samlaða yvirlitinum.
Misnøgd við gott úrslit
Randi Kúrberg náddi
ikki í finaluna sum hon
annars hevði ætlað sær
Mynd: Álvur Haraldsen
Fagnaðurin var ovurstórur, tá tvær stafettir á rað vissaðu føroyingum gull. Eitt perfekt punktum á fyrsta svimjidegnum
Mynd: Jákup
Listin sá soleiðis út mánakvøldið
Nr
Land
G
S
B
1
Jersey
7
10
4
2
Rhodos
7
5
8
3
Guernsey
5
5
8
4
Gotland
5
3
2
5
Cayman
5
1
0
Nr
Land
G
S
B
6
Føroyar
4
7
2
7
Áland
4
1
3
8
Bermuda
3
4
5
9
Prince Edw.
3
0
5
10
Isle of Man
2
3
6
Mánakvøldið varð Merkið
vundið í húnarhátt fyri
fjórðu ferð