týsdagur 3. juli 2007síða 27
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
[ Nr. 125 - 3. juli 2007 ]
einaráðandi
hvussu tað ber til, at bæði
10-mannafarið og 8-manna
farið í Runavík eru so væl
fyri
- Tað er sjálvandi hørð
venjing, sum liggur aftan
fyri góðu úrslitini. Menn
umborð á bæði Eysturoyingi
og Heiðabátinum eru væl
fyri, og vit hava eisini allir
vant hart í fleiri mánaðir.
Annars kann leggjast aftur
at, at kendi danski rógvarin,
Esk ild Ebbesen, sum hevur
vunnið tvey gullheiðursmer
ki á Olympisku leikunum,
leggur lag á venjingarnar
niðri í Danmark, og hann
hevur eisini í samstarv við
felagið gjørt venjingarætlan
fyri Eysturoyingin og Heiða
bátin, sigur Ludvík við
Stein.
Støðið er hækkað
Nógv hevur verið tosað um
kreppu í føroyskum kapp
róðri, tí bátatalið til tær
ymisku stevnurnar er sera
lágt. Frá 39 uppí 44 bátar
hava tikið lut á teimum fýra
stevnunum, sum higartil
hava verið kring landið, og
talið er sera lágt, um vit
samanbera við undanfarin
ár.
Ludvík heldur, at ein av
grundunum kann vera, at
støðið er so nógv hækkað í
føroyskari rógving.
- Støðið er nógv hækkað
hjá bátunum sum heild í før
oyskum kappróðri. Rógvar
arnir venja nógv meir, og
hetta hevur onkur av eldur
rógvarunum, sum eru vanir
við at fara í bátin á flagg
degnum, trupult við at góð
taka. Kappróðurin er tó
komin har til, at tað er neyð
ugt at venja so nógv, so skal
man vera við, so er man
noyddur at góðtaka hetta.
Hann metir tó ikki, at het
ta er nøkur kreppa í føroysk
um kappróðri. Hann væntar,
at áhugin fer at vaksa aftur
komandi árini.
- Sum sagt, so er kappróð
urin blivin meira seriøsur,
og tað er helst eisini skilligt,
at onkur av eldru rógvarun
um ikki tímir at venja so
nógv. Yngru rógvararnir
eru tó vanir við, at kappróð
urin er so seriøsur sum nú,
tí hetta er tað einasta teir
hava roynt. So eg rokni við,
at um ikki so nógv ár vera
øll ung kappróðraráhugaði
klár at venja so nógv, sum
bátarnar gera í dag, tí hetta
er jú tað einasta, sum tey
eru von við, sigur Ludvík.
Ikki geva inniróð
rinum skyldina
Nógv hava mett, at inniróð
urin er ein av grundunum
til, at áhugin fyri kappróðri
er minkaður júst í ár, men
her er Ludvík við Stein ikki
samdur.
- Eg haldi faktiskt, at tað
er nakað tvætl, at inniróðurin
tekur rógvarar frá útiróðrin
um, tí bestu innirógvararnir
eru at finna á fleiri av bestu
bátunum kring landið. Besti
innirógvari í lættvekt hjá
monnum, Lars Abrahamsen,
rør m.a. við Eysturoyingi.
Hyggja vit at kvinnunum,
so rógva báðir teir bestu
innirógvararnir við Ørnini,
so eg haldi ikki, at vit skulu
geva inniróðrinum skyld
ina.
Ludvík er greiður í sínum
meiningum um føroyskan
kappróður, og hann heldur
heilt víst, at kappróðurin
nokk skal blíva lív lagað í
Føroyum aftur. Sum hann
sigur, so er tað helst bert
ein spurningur um tíð, áðr
enn áhugin aftur er vaksandi
fyri okkara tjóðarítrótt.
Hvassi vísti tenn
Genturnar umborð á Hvass a vunnu fyrstu tveir róðrarnar
í kappingarárinum rættiliga trygt, men á Jóansøku kiksaði
hjá teimum. Tá megnaði Drekin at seta seg á fremsta
pláss i, men hetta vildu genturnar úr Sundalagnum ikki
hava sitandi á sær. Á Varmakeldu í Fuglafirði leygardagin
gekk tó aftur betri hjá gentunum úr Sundalagnum. Tær
fingu eina góða byrjan uppá róðurin, og tær høvdu eisini
leiðsluna at kalla allan vegin inn eftir fjørðinum. Á
málinum vóru tær góða hálva bátslongd framman fyri
Tambar, so nú er triði sigurin hjá Hvass a komin í hús í ár,
og við sigrinum eru tær sjey stig framman fyri Tambar og
Drekan, sum hava eina harða kapping um annað pláss ið í
FM-kappingini.
Eingin spenningur
var í róðrinum hjá
6-mannaførum við
kvinnum, tí Jarnbard
ur endaði heili fýra
bátslongdir framman
fyri Kollfirðing á øðr
um plássi
KAPPRÓÐUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Síðstu stevnurnar hevur
Kollfirðingur av øllum alvi
roynt at givið Jarnbardi
kapping, og munurin mill
um bátarnar er eisini mink
aður frá stevnu til stevnu.
Soleiðis var tó ikki á
Varmakeldu leygardagin,
tí kvinnurnar á Jarnbardi
settu bæði Kollfirðing og
Lóm rættiliga uppá pláss ,
og munurin niður til Koll
firðing á øðrum pláss i var
heili fýra bátslongdir.
Róðurskvinnan á Jarn
bardi, Jannie Dam Jacob
sen, var sum vera man glað
um sigurin.
- Tað er altíð stuttligt at
vinna, og sjálvt um tað bert
eru tríggir bátar við í kapp
ingini, so er tað nú einaferð
so, at man er við fyri at vin
na, og tí er hetta ótrúliga
stuttligt.
Hon heldur tó, at kvinn
urnar umborð á Kollfirðingi
kunnu blíva enn betri kom
andi stevnuarnar.
- Kollfirðingur hevur
havt ymisk óhapp í gjøgn
um árið, men síðstu stevn
urnar er tað blivið nógv
betri hjá teimum. Vit kunnu
kanska vænta harðari kapp
ing frá teimum, men eingin
ivi er tó um, at vit ætla okk
um at vinna allar stevnurnar
í ár, sigur hon at enda.
Heiðabáturin fekk
fjórða sigurin á rað
hjá 8-mannaførunum
á Varmakeldu, men
tað, sum flest helst
bitu merki í, var stóra
framgongdin hjá Árn
firðingi, sum hesa
ferð tryggjaði honum
eitt triðja pláss
KAPPRÓÐUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Heiðabáturin hevur verið
nógv sterkastur í kappingini
hjá 8-mannaførunum í ár,
og tað vóru teir eisini á
Varmakeldu leygardagin.
Teir stýrdu róðrinum frá
byrjan til enda, og sigurin
hjá teimum var ongantíð í
vanda.
Sámal Einarss on, sum er
bátsformaður á Heiðabátin
um, var eisini glaður um
sigurin, og hann duldi ikki
fy-ri, at teir ætlaðu at vinna
allar róðrarnar í ár.
- Tað er altíð ein stór
gleði at vinna ein róður, og
tað er einki at ivast í, at tað
er líka stuttligt hvørja ferð.
Vit umborð á Heiðabátinum
eru sera væl fyri í ár, og tað
er ikki nøkur loyna, at vit
hava sett okkum fyri at vin
na stórt í hvørjum róðri í
ár, segði Sámal.
- Hetta merkir tó ikki, at
vit føla okkum tryggar á
nakran hátt. Hinir bátarnir
hava allir góðar, sterkar
mans umborð, og teir
kunnu meir enn so fara at
gera ein vørr. M.a. hevur
Árnfirðingur tikið seg sera
nógv fram síðstu róðrarnar,
og á Varmakeldu endaði
hann á einum flottum triðja
pláss i. Vit ætla tó at koyra
víðari á sa ma hátt komandi
róðrarnar, sum vit hava
gjørt fyrstu fýra róðrarnar,
sigur Sámal at enda.
Heiðabáturin
sigraði aftur
Jarnbardur heldur kósini
Eysturoyingur hevur verið fullkomiliga einaráðandi í kappingini hjá 10-mannaførunum í ár, og
á Varmakeldu var enn einaferð meir enn ein bátslongd niður til Vestmenningin á øðrum plássi.
Mynd: Jens Kr. Vang