Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-07, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. desember 2006síða 1

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 237 - 7. desember 2006 15 tíðindi Fýra kommunur vestan fyri hava keypt ein líkbil saman. Tað eru kommunurnar í Vestmanna, Kvívík, Sanda­ vági og Miðvági. Talan er um ein Dodge Grand Caravan 4x4 við 6 syl. 3.8 litur motori og automatiskum girum. Bilurin er keyptur sum brúktur úr Íslandi, har hann er umbygdur til líkbil. Øssur Christiansen í Vestmanna hevur tikið stig til at keypa bilin, og Anfinn Bláhamar í Vest­ manna umsitur bilin fyri kommunurnar. Bilurin er praktiskur og er skøddur soleiðis, at hann kann koyra í øllum veðri. Hóast tær ávísu kommun­ urnar eiga bilin, er møguleiki hjá øðrum at leiga bilin. Fýra kommunur keypt líkbil Dodge Grand Caravan líkbilurin sum kommunurnar í Vestmanna, Kvívík, Sandavági og Miðvági hava keypt Rætting Av misgávum komu seinastu reglubrotini í greinini um Dodge Caliber á síðu 22, í blað nr. 236 frá 6. desember, at síggja nakað ógreið út, tí endurrenta vit tey her: Dodge Caliber er eitt annarleiðis alternativ til evropeisku og asiatisku MPV­bilarnar. Caliber í bíligastu útgávuni við 1.8 motori kostar 219.000. Frá Ivan Johansen Bilum verður sagt, at langur leygardagur verður tann 16. desember, har fólk fáa høvi at royna Dodge Caliber, tann nýggja Citroen C4 Picasso og aðrar spennandi bilar, ið eru á goymslu. Vit biðja orsaka mistakið. Sosialurin Starvsnevnd Sam­ bandsfloksins hevur fingið kvinnuliga leiðslu. Marjun Olsen úr Øravíkarlíð er nýggjur formaður í Starvsnevnd Sambandsfloksins Tíðindaskriv Marjun Olsen úr Øravíkarlíð varð á fundi í starvsnevnd Sambandsfloksins tann 30. november, vald til formann fyri starvsnevndina. Starvsnevndin er tann nevndin, ið tekur sær av dagligum málum ímillum landsnevndarfundirnar. Marjun Olsen hevur sitið í starvsnevdnini síð­ ani 2004, og hon tekur við formanssessinum eftir Suna Jacobsen, ið ikki tók við afturvali, eftir at hava sitið í nevndini síðani 1998 (øll árini sum formaður). Umframt Marjun Olsen, mynda Asbjørn Djurhuus úr Tjørnuvík og Gunnar K. Nattestad úr Sandavági nú starvsnevnd Sambandsfloksins. Marjun Olsen, Øravíkarlíð: Formaður í Starvsnevnd Sambandsfloksins Leygardagin 9. desember kl. 11 letur ein framsýning upp í Smiðjuni í Lítluvik. Tað eru feðgarnir Justi og Sofus Poulsen sum sýna fram. Sofus hevur havt fleiri framsýningar fyrr, men hetta er fyrsta framsýning hann hevur saman við pápanum, sum altíð hevur teknað, men ongantíð hevur sýnt fram áður. Myndirnar hjá Justa eru áhugaverdar og søguligar. Fleiri av tekningunum hevur hann teknað eftir minninum. Hann hevur eitt sjaldsama gløgt eyga og stóran ans fyri tí gamla. Á framsýningini eru umleið 40 innrammaðar tekningar hjá Justa og 15 málningar hjá Sofusi. Framsýningin er opin til og við hósdagin 14. desember. Opið er: leygardagin frá kl. 11­18, sunnudagin frá kl. 15­18, og mánadag til hósdag frá kl. 15­18. Justi og Sofus Poulsen: Feðgar í Smiðjuni Sofus Poulsen við málningum og tekningum sum vera sýnd fram í Smiðjuni Mynd: Álvur Haraldsen -har tað hendir