hósdagur 7. desember 2006síða 1
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 237 - 7. desember 2006
Lesið meira um onnur størv á www.torshavn.fo/leysstorv
Søkt verður eftir einum starvsfólki til byggimálsviðgerð. Talan er um
eitt fulltíðarstarv á byggi- og býarskipanardeildini.
Høvuðsuppgávur
· Byggimálsviðgerð
· Byggieftirlit
· At fyrireika mál, ið skulu leggjast fyri byggi- og býar-
skipanardeildina, og skipa fyri avgreiðslu av nevndar- og
býráðssamtyktum
· Samskifta við borgarar, feløg og stovnar
Førleikakrøv
Umsøkjarin skal vera útbúgvin tekniskt hjálparfólk, byggiteknikari
ella hava viðkomandi handverkaraútbúgving. Harumframt skipar
kommunan fyri skeiðum í byggimálsviðgerð í Danmark.
Umsøkjarin skal duga væl at samskifta og helst hava kunnleika til
telduforritini MS Office, AutoCad ella MicroStation, men hetta er tó
ikki nøkur treyt.
Persónligir eginleikar
Umráðandi er, at umsøkjarin dugir væl at leggja sær arbeiðið til
rættis, er fyrikomandi, kann arbeiða sjálvstøðugt og er til reiðar at
luttaka í øðrum arbeiði á deildini enn omanfyri nevnt.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett skjótast til ber. Lønin verður í 4. lønarflokki,
sambært sáttmála millum Føroya Starvsmannafelag og Kommunala
Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Meiri fæst at vita
um starvið við at venda sær Magna Dalsgaard, leiðara ella Mikael
Viderø, býararkitekt, tlf. 302010.
Umsókn
Umsókn saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og
royndir, skal vera Tórshavnar komunu, postsmoga 32, 110 Tórshavn
í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 22. desember 2006. Viðmerkið
umsóknina „Starv á byggi- og býarskipanardeildini“.
Byggimálsviðgeri [endurlýsing]
Byggi- og býarskipanardeildin er partur av teknisku fyrisitingini.
Á deildini starvast 4 burturav við málsviðgerð av umsóknum um
byggiloyvi v.m.
Árliga verða umleið 150 ymisk byggiloyvi givin.
Vit bjóða búningsmøguleikar og góð arbeiðsviðurskifti.
Byggi- og býarskipanardeildin er í sama bygningi sum Snarskivan.
Tórshavnar kommuna
lýsingar
Ófulltikin dekkari til
Fiskiveiðieftirlitið
Eitt starv sum ófulltikin dekkari á skipunum hjá Fiskiveiði-
eftirlitinum, verður hervið lýst leyst.
Ert tú ung/ungur, og hevur hug til arbeiði umborð á skipi,
er hetta ein góður møguleiki. Starvstíðin sum ófull tikin
dekkari, telur á sama hátt sum starvstíð við handils-
skipum
Arbeiðið umfatar at ganga vakt, og annars taka lut í
vanligum skipsarbeiði.
Førleikakrøv:
• Heilsuváttan fyri sjófólk. Uttan avmarkingar og
skikkaður til kagtænastu.
• Fyrimunur er við gildugum trygdarskeiðsprógvi.
Setanin sum ófulltikin dekkari er avmarkað til tvey ár.
Starvið sum ófulltikin dekkari verður sett sum skjótast.
Setanartreytir og løn eru sambært sáttmála millum Fíggjar-
málaráðið og Starvsmannafelagið. Setanarøkið er Fiski-
málaráðið og stovnar undir tí. Tænastustaðurin er í løtuni
Fiskiveiðieftirlitið.
Skrivlig umsókn við: CV, avriti av prógvum og møguligum
viðmælum, skulu vera Fiskiveiðieftirlitinum í hendi í
seinasta lagi 21. desember 2006 kl. 1200.
Umsóknir skulu sendast til:
Fiskimálaráðið
Att.: Fiskiveiðieftirlitið
Heykavegur 6
Postsmoga 347
110 Tórshavn
Nærri upplýsingar um størvini, kunnu fáast við at venda
sær til Fiskiveiðieftirlitið tlf. 35 30 30 og tosa við Jóannes
Heimustovu, samskipara.
FISKIMÁLARÁÐIÐ
Fiskiveiðieftirlitið
Til sølu
Nýggir møblar: Dupultsong, 3- og 2 mans
leðursofur, hornasofaborð og vanligt sofa-
borð (glas). Køksborð við 4 stólum. Veggreol
við glasskápum við ljósi í. Til sølu fyri ½
prís.
Tel 50 20 49, best eftir kl. 18.30
Lesið
-so eru tit við!